Skip to main content

Er fótbólturin ein mafia?


Sum tilbúgvingarstovnur fær Kringvarpið seg roynt í hesum døgum við kreppusamskifti um, hvussu borgarin skal fyrihalda seg, og hvussu myndugleikin og fakkunnleikin velur at orða seg. Í stundini er mikrofonin og myndatólið har. Frálíkt avrik í sjálvum sær, ikki minst tá Barbara Holm í Degi og Viku mánakvøldið hevði boðið Bjarna Arge og Brynhild Thomsen í sendistovuna at skifta orð um samskiftið, hvør strategiska ætlanin hevur verið, hvør er sloppin framat, og hvussu samskiftið hevur hilnast. Ein hin best fyrireikaða samrøða og orðaskifti, eg havi hoyrt í føroyskum miðili, tað eg minnist, um júst hetta týdningarmikla evni.


Men ítróttin og fótbólturin, sum hevur tiltuskað sær ein pall við ikki hissini makt, slapp ikki við í kjakið. Kanska varð evnið tómt og liðugt, tá tólv minuttir vóru farnir, tí tá endaði verturin góða prátið. Sindur ómotiverað, at runda klokkan skal praktiserast so fýrakantað. Men kanska var tað tí, at tá vildi fótbólturin eisini við, nú borgarstjórarnir eisini hava bygt sín egna heimakoronapall nú kommunuval verður um eitt hálvt ár. Bleiv svangur eftir meira, nógv meira, vitbornum tosi um verandi kreppusamskiftið í okkara egna landi beint nú. Ikki minst í framhadaldandi dekninginum av sama máli, koronastongslinum, nú tað er greitt, at fótbólturin ikki bara heldur fram, sum um einki er hent, men eisini verður hildin fram. Inn í hvørja stovu. Ikki av einum og hvørjum í føroyska makthierarkinum, men fyrst av løgmanni, síðan av ÍSF forseta og síðan av løgtingslimi og FSF forseta. Eg varnist ongan mótspurning av týdningi hjá nøkrum journalisti. Er kortini ein farri av undran í spyrjandi hondhildnu mikrofonini, tú ivast í um nakar yvirhøvur heldur, so verður undrandi journalistiski ivin, sum kanska kann hómast undir luppi, sópaður av vøllinum og dømdur úti úr prátinum. Pronto. Eftir siti eg við eini sannførandi hugsan um, at fótbóltur er rótfest mafia. Fyrr ivaðist eg onkra hendingaløtu í tí. Men tað var fyrr. Eg ivist ikki longur í, at fótbóltur er rótfestur í sterkari rótum, sum ikki eru til diskussión í almannamiðilinum, sjálvt ikki í tilbúgvandi kreppustøðu. Her gerst einki. Frá løgmanni inn í løgtingið og inn í áhugafelagsskapin, sum rímuligt er. Men tá heilsumyndugeikarnir, og øll teirra fyrivarni, verða sett til viks av somu myndugleikapersónum, eri eg sannførdur. Almennapersónarnir kenna onga interessukonflikt í kreppustøðuni. Tað er ein vegur, tað er fram, og fótbólturin vísur vegin. Tað er sum gamli Føroya Banki, tá Jazzfelagið mundi fingið fastatøkur á fólki. Tá vísti Føroya Banki í eini simplari blýantstekning í tveimum stigum, hvussu tú rakti mál beint fram og ikki fór at dribla á síðugøtum, sum hini hopphøvdini, og gloyma eyðsýnda eindarmálið eina løtu. Fótbóltur er ein statur í statinum, ein untouchable eind, sum livir sítt egna lív, óansæð hvat hendir og onnur siga og gera, eisini tjóðarítróttin. Løgið, at fótbólturin bleiv felags maktin hjá tjóðini í samskfitandi koronakreppu og stongsili. So páfallandi løgið, at eg fái ein tanka um, at hetta er einki uttan eitt skuggaspæl at fjala okkurt heilt annað. Kanska ein Maradonadribling í skugganum í einum suðuritalskum mafiabýi? Droymi eg ella vaki eg? Voytsje...