Skip to main content

Posts

Showing posts matching the search for slepp tær til heiti fani

Tá Gerhard varð lúnsjaður í Losjuni

Tað smakkar bara so væl at lesa hasi orðini. Ikki tí eg havi nakað ímóti Gerhardi ella Javnaðarflokkinum í Avhaldslosjuni, men bara tí at eg síggi spælandi orðalagið, sum ikki er eitt stívrent kvæðaørindi at fáa bókstavarím til skúlabrúks, men beint fram brúksføroyskt loyst úr lagdi. Samstundis sum danski prinsurin kom til Føroya at vitja heimsins bestu statistar, sum í sjálvum sær kundi verið ein søga í nýggja svarta Høgnasavninum, kom høvundurin , sum hann kallar seg í sekstan tekstum, inn á gólvið á arbeiðsplássinum við einum gávueintaki av bókini, ið ber intertekstuella heitið "Slepp tær til heiti fani". Yvirskriftin á dagsins bloggi er tikin úr fyrsta tekstinum, Aftur og Framsókn , ið er um ganska almindeligar livibreyðspolitikarar, sum skifta flokk, og heitið á bókini er frá høvundanum sjálvum, tá hann í seinasta teksti bankar á dyrnar hjá bannandi prædikumanninum í Sittitjørkj, sum helst er vaksin upp í minstu brøðrasamkomu í landinum, og sjálvur fer at ba