Skip to main content

Posts

Statue of Liberty

Seinrapartin, tá ringasti hitin var av, fóru vit við báti út til oynna, har Statue of Liberty stendur sum eitt vartekin yvir New York bý. Men gakk, tá vit vóru komin út á oynna og skuldu inn í Frælsisgudinnuna, var stongt. Tey, ið seldu okkum atgongumerkini, hvødu ikki grett orð um hetta. Ein turistfella. Í hvussu er henda dag. Tað vóru fleiri enn vit samd um.

Chelsea in the morning

Hanus og Jógvan í skarpa morgunljósinum við inngongina til Hotel Chelsea. Á triðju hædd býr eitt listafólk, sum á durininum sigur "I didnt chose Chelsea; Chelsea chose me". Á fimtu hædd spælir eitt listafólk við skóm og á niðastu mydini síggjast mótmælisdúkar og -handkløð, sum krevja at fáa Harra Barda aftur í leiðsluna. Hotel Chelsea er heimstaður fyri bohémar, yrkjarar, myndlistafólk og tónleikarar. Upprunaliga varð hotellið bygt til tónleikalesandi. Tí eru veggirnir so tjúkkir at ikki eitt kis hoyrist millum rúmini. Hotellið er bygt í 1883, og fleiri av ferðafólkunum, ið komu livandi í land eftir at Titanic sakk í 1912, hava búð her. Í áratíggju hevur familjan Bard átt og rikið hotellið. Men í fjør var harra Bard koyrdur frá, tá ein ríkmaur í California keypti ognina. Síðani hevur verið mótmælt “Bring back the Bards”. Hotellið er eisni merkt av deyða og skandalum. Dylan Thomas doyði her í 1953 og Nancy Spungen í 1978. Hon var unnusta Sid Vicious' úr Sex Pistols. Tey e

Búgva á Hotel Chelsea

Vit búgva beint undir skeltinum, út móti vegnum. Unn og Jógvan yvirav hotellinum og niðast Jógvan á trappuni uttanfyri svituna, har vit búgva. Japanski Hiroya (1965-2004) hevur málað. Um átta tíðina á kvøldi komu vit til Hotel Chelsea á Manhattan. Vit høvdu bílagt svituna 219 í góðari tíð, so vit vóru spent at uppliva hotellið sum búfólk. Í januar 2001 var eg á hotellinum saman við Edward Fuglø og gjørdi samrøður við távernda hotellstjóran Mr. Bard og japanska listamanninum Hiroya. Í meðan er Mr. Bard koyrdur frá og Hiroya er deyður. Meiri um teir báðar seinni. Unn var við á ferðini í New York 2001 og tá lovaðu vit hvørjum øðrum at her skuldu vit búgva, næstu ferð vit komu til New York. Sum sagt so gjørt. Ein rokkbólkur, Marlene Fever, hevur nýligani búð í sama rúmi. Ella rættari rúmum. Í stødd er svitan sum tvær íbúðir. Marlene Fever hava gjørt 10 uppøkur her og lagt tær allar á YouTube. Leita og finn upptøkurnar, sum er í svørtum-hvítum upptøkum við spennandi ljóðum.

Bart Simpson er best

Óansæð um tú hevur grønt ella reytt pass, so eru tey hjá Simpson besta undirhaldið, tað verið seg í føroyskum stovum ella íslendskum flogførum. Homer og Bart Simpson vóru bestir at stytta um stundir á drúgva túrinum við Icelandair.

Ljónið í Bláa lónið

Eftir góðan íslandskan morgunmat hjá Evelyne, m.a. við íslendskum grønmeti, fóru vit út í Bláa lónið og tjums, útí. Portrettmyndina tók Jógvan. Síðani við bussinum til flogvøllin í Keflavík.

Listaverk á byggiplássi

Bygt verður alla tíðina í stórbýum. Tí eru teir so stórir, býirnir. Soleiðis er eisini í Reykjavík. Men ístaðin fyri at seta stillads, ella byggiplátur upp fyri økið, har bygt verður, er eitt listaverk sett upp í miðum býi. Listaverkið er sett saman av hundraðtals andlitsmyndum av børnum. Tað er í sambandi við Listahátið Reykjavíkur at fotografarnir Anna Leoniak og Fiann Paul hava verði Ísland runt og avmyndað børn í trý til seks ára aldri, sum búgva á fjarskotnum støðum. Úrslitið sæst sum ein stórur, samansettur myndaveggur, sum í miðbýnum fjalir byggiplássið aftanfyri. Eisini tá ellisakfør, sum omanfyri, koyra framvið.

Hlöllabátar

Einki er sum ein samloka frá Hlölla, ein Hlöllabátur . Hesar vælsmakkandi samlokur rópast bátar , tú matskráin leggur upp til sjóvinnu og sigling. Ein kallast línubátur, ein annar gummibátur og uppaftur ein annar pinnabátur. Eri eg í Reykjavík, smakki eg altíð ein Hlöllabát. Og onnur skulu jú setast við og njóta hetta gastronomiska upplivilsi, mitt í okkara næsta stórbýi. Kokkurin var so fryntligur, at hann lovaði mær inn um at fylgja við í matgerðini.

Stytsta jarnbreyt í verðini?

Við havnalagið í Reykjavík sæst eitt brot av heimsins stytstu jarnbreyt. Á henni stendur lokomotivið Minør , sum var brúkt, tá havnin í Reykjavík varð bygd út, árini 1913-1928.

Geisladiskar hjá Valda

Reykjavík er sjáldsama spennandi býur hjá teim, ið hava áhuga fyri gomlum plátum, filmum og øðrum lutum og fyribrigdum, ið spretta úr almugumentanini, tey rópa pop culture. Her eru Jógvan og Hanus við dyrnar hjá Valda, sum selur undarligar fløgur og dvd-filmar, nýggjar og brúktar. Ovast sæst Valdi sjálvur við diskin í lítlu búðini. Og ikki eitt orð á hesum sinni um, at tað var Jóhan Hendrik Winther Poulsen, ið fann uppá orðið geisladiskur.

Góðveður í Reykjavík

Í góðveðrinum í Reykjavík er nógvir møguleikar at stytta sær um stundir. Her eru Jógvan og Hanus á café í miðbýnum, millum føroysku sendistovuna og Altingið, innan vit fara ein túr til Tjørnina og Ráðhúsið.

Í Reykjavík hjá Evelyne

Unn og Birgir saman við Evelyne Nihouaran, ið rekur Baldursbrá í Reykjavík. Niðriundir sæst Birgir fylla bensin á bilin í Havn, ávegis til fløgvøllin í morgun (Myndir: Jógvan Kruse) Eftir at hava fylt bensin á við Ringvegin í Havn fyri meiri ein tíggju krónur liturin, lá leiðin til flogvøllin í Vágum. Vit ugga okkum við at bensinið í USA kostar í mesta lagi helvtina av tí føroyska. Tó, føroyska er so nógv sagt. Men kanska fáa vit av føroyska landgrunninum ein sjønnan dag ágóðan av høga bensinprísinum. Hvør veit. Vertinnan Evelyne Nihouaran heintaði okkum á flogvøllinum í Reykjavík og bjóðar ból og bita - bed and breakfast - í miðbýnum. Baldursbrá eitir fyritøkan, ið hon rekur.

Summarið er byrjað

Hanus og Jógvan leggja farleiðina, nú vit skulu koyra í Kalifornia (Mynd: Birgir Kruse) Summarfrí merkir ferðatíð, antin her í landinum ella uttanlands. Í morgin fara vit vestureftir, langt vestureftir. Um Ísland fara vit til New York og síðani til San Francisco. Haðani er ætlanin at koyra í bili til flestu av eksotisku støðunum í Kalifornia. Eins og fyrr hevur Fjóla á 62 Norður ordna ferðaseðlarnar. Kanska lata vit hoyra frá okkum um bloggin, livst so spyrst.

Fotomaraton

Ovast mín egna mynd, "Tvey", tikin í Tórsbyrgi við støði í sanginum um "Sóljugentuna". Niðriundir sæst myndin "Tvey" hjá Metu C Palle, tikin á Føðideildini. Báðar myndir eru tiknar foto-maratondagin 12. juli (Myndir: Birgir Kruse og Meta C. Palle) Leygardagin 12. juli skipaðu Kovboyfilm og Dimmalætting fyri Fotomaraton frá klokkan 13:00 til 18:00. Givnað evnið var TVEY. Thomas Koba Jensen greiddi frá, hvat var loyvt og ikki. Eitt ótrúliga stuttligt tiltak, sum fekk avbera góða undirtøku. Vinnaramyndin var fantastisk. Saman við hinum myndunum sæst hon við grundgeving á heimasíðuni hjá Dimmu http://www.dimma.fo/picturegallery.asp?plID=60C211B3-FED7-4A48-9360-70CDB16F9C4E&Image=4 Ein annar luttakari í Fotomaraton var eisini úr Tórsbyrgi, Meta C. Palle. Meta tók myndina TVEY á Føðideildin, har hon starvast. Mín mynd er tikin í Tórsbyrgi. Umframt at halda meg til givna evnið TVEY, tók eg grundstøði í sanginum um Sóljugentuna , ið byggir á norska sangin um

Nýtt krossflagg

Orknoyski skiparin David Reid við flagginum á hekkuni á Capella Endavour. Niðriundir sæst yngsti maður umborð. Eins errin og skiparin vísir hann nýggja krossmerkið hjá oyrknoyingum. Á Molanum, í baksýni, sæst eitt av stóru ferðamannaskipunum, ið hesa tíðina liggja eina løtu á Havnini. Niðast síggjast tríggir seglbátar í Vágsbotni. Innast ein norskur bátur úr Alta, í miðjuni hetlendski Capella Endavour og ytst á myndin sæst Vivi úr Kvívík (Myndir: Birgir Kruse) Á sumri eru nógvir seglbátar í Havn. Tíðliga á sumri síggjast teir ávegis til Grønlands og kanska so langt sum til Nýfunnlands. Um miðsummarleitið og inn í juli mánað fara teir sjálvdan so langt. Í dag lá orknoyski seglbáturin Capella Endavour undir Bryggjubakka. “This is a midlife crisis-tour” sigur ein av skemtiligu orknoyingunum, ið manna bátin. Skipari er David Reid. “Vit fara víðari longu í kvøld. Leiðin liggur til Akureyrar á íslendska norðurlandinum og so aftur til Føroya, innan vit venda heim aftur til Kirkwall. Her dáma

Ár og nøvn

Á grøvini hjá pápa mínum, Jógvan Kruse, sum hevði verið 84 ár í dag. Niðriundir eru vit fýra systkinini, Oddmar við dóttrini Súsonnu, Benadikta, Elisabeth og Birgir, avmyndaði norðuri á Eiði, saman við mammu, Amandu, tá hon fylti 75 ár 8. september í fjør. Føðingardagin helt hon á Hotel Eiði sama dag. Niðast eru Hanus, Unn, Birgir og Jógvan avmyndaði á sama staði (Myndir: Unn og Oddmar Kruse) Í dag er føðingaradgur hjá pápa mínum Jógvan Kruse. Hann doyði 10. mars 1997. Yngri sonurin, Jógvan, er uppkallaður eftir abbanum. Hesin dagur er eisini okkara brúdleypsdagur. Vit giftust 6. juli 1993. Tíðin gongur, má sigast.

Mjørki yvir landið

Ovast sæst stórsta ferðamannaskipið í ár, Costa Atlantica, úr Genova. Niðri undir sæst Falkur úr Runavík, sum systurskipið og partrolarin Heykur rendi á í mjørkanum í morgun, meðan Costa Atlantica siglir til Esbjerg (Myndir: Birgir Kruse og Costa Cruise) Mjørki er um alt landið. Bæði í Havn, har stórsta ferðamannaskipið Costa Atlantica úr Genova lá fríggjadagin, og á Sandoyarbankanum, har partrolararnir hjá Faroe Seafood, Heykur og Falkur, rendu saman. Av bulbustevninum á Heyki fekk Falkur fekk eitt hol, tríggjar metrar stórt, undir vatnganginum á bakborðssíðu. Falkur og Heykur eru bygdir í Vigo í Spania heystið 2007. Tey tólv passagerdekkini umborða á Costa Atlantica hava øll nøvn eftir filmum hjá Federico Fellini og eru prýdd við paparazzi myndum. Ikki smávegis italsk elegansa. Skipið er bygt ár 2000. Farleiðin hjá Costa Atlantica kann síggjast beint av dekkinum, fram og aftur, bara tú hevur teldu og netsamband. Í løtuni er skipið á veg til Esbjerg. Heimasíðan hjá reiðarínum er http

HIKING VIÐ FAROE ADVENTURE

Á hiking ferð við Faroe Adventure í Dølum á vári 2008. Í miðjuni Eyðun Berg, ið skipar ferðirnar, sum byrja við Leynarvatn og eftir tríggjar fjallatindar enda í Saksun Gamlar gøtur Faroe Adventure skipar fyri hiking-túrum eftir aldargomlum gøtum. Her er besta høvið at uppliva kørgu og órørdu føroysku náttúruna í øllum hennara veldi. Á sløttum, eins og í brøttum líðum, ganga vit í fedranna sporum, umgyrd av trøllsligum homrum og livandi søgum. Í øldir hava bøndur, postmenn og jarðarmøður gingið hesar gøtur. Við stórsta varsemi, og í smáum bólkum, taka vit okkum fram eftir gøtunum, uttan at lata nakað síggjast eftir okkum. Mál og mið okkara er at skapa ein framúr góða uppliving, bæði til likams og sálar. Tveir dagar í telti Faroe Adventure byrjar ferðina við Leynarvatn, har norðuri á Streymoynni. Hetta er hiking-ferð, ið leiðir okkum gjøgnum vøkru dalaranar oman fyri Vestmanna. Tveir dagar seinni eru vit komin fram til Saksunar. Næturnar liggja vit í telti og gera okkum góðan mat, sum e

Fourth of July

Einki er sum góðir vinir. Her eru fýra, Hans, Martin, Jóhan Petur og eg sjálvur á Hotel Føroyum eftir ein góðan døgurða, sum Jóhan Petur bjóðaði í dag, fjórða juli. Takk fyri tað! Niðri undir Birgir við fløguni hjá Riders in the Sky, ið ber heitið "Always Drink Upstream From The Herd". Tað er so nakað at hugsa um hjá kúrekum á amerikanska tjóðardegnum Amerikanskur tjóðardagur er í dag. Ivasamt er, hvat hátíðarhald er í tí. Eingin onnur tjóð hevur sum hin amerikanska spælt altjóða løgreglumaður, prædikað og samstundis dripið frá hond. Eingin onnur tjóð hevur gjørt seg seka í so grovum ákærum, sum tær, ið verða førdar fram í Hollywood-filminum Syriana . Sama sarkasma fekk Bob Dylan at yrkja um tað heilt serliga amerikanska rættvísið, sum fer í sjálvsving og fær miðal amerikumannin at ganga With God on our side . Amerika er mótsetingar og frælsi. Saman við støddini á landinum og tí undirhaldsfloymi, sum vit verða rakt av hvønn dag, eru tó eisini undirstreymar, afturundirgerð og

Hvørjum bjóðar tú í føðingardag?

Ein ætlaður átta ára føðingardagur í Lund er komin í heimspressuna (Mynd: Sydsvenskan) Í lærda býnum Lund ætlaði ein drongur at halda átta ára føðingardag. Í skúlanum bjóðaði hann øllum floksfeløgunum uttan tveimum í føðingardag. Tá lærarin varnast, at tveir næmingar eru ikki bodnir við, tekur hann øll innbjóðingarkortini frá næmingunum. Nú er málið meldað til svenska Ríkisdagin, har umboðsmaðurin, justitieombudsmannen, skal taka støðu í stóra svenska føðingardagsmálinum, sum er ovast á breddanum hjá BBC. Við svenska lokalblaðið sigur pápi drongin, ið ætlaði at halda føðingardag í Lund – Min son tog väldigt illa vid sig. Ingen har rätt att konfiskera någons egendom på det här viset, det är precis som att ta någons post (Max Jerneck, Sydsvenskan). Skúlaleiðslan í Lund svarar aftur og sigur við BBC, at drongurin, ið ætlaði at halda føðingardag, hevur forbrotið seg móti altjóða barnarættindasáttmálanum hjá ST. Leiðslan vil tryggja sær at innbjóðingar, sum eru í umfari á skúlanum, ikki g

Agurkutíð(indi)

Agurk er góð og kann brúkast til mangt og hvat í føroyska húsarhaldinum. Men á hásumri leggur agurkin navn til lægsta felagsnevnaran í fjølmiðlaheiminum Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí, og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir, og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram. Tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Season. Í báðum førum er talan um hásummartíð, sum vit kanska kundu knýtt aftur at hundadøgum. Eru stór tíðindi at bera, tá vit raka agurkutíðina, velja vit at goyma tíðindini til samfelagið aftur er í go