Skip to main content

Eydnan er at finna...



Tað er mánakvøld í ivaveðri og eg møti Edward Fuglø í durinum í Tjóðleikhúsinum í miðbynum í Havn. Har hevur hann gjørt pallmyndina til satiriska skemtileikin Kynstrið at vera eydnusamur, ið byggir á tesur hjá týska heimspekinginum Schopenhauer, sum varð føddur fyri meir enn 230 árum síðan, og sum ein annar klaksvíkingur, Anfinnur Heinesen, hevur leikstjórnað og sjálvur triði spælir við í.


Jenny Petersen gevur mær eitt nummar á bringuna, og innkomin uppdagi eg, at høllin er ein kulissa, øll sum hon er. Stólar og sofur at sita í, sum vóru vit í Dugna á Hjalla ella í einum risastórum endurnýtsluhandli hjá Frelsunarherinum í einum kontinentalum stórbyi, har allir lutir hava livað eitt lív og siga eina søgu, soleiðis beint uppá okkum, har vit sita. Á vegginum er ein bingomaskina, sum spýtir bóltar við numrum á, tá leikurin er byrjaður, stillført og avmált sarkastiskt sum ein stórbýarblues hjá Kaurismaki. Jú, vit eru á bingo mitt í býnum. So er høllin bilverkstaður við neonljósum úr loftinum, so eitt fyrilestrarhøli á lærdum háskúla, og so miðsavna teir triggir leikararnir seg í flúgvarastólum, sum standa mitt á pallinum og á vegginum aftanfyri. Til høgru er ein tjúkk springmadrassa sett á veggin, og er filmslørift, tá lýst verður á hana. Hetta er ein storbýarlummi av teim mest undirfundiga sjáldsamu, eg nakrantíð eri komin inn í. Og tað beint av trongu mentanargøtuni í høvuðsstaðnum.


Tey skifta orð sínamillum. Stig fyri stig, setning fyri setning, taka tey rúmið í hesum tíðarlumma saman við ljósmeistaranum og tónleikinum. Rúmið er baðað í sansaligum upplivingum har tú umframt at hoyra skjóttskjótandi setningarnar, sum í fleiri førum eru so uppspentir, at teir eru um at bresta mitt í luftini, onkra løtu í spølni, onkra løtu í fysiskum duelli og onkra løtu í djúpari satiru, sum tá tey eru úti og eta og kommentera, hvussu smakkar, og blíva fyllri og fyllri í myrkrinum kring fartelefonina, sum lósu tey mín egna blogg úr Áarstovu. 


Men allar bestar eru inngangandi rørslurnar hjá Gunnvá Zachariasen. Ikki langt burturi, har hon stendur í hvøssum kastljósi í myrka salinum, er hon so illa heitin, at hon trýstir lógvarnar saman og snarar fingrarnar í ekka ella forfjamskaðari hálvbøn, við óunnuligum fjálturstungnum smárørslum av umberandi slagnum, ein fantastiskur inngangur. Og Gunnvá stendur eisini fyri mest fantastiska visuella partinum, eg sá gjøgnum allan leikin og enn havi undir eygnalokunum. Hon skiftir, letur seg í eina so stutta blusu, at nalvin, sum er alt annað enn slættur, er berur, og miðkroppaskinnið ger eina púra natúrliga pylsu, tá hon ekshibitionistiskt fer at lyfta seg upp í einum bita á vegginum, at íðka á pallinum og síðan at sleingja seg á sofuna, sum flúgvarasetrini nú eru vorðin til. Júst hendan exsposé, hesar báðar framsetingar ella framførslur, eru sterkastar og mest undirbyggjandi, tá evnið í leikinum verður havt í huga. Her er Gunnvá farin at fýra eina feita afturvið Bob Marley. Priceless.


At stilla seg út og ikki at stilla seg út. At finna javnvágina millum hesi eksistentiellu útpunkt í einum ofta narcissistiskum nútíðarsamfelag, har øll eygleiða alt, fyri ikki at siga tráelta, men royna av almakt at lata sum einki, nada, bara fyri ikki at stíga út úr karakteri og leikluti. Allar hesar ikki bara stuttligu, men eisini djúpt hugvekjandi eygleiðingar úr nútíðarsamfelagnum, har størsta ræðslan er bangilsið fyri at verða gloymdur, fear of missing out, verða hildnar upp móti talmerktu lívsreglunum hjá harra Schopenhauer um eina toluliga tilveru. 


Tær hálvthundrað reglurnar verða lýstar upp á veggin sum í operu, og teir tríggir leikararnir lesa uppá skift, smakka og taka kannandi aftur í aftur orðini, sum vóru vit á bíbliumøti, har ein lesur skriftstaðið og hini sláa upp fyri at eftirkanna og reviderað um rætt varð lisið. Satiran slær gjøgnum øldir. Júst hetta fati eg sum fremstu styrkina og mest presissu undirhaldskraftina í hesum undirfunduga leiki, har pessimisturin og í ringasta føri misantropurin møtir lekjandi listini eitt mánakvøld í Havn. Púra óforvarandi. Og júst hetta, at møta listini, er ein av reglunum hjá Schopenhauer.


Tá so leikararnir seta seg í upplýstu reiggirnar hjá Edwardi eri eg seldur. Gott gamaldags teatur, sum tó er on-line og topp tjúnað heilt upp undir loftið í nútíðarsamfelagnum. Stuttligt, ikki bara í løtuni saman við øðrum í hesum ríka rúmi, men langliga stuttligt, stuttligt í langa tíð. Soleiðis verða eydnusamir tankar sáddir av palli eitt mánakvøld í einum tíðarlumma í Havn beint inn av mentanargøtuni. Takk fyri tað. 


Annfinnur Heinesen hevur týtt og lagað til føroysk viðurskifti eftir leikriti hjá danska Rune David Grue. Leikarar eru Gunnvá Zachariasen, Birita Adela Davidsen og Annfinnur Heinesen.