Skip to main content

Sangur sum kúgan í konturleysum koronadøgum


Fríggjakvøldið vann filmurin Songs of Repression, Sangir sum kúga, altjóða virðislønina Dox:Award og Politiken:Danish:Dox Award í Keypmannahavn. Filmurin, sum er um eina anakronistiska týska niðursetubygd og restirnar av eini evangeliskari samkomu undir Andesfjøllum í Kili beint nú, sæst á cphdox.dk/online til og við 5. apríl.

Tað er tey bæði Estephan Wagner úr Kili og Marianne Hougen-Moraga úr Danmark, sum hava gjørt filmin, ið er hálvan annan tíma til longdar.

The Act of Killing og The Look of Silence eru millum mongu heimildarfilmarnar, sum sama danska framleiðslufelagið Final Cut For Real longu hevur gjørt, og bygnaðurin er stórt sæð hin sami, at fáa bøðil og offur at møtast, í stillum, men meðan upptøkutólið melur.


Á einum slætta undir Andesfjøllum í Kili er ein hugfarslig bygd, sum klipt úr søguni um Heidi og fjallabban. Niðursetubygdin er týsk útí odd og egg, tey tala týskt og foredla alt, ið týskt er, ikki minst evangeliskan sálmasang til innvortisbrúk og oktoburfest fyri ferðafólkum. Alt fyri Gudi, sum heilt vist er týskari og ættaður í beinari linju frá Hitler, enntá í samstarvi við Pinochet. Hetta er so løgið at kava niður í, at eg má kanna, um hetta passar, ella bara er eitt ævintýr um menniskjansligan djevulskap og tær mekanismur, sum í góðum og illum definera ein felagsskap.


Jú, søgan hon er sonn. Og hóast tað er staðfest at Josef Mengele var her, og at lívverjin hjá Hitler, Kurt Schnellenkamp, varð grivin her í 2017, so liggur tað uttanfyri karmin og ætlanina við filmaðu søguni, sum heldur enn at verða konfronterandi er varisliga leitandi og tí so alment viðkomandi.

Gud við tykkum inntil næstu ferð 

Í hesum eskatologisku koronadøgum, har vit á heimrustini fleiri ferðir eru mint á tveyhundrað ára dagin hjá Fanny Crosby og hennara suggestivu møtisangir, við repeterandi orðunum Perfect Submission, glíður endasangurin hjá týska sangkórinum undir Andesfjøllum inn í eitt konturleyst landslag. "Gud við tykkum inntil næstu ferð" syngja aldrandi limirnir í endakórinum. Tað er so otherworldly og tó so føroyskt heimligt, at tú undrast og verður fasineraður og stoyttur um eina leið. Andaligur ørvitisskapur kennir ikki landamørk. 

Nazibøðil verður predikantur

Í kilensku bygdini, sum er púra verulig, ber til at gista á hotelli, jodla á týskum, eta týskan mat og ganga langar túrar á heiðini. Men undir vøkru visualiseringunum liggur ein døkkur veruleiki. Í 1961 flutti hin fyrrverandi týski nazisturin og núverandi trúboðarin Paul Schäfer (1921-2010) higar. Við sær hevði hann eina evangeliska samkomu, sum skuldi bjarga teim doyggjandi og reisa tey, ið falla. Schäfer stovnaði Colonia Dignidad, Tignarstaðurin, sum bleiv til eina afturlatna sekt. Í meir enn fjøruti ár helt hann niðursetufólkini í fastari hond við skipaðum harðskapi, har eisini børn vórðu misbrúkt. Tá illa lýddi einaræðisharrin Pinochet kom til, bjóðaði Schäfer samkomuna fram at gera hópgravir á slættanum har andstøðingar kundu gravast í stillum og uttan at nakar sá, eftir at evengelisku týskararnir sjálvir høvdu pínt og myrt hesi óseku kilensku fólk. Í 2007 varð Paul Schäfer handtikin og búfólkini í niðursetubygdini kundu byrja at koma til sættis við fortíð og nútíð. Sum tað fyrsta skifti bygdin navn til Villa Baviera, Bayerska bygdin. Í dag búgva 120 fólk í bygdini. Filmurin er spesifikt um hesi fólkini.

Tá fortíð møtir nútíð

- Hvussu heldur tú fram at liva á sama staði, tá tú hevur verið offur, bøðil, ella sum veruleikin í hesum føri er, bæði? Og hvussu skapar og skilir tú sannleika, trúskap og kærleika, tá hesi hugtøk hava mist alla meining? Hesin filmur fer eftir, hvussu tey, sum enn búgva á staðnum, fata fortíðina og skapa meining í nútíðini. Gjøgnum filmin møta vit teimum, sum púra avnokta ræðuleikarnar, ið fóru fram, og bara vilja minnast tær góðu løturnar, teimum, sum berjast við sálarligum seinfylgjum og teimum, sum er steðgaði upp einastaðni mitt í millum.


Estephan Wagner og Marianne Hougen-Moraga, sum í dag eru par, hava gjørt filmin í hálvt fjórða ár. Hann vaks upp í Kili undir hernaðarliga stýrinum hjá Pinochet meðan húskið hjá henni flýddi til Danmarkar.


