Skip to main content

Posts

Showing posts with the label endurminningar

Plátur undir Barnalofti

Kristi himmalsferðardag fór eg á Spotify at spæla Seals & Crofts. Eina plátu, sum eg bara minnist frá Dora á Eiði fyri fjøruti árum síðani. Á plátuni vóru sangirnir Summer Breeze , Diamond Girl , Dust on my Saddle og Standing on a Mountain Top , sum teir plattdonsku Shu bi dua umsettu til Står på en alpetop . Plátuna spældu Dori og eg á loftinum hjá Andreu, Kjartan og Manna í 1973. Fjøruti ár seinni, henda sama Kristi himmalsferðardag, síggi eg eina mynd av Dora, til høgru niðanfyri, á Facebookprofilinum Gamlar myndir av Eiði . Er lívið verðuliga ein pláta, sum bara gongur í ring? Sum tá Lauryn Hill syngur Everything is Everything og gøtan er ein snarandi pláta, har nálin fer grøvandi ígjøgnum býin? Is God really a DJ? Og var tað ikki her, niðanfyri, at Antinis fangaði seyðatjóðarnar, uppi í hjallinum hjá abba á Barnalofti? Plátusavnið hjá Dora var cutting edge í 1973. David Bowie, Mott the Hoople og tað nýggjasta við Rolling Stones. Eitt hanagleiv harfrá átti Nik

Fagurfrøði ein sunnudag

Meðan útvarpsmaðurin kønkar seg gjøgnum niðurskrivaða tekstin, fylli eg bensin á bilin við Ringvegin í Havn. Hyggi yvir á blásvarta veggin, har eitt av Føroya vakrastu búmerkjum stendur: Svimjihøllin í Gundadali og svimjarin, ið grevur seg gjøgnum alduna. Hann er bara ein krúlla, svimjarin á aldukambinum, og skeiklast strikan eitt lítið vet, so er tað ikki longur ein svimjari, men heldur nøsin á Williami Heinesen, ella í ringasta føri Óla Andnegl. Men tað er bert ein hóttafalshugsan, sum er púra ógrundað. Hetta er ein greiður, framtøkin svimjari, ið sigur tað, sum sigasta skal, meðan tangin fyllist. Tí hetta er Svimjihøllin. Búmerkið varð gjørt til eina kapping í 1987 og hevur hingið til denna dag og vónandi nógv ár afturat. Ole Wich stóð fyri avrikinum. Frammfyri síggjast hendurnar á kavandi svimjigentuni hjá Hans Paula Olsen. Eitt meistarligt búmerki, tað á vegginum, sum tolir nógvan grafiskan larm, frá ljósmastrum, skýlum, Eik og Trygging. Bygdaliga fagurfrøðin í Sundalagnu

Tíðarlummar

Í løtuni spælir Edvard Nyholm Debes klassisku LP plátuna Pearl (1971) við Janis Joplin í Útvarpinum. Einki kann sum tónleikur fáa góð, gomul sár upp at bløða. Síðst, eg spældi hasa plátuna var í 1973 á mínum nýggja Lenco plátuspælara, sum bæði hevði ein beinan og ein s-skapaðan arm, og við fjaðrandi kontravektum lat eina reyða Ortofon nál renna gjøgnum foyrurnar og fanga øll ljóð úr vinyl plátuni. Styrkjarin var eitt norskt Radionette radio og háttalararnir vóru eins norskir, Tandberg, men við Philips dome tweeter diskant háttalarum, sum eg hevði sett í ístaðin. Og enn betri enn Pearl dámdi mær konsertupptøkuna In Concert (1972) við Janis Joplin. Hin fyrra er horvin, men hendan seinna er til enn. Evigt eies kun det tabte, sum Ibsen segði.

Rekaviður og flytifuglur niðri á Vatni

Niðri á Vatni, norðuri á Eiði, síggjast enn trivaligir viðarbular, sum helst eru riknir inn av opna Norðhavinum og syftir í briminum um Umvarpið á Mølini. Í 1960'unum gjørdu vit flakar úr hesum rekaviði. Einaferð mannaðu vit tveir flakar og her um leiðir, við hólmin, sum ungmannafelagið Glottin gjørdi í 1930'unum, rendi hin flakin við dýrandi ferð upp á okkara flaka. Helst var hin fyrri tyngri og so vatndrigin, at hann sigldi sum ein supertankari , ið ikki kundi taka ferðina av við tað fyrsta. Úrslitið var at allir fóru til botns og gingu á botninum og hildu at nú var hin seinasta løtan komin. Men so var ikki. Jens Tony Snogebæk Kruse, sum hoyggjaði í bønum, leyp sjóleysur undan Múlakletti og beint á bláman og dróg okkum allar upp á turt. Tað er ikki ókent at smádreingir eru druknaðir her á leiðum. Nú er gøta gjørd kring Vatnið. Ein frálíkur gongutúrur, hóast alt er broytt, ið hvussu er so, sum eg minnist tað. Bæði steinar og vatnstandur vóru heilt annarleiðis tá