Skip to main content

Hestur um heystið


Ætlaði at taka myndir við trimum ymsum tólum, fyrst og fremst simplu telefonini, sum eg altíð havi í lummanum. Men hvat gert tú, tá hestur hevur tikið yvir fría heystsýnið, sum tú ætlaði at avmynda? Sjálvur sæst tú sum skuggi niðast til høgru á parkeringsplássinum við Akkersvík, ytst á Hvítanesi, har útsýnið er móti Kaldbaksnesi um Tangafjørð og inn í Eysturoynna.


Men gakk. Við rossum fylgja hegn og elektrisk ávaringartól, onnur enn tey, sum eru inn í húsinum og eftir botninum knýta okkum til umheimin. Og so nýtendraðar hestaperur við íbygdum anga og niðurtraðkaður bøur, sum ikki er til at ganga í uttan tú smokkar, vágar tú tær at opna portrið.


Men eisini í sovorðnum óvæntaðum støðum ber til at taka eitt annað kamera enn fartelefonina og sooma gjøgnum hegnið, og fáa syngjandi heystið í bæði eygað og oyrað. Heilt nágreiniliga í oyrað og eygað á hestinum.

So eru stundir at pakka saman og taka eina seinastu mynd við fartelefonini við Akkersvík. Hon maktar ikki hatta sum speglreflekskamera duga. Taðveitdenn. Men í eini handavend er hon góð, fartelefonin.