- Síðan vit vóru smá, hava vit hoyrt um Colonia Dignidad, men frá hvør sínum sjónarhorni.

Sumrarnar plagdu tey hjá Estephan at vitja týsku matstovuna, meðan tey eldru í slektini hjá Marionnu fortaldu um politisku fangarnar, ið vórðu píndir og avrættaðir í bygdini, tá Pinochet sat við valdið.

Meðan Estephan og tey vardu bygdina og fólkið móti øllum ákærum, vóru Marianna og tey í hinum borðinum.

- Sum vit vuksu til og fingu eitt politiskt tilvit, fóru vit at seta fleiri og fleiri spurningar, tá tað galt Colonia Dignidad, í dag Villa Baviera. Hvussu man tað vera hjá teimum, sum hava liðið undir leiðsluni hjá Schäfer og enn búgva á staðnum, sum er so merktur av hesum trauma? Hvussu handfara tey ágangin, sjálvstøðugt og í felagsskapi? Og hvussu lærir tú at redefinera tað, tú trýrt á og at stóla uppá og elska nakran aftur, tá tú ert so dyggiliga svikin?

Tá vit vóru fyrst í tretivunum og fóru at ganga saman, høvdu vit langt síðani slept svart-hvítu heimsmyndini, sum í stóran mun hevði merkt barndómsárini hjá okkum báðum. Tað bleiv átrokandi at lýsa og kanna málið nærri og at fáa eina djúpari fatan av, hví vit menniskju gera sum vit gera, og verða til tey, sum vit eru, og hvussu samfeløg sum hesi verða til. Colonia Dignidad varð eitt sjálvsagt stað at vitja. Sum tað er í teim flestu post-fasistisku samfeløgum í heiminum, er yvirskipaða kjakið um bygdina læst fast í svart-hvítar tankar. Fyrr hava royndir verið gjørdar at skapa ein dialog millum syndraðu partaranar í bygdini og at geva pláss fyri semju í og uttanfyri økið, men í flestu mainstream-miðlum verður søgan bara um offur og yvirgangsmenn. Í veruleikanum eru viðurskiftini millum offur og yvirgangsmenn nógv fløktari. Flestu íbúgvar eru bæði.

Í hálvtfjórða ár hava vit arbeitt við filminum og eru sloppin inn hjá fólkunum í bygdini. Strategiirnar er fleiri, so sum at skapa eitt egið paradís, sum eisini ferðafólkini sleppa inn í. Men vit vilja við filminum kanna og vísa, hvussu og hví menniskju umskriva teirra fortíð og hvørjar mekanismur tá fara í gongd, hvør hevur maktina og hvussu menniskjansliga skroypiligheitin virkar og hvørjar sálarfrøðiligar mekanismur fara í gongd í bygdini, siga Estephan Wagner og Marianne Hougen-Moraga.

Filmur er sterkasti miðilin

Songs of Repression er enn eitt dømi um, hvussu sterkur miðil filmur er, stillisliga at siga okkum søgur um alment menniskjanslig viðurskifti frá fyrstu hond, sum hóast skjalprógvað, ikki fáa pláss í nakrari søgubók, tí eingin søgusigari bjóðar til at vinkla og tíansheldur bera fram søguna í almenna rúminum. Heldur enn skakandi sensatiónina, religiøsa ørvitisskapin og hvíta yvirharradømi, heldur søgan seg til fyrstuhonds keldurnar, tey sum enn búgva á staðnum. Hvat siga tey og hvussu fata tey seg sjálvi nú, við øllum speglingum aftureftir?

Tað er her, í einum stillførum samanfevnandi tanka, at filmurin verður so áhugaverdur, at tú sleppir honum ikki, hóast tú sært hann á teldu og ikki á stórum lørifti í biografi, sum er rætti karmurin, ikki minst í endamyndini, sum eg gleði meg til at síggja í felag á filmi.

Í hesum stilla tóna í hesum ræðuliga ævintyri, hómast javnan grundtónar og afturljóð úr okkara egnu mentan við teirri ríku evangelisku sanghevdini úr øllum handa fríkirkjum.

Hóast skakandi, er tað hugtakandi, tá hesir frásøgulutir møtast á slættanum undir Andesfjøllum í Kili.

Tú kanst síggja filmin fyri seks evrur á netinum. Hevur tú minsta áhuga fyri filmi og reportasju, so skalt tú síggja henda filmin. Sindur er frálíðið síðan eg sá hinar báðar filmarnar úr Indionesia. Haldi, at hesin í greiddleika lyftir teir báðar, ikki sørt spælandi filmarnar, upp á eitt listarliga áhugaverdari støði.

13 filmar vóru i kappingini. Í dómsnevndini vóru Brenda Coughlin, Sundance Institute í USA, Christoph Terhechte, DOK Leipzig í Týsklandi, rumenski filmsleikstjórin Alexander Nanau og danski filmsleikstjórin Pernille Rose Grønkjær.