Skip to main content

Tjóðleikhúsið: Tí, og bara tí, kann tað ikki liggja aðrastaðni enn í Havn

Eftir at havnameistarin í Havn, og nú eisini formaðurin í mentamálanevndini í høvuðsstaðnum, vilja flyta Tjóðleikhúsið á triðja sinni, Runavíkar kommuna í ramasta álvara vil hava pallin inn hagar, og Kringvarpið slær alt upp í glens fyri opnari mikronfon í tveir tímar í sendingini Skratsj, talar Føroya kendasti, virknasti og nógv mest virðislønti sjónleikari at.  

- Hesin glantrileikurin, sum bara veksur og gerst heilt absurdur, um yrkisleiklistina og tjóðpallin, má viðmerkjast, sigur Olaf Johannessen, og vendir sær til Birkblog í dag. 

- Bygdamentanin, og alt gott um hana, er um at køva alt, sum hevur við fría leiklist at gera. Tað er so týðiligt at hesir bygda- og landspolitikkarar fullkomiliga hava misskilt, hvat ein frí leiklist kann og skal. Somuleiðis hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal. 

- Eitt Tjóðleikhús er ikki eitt glæntrihús til representatiónir og konferansur, men eitt livandi stað, sum andar og livir í tíðini, og í tí umhvørvi, har tað er staðsett. Sum er opið at detta inn í, og sum spontant letur hurðar og vindeygu upp til tað umhvørvið, tað stendur í, sigur Olaf og slær staðsetingina fasta við hesum orðum: 

- Tí, og bara tí, kann tað ikki liggja aðrastaðni enn í Havn, og ikki í onkrum dali ella í onkrari bygd. Men í mínum eygum skilja hesir polittikarar og embætisfólk ikki, hvat livandi leiklist handlar um, og hvat eitt Tjóðleikhús kann og skal, sigur okkara kendasti sjónleikari, Olaf Johannessen, við Birkblog í dag.

Greiðari kann tað ikki sigast. Tað er rein og skér lokaliseringsteori.

Tær báðar myndirnar av Olafi, sum Bjarni Árting Rubeksen hevur tikið í Sandagerði í Havn, eru frá sjónvarpsrøðini Trom, har Olaf var hin karismatiski Ragnar í Rong.