Skip to main content

Plátuveitsla við Aggrasoppum

Tá eg fyri stuttum kom aftur úr feriu, og hevði trálurtað eftir Worth It hjá 26 ára gomlu RAYE, sum aftur lurtar eftir Lauryn Hill, lá ein krossorðagáta frá Aggrasoppum í postkassanum. Lurting skapar afturljóð. Men var so ruddingarsinnaður, at alt fór í skrell, tilboðsbløð og gátan, sum var innbjóðing til útgávuveitslu. Tá eg dagin fyri tiltakið ikki hevði latið við meg koma, skrivar Trygvi á Messenger og spyr, um eg havi hugt í kassan. Well, vit senda postharkaliðið omaftur til tín, sigur hann, og boðar seinni sama kvøld frá, at nú hevði postgrýlan verið á gátt.

Eri paff, annan vegin at listafólk eru blivin so tjekkað, at tey miðvíst rokna logistikk upp í framførsluna, og hin vegin, at nakar so ungur vil hava ein pensjónist, ja fyrsta dagin, við til tað, sum heilt vist verður ársins release party. Einki minni. Eg tók av.

Skundaði mær oman í Tutl at keypa LP plátuna, so eg kundi hava allar tekstir í hondini, meðan eg lurti á Spotify, tí hetta er eisini eitt yrkingasavn. Húsin, sum Hanna Nordberg-Williams hevur gjørt, og minnir meg á barnabøkurnar hjá Steinbirni Jacobsen, sum Bárður Jákupsson teknaði, er í sjálvum sær dokumentatiónin av plátuni og sangunum, sum eru á henni. Tann partin dugir Spotify ikki til.

Og so verður klokkan átta, tá vit skulu møta í Steinatúni, at fara upp í fráboðaða býarbussin, sum Danny, pápi Trúgva, koyrir. Schumacher, sum eg haldi hann kallar hann, tá stuttfilmurin 111 góðir dagar varð vístur og vann Geytan í 2018. Tað var fyri spælandi frásagnargleði, at filmurin vann. Tað var øll nevndin samd um, eisini innbodni íslendski leikstjórin, Hlynur Pálmason. Fyri ólavsøku í 2012 varð lidni filmurin sýndur í fullari spælifilmslongd í Havnar Bio. Gott at síggja, at Geytin er tann áeggjan, hann av fyrstan tíð varð hugsaður at verða. 

Fult av ungum tyrpast í miðbýartúninum og fara upp í reyða veitslubussin. Sjovið startar við at ein ungur maður, hugsi eg tað er, gongur við einum gettoblastara, sum spælir og boomboxar Paloma Blanca hjá George Baker Selection frá 1975. Upp í saman. Tað er næstan sum at vera til útimøti í Havn um somu tíð, har Eli Andrésen, hugsi eg tað var, hevði ein andaligan føroyska sang við hesum sama lagi, sum rekordbøkurnar siga vera mest spælda á plátu, oftari enn White Christmas. Tey filmisku kunnu blunda og hoyra Little Green Bag frá 1969, sum sami niðurlendski George Baker sang og Quentin Tarantino brúkti í Resorvoir Dogs í 1992. Tá bleiv hann kult, bæði sangur og sangari.

Nú eru Aggrasoppar væl á veg at blíva kult.

Danny koyrir niðan Bøkjarabrekku, oman Jónas Bronksgøtu, út við Strond, og fólk fara at gita, hvar vit fara. Hoydalar? Hoyvíkshøllina? Nei, eftir ein túr við Paloma Blanca í oyrunum, og tú væl og virðiliga ert syftur aftur til sjeytiárini, kanska er tað realflokkurin, sum hevur fráfaringarveitslu, so leggur bussurin til lending við fortovskantin hjá Skemmuni og Jysk sengetøjslager uppi á Hálsi. 

Tað er myrkt, og vælskipaðir vegvísarir við lyktum á pannuni, og so væl instrueraðum armrørslum, at tað er sum dansandi teatralskar flogternur, ið greiða frá rýmingarleiðum, fáa okkum at tiga og varisliga ganga uppá, tí her – skilst, uttan eitt orð – sova tey. 

So er. 

Øll liggja undir dýnum, til veking er, og tey standa upp, ja standa upp, sum í bíbilskum gospelhøpi, ið alla tíðina liggur undir sum ein afturundirgerð av eini kórkrúllu, gospelgrundin, ikki minst tá Paloma Blanca, hvíta dúgvan, kemur sum manna av himni og tey verða eksalteraði og fara at veipa við ørmum, sum siður er á vekingarmøtum. 

Fylgispælið, trumman, bassurin og ljómborðið traðkar út úr Skemmumyrkrinum, ikki tí vit síggja so nógv til instrumentalistarnar, men teir binda myrka sovirúmið við spakuliga drívandi ljóði, serliga trummurnar, ið svinga sum í Two Princes hjá Spin Doctors, bara varisligari og uttan at smildra ljóðmyndina, sum er reglugerð nummar eitt í rútmiskum tónleiki, smildra aldri ljóðmyndina. Hetta er framúr, og so kemur gittarin omaná sum skreytsukur, tað reina krymmel, hetta er Ólavur Gaard við pedalum, tað hoyri eg, hóast eg ikki síggi hann.

Sangurin hjá teim trimum solistunum, sum fyrst og fremst eiga tekstirnar og løgini, men eisini beats og samplingar, Dania O. Tausen, Trygvi Danielsen og Eyðfinn B. Lamhauge, fyllir seingjarumhvørvið, meðan akrobatiskir dansarar strúka framvið við lýsandi náttblómum. Hóast pallsetingin spælir uppá song og sex, er úttrykkið so reint og skært, at eg fái varhugan av einum initiatións rituali millum ungar kroppar.

Fólk eru varislig fyrst at seta seg, og síðan flyta seg í handilsliga umhvørvinum. Men so er samband til allar síður og eg spyrji meg fram til spælandi nøvnini, ið eru Hjørtur P. Háberg, sum spælir trummur, Karl Andrias Stórá bass, Kristian Pauli Ellefsen ljómborð og Ólavur Gaard gittar. Og so ger Theodor Kapnas ljóð, sum tey so generøst siga. 

Fyrsta konsertin, sum er ein heildarhappening í handilsligum høpi mitt í vakstrarøkinum uppi á Hálsi í Havn, lovar, at her er nógv og gott í væntu.

So er liðugt og instrumentalistarnir fara við amboðunum undir hond, varisliga men málsøknir av stað, giti tað er til næsta pall, har vit aftur skulu møta teimum, eftir at bussurin hevur koyrt okkum, um ikki 111, so fleiri góðar rundkoyringar.

Tað er sum at koyra inn í Graceland, hóast teinurin bara er yvir um vegin. Tí tað snýr seg um logistikk í marknaðarføring. Bussurin hevur til uppgávu at halda fólkið savnað. So steðgar hann, bussurin, við konsertstað nummar tvey. 

Vit eru hjá Borg og fara inn í urtagarðskrókin. Og so kemur eitt sjov, sum er nógv harðari og rappandi kontantari, fyri ikki at siga ágangandi, enn fyrra varisliga vekingarkonsertin. Fólk kenna sangirnar, syngja við og eg haldi fyri vist, at tey trý høvuðsnøvnini, serliga Eyðfinn, brúkar aftursvarið hjá lurtarunum sum eitt organiskt call-and-response. Júst henda niðurbróting at senukanti ger urtagarðskonsertina vilt livandi. So livandi, at Marius DC tekur mikrofonina og rullar seg inn í ljóðmyndina. Hann vil øgiliga gjarna, og tað er eisini rúm fyri honum. Ein góð inkluderandi løta, sum far meg at fata, at helst er just hetta málsetningurin, inklusjón. Í ljósinum hjá Jákup Skovsgaard Thøgersen er konsertin í Borg hin mest og best málsøkna í interaktión við publikum. Kontant avrokning millum spælandi og lurtandi, og ein praktfull gittarsolo.

So er bussurin aftur fyri durum og vit verða førd ta stutt leið til OY at bunkra, sodna og skifta orð um hesa nýggju lurti- og plátuveitslu, sum viskar út allar aldursmunir og sameinir fólk í alskinum til tónleik, har allar tínar referansur undir nálini í hálva øld ella meir, koma upp at blása og tað í teksti, sum er á tínum egna móðurmáli beint undan emblematiserandi Móðurmálsdegnum, har nógvir fyrilestrar verða hildnir, onkrir kanska út í tóman heim sum eitt villfárilsi, men allir í hvussu er langt frá hesi savningarmentan, sum hevur hallusinerandi frámerkið Aggrasoppar. Praktfult forloysandi mitt í Føroyum.

Nú er útkall til triðu og seinastu konsert. Bussførarin er í logistiskari kontakt við fyrireikararnar, so koyringin er so long sum nýtist til alt er klárt og liðugt at taka ímóti okkum. Eftir nógvar gitingar og snurr í gøtunum, steðga vit í túninum hjá Sjósavninum á Argjum. 

Inni er ljós málað í luftina, sum er fylt við royki, reytt, men eisini eirgrønt úr vatninum, sum toskarnir svimja í, eirgrønt, sum aldursrunnar kirkjutekjur úr kopari, ið ikki fær meg at hugsa so nógv um staðseting av kirkjum, sum málningar hjá Mikines og tær uppstillingar, sum hann hevur brent okkum á ennið bara vit opna móðurmálseygað. Meistarliga ljósið hevur Gwenael Akira Helmsdal, sum eisini fotograferar, gjørt. 

Meðan toskar svimja í baksýni rulla tey seg aftur út, so unikka sjovið fær ein farra av Leningrad Cowboys á Reyða torginum, sum júst er endanummarið, orðleysi tónleikurin til Før meg einaferð enn út á dekkið, og júst tí er desimeraður til heitið Einasta Vaktin. Framúr sjovið er komið at enda. 

Nú kann plátan keypast og ein øl eisini. Alt samalt í Sjósavninum. 

Listafólkini takka fyri og vit fáa ein hálvan tíma at gera okkum klár til seinasta busstúrin heim í Sirkus. 

So fari eg heim. 

Mettaður av eini uppliving, sum er generera burturúr eini LP plátu. Púra ryktur burtur í annan heim seti eg meg nú at lurta eftir plátuni. 

Við Aggrasoppum hevur marknaðarføring fingið eina nýggja dimensjón í føroyskari plátuutgávu. Ein dimensjón, sum gongur hond í hond við tað listaliga sjangrubundna og pallin, sum krevur atgongugjald, antin tað er konsert ella pláta. Takksamur fyri at verða boðin við. 

Til lukku við nýggju plátuni. Haldi, tit hava fingið ein dedicated follower. Í løtuni dámar mær Ommachepannekæk.