23.9.19

James Bond í Føroyum?


Fyrr í dag hoyrdist, at James Bond kemur higar at filma No time to die í Kalsoynni. Ája gott við tær, hugsaði eg, og sendi tankarnar til Dynamitt og sangin Vit vilja ongantíð doyggja, sum einsvæl kundi verið eyðkennissangurin, tá No time to die verður sýndur - í hvussu er her í landinum. Myndirnar tók Jógvan á Dul í morgun.


Greitt er, at henda brandgula tyrlan frá norska felagnum Nord Helicopters kom higar við Norrønu í dag. Óváttaðar søgur vilja vera við, at tyrlan skal brúkast í Kalsoynni at gera upptøkur til komandi James Bond filmin No time to die, sum verður frumsýndur í Havnar Bio hósdagin 2. apríl 2020.

Norska felagið eigur 8 tyrlur av slagnum Eurocopter AS 350/H125 og eina EC130. Flotin er hin nýggjasti í Noregi, sigur Nord Helicopters á heimasíðuni. Tey hava í summar søkt um loyvi at filma á eini kendari norskari brúgv, Lyngholmen, har nógv brim er.

Gitt hevur verið um upptøkustøð, tí James Bond konseptið er hitt pengasterkasta innan film, og kastar nógvan pening av sær. Her er ein bretsk grein, sum nevnir hárreisandi bardagasenurnar, sum ein double ella stand in leikari, skal setast inn í fyri Daniel Craig í Kalsoynni, sum óváttaði tíðindi vilja vera við.


Her er eitt líknandi brot frá EuroNews, sum nýliga hevur fangað bilupptøkur úr tyrlu í eini fjallabygd í Italia.


Tað var flaggdagin, at kunngjørt varð av Goldeneye-plantasjuni á Jamaika, har Ian Fleming uppfann James Bond, hvar upptøkur verða gjørdar og hvør skal spæla saman við Daniel Craig í næsta James Bond filmi, sum tá hevði arbeiðsheitið Bond 25 og verður frumsýndur 2. apríl næsta ár undir heitinum No time to die. Ikki tí, rætta talið av Bond filmum í biografi er 27, men Eon Productions, sum nú eigur rættin til pengasterka vørumerkið James Bond, hevur ikki gjørt tveir av biograffilmunum, Casino Royale (1967) og Never Say Never Again (1983).

James Bond er bretskur njósnari, sum undur heitinum 007 arbeiðir fyri MI6. Tað var Ian Fleming (1908-1964), ið skapti figurin, sum Sean Connery, David Niven, George Lazenby, Roger Moore, Timothy Dalton, Pierce Brosnan og Daniel Craig higartil hava spælt.

Upptøkurnar til filmin No time to die eru byrjaðar, og leikstjóri er nú Cary Joji Fukunaga (f.1977), eftir at Danny Boyle fór av skútuni og meistarin Sam Mendes undan honum gavst eftir at hava gjørt tveir meistarligar filmar.

Fukunaga er úr California, pápin er av japanskari ætt og er føddur í fangalegu, sum amerikanarar gjørdu í USA at seta japanarar í eftir Pearl Harbour álopið undir krígnum. Mamman er av svenskari ætt, og møguliga er tað orsøkin til, at áhugin er kveiktur fyri Noregi og møguliga Føroyum sum location.

Men norska afturberingarskipanin, sum har er kallað insentivordningen, og er ein skattaavsláttarskipan, sum í mikroskopiskan mun eisini er til í Føroyum, er avgjørt ikki uttan týdning. Bergens Tidende vóru fyrstu at skriva um ætlaða filmin og norska sambandið. Tá skrivaði blaðið, at ”James Bond har snust på Norge tidligere, men valgte lokasjoner som ga større skatterabatter.” (4. desember 2018).

Fyrstu upptøkur eru langt síðani gjørdar har í landinum, og svenski David Dencik, sum í Danmark er danskur, hevur ein leiklut.

Mótleikarin hjá James Bond, bad ass antagonisturin, er Rami Malek, sum í ár vann Oscarvirðislønina fyri leiklutin sum Freddie Mercury. Navnið á leiklutinum er tó ikki kunngjørt.

Sambært Barbaru Broccoli, ið er framleiðari, byrjar søgan av nýggjum og á berum botni, tí James Bond er í feriu og nærum arbeiðsleysur:

“Bond has left active service and is enjoying a tranquil life in Jamaica. His peace is short-lived when his old friend Felix Leiter from the CIA turns up asking for help. The mission to rescue a kidnapped scientist turns out to be far more treacherous than expected, leading Bond onto the trail of a mysterious villain armed with dangerous new technology.”

Tað er banditturin Malek, sum setur gongd á søguna, skiltist á tíðindafundinum flaggdagin. Fleiri høvundar, minst fýra, hava verið um handritið innan upptøkurnar byrjaðu.

Aðrir leikarar í No time to die eru Ralph Fiennes, Léa Seydoux og Naomi Harris, sum vit hava sæð áður, og nýggir leikarar eru Ana de Armas, sum var í Blade Runner 2049, Dali Benssalah (Nox), David Dencik (Tinker Tailor Soldier Spy), Lashana Lynch (Captain Marvel), Billy Magnussen (Aladdin) og altso Rami Malek (Bohemian Rhapsody).

Umframt Noreg sum location er vissa fingin fyri, at Skotland, Italia og Jamaika sleppa við í nýggja James Bond filmin, sum føroyingar kunnu síggja 2. apríl 2020 - kanska við einum farra av grønu líðunum í Kalsoynni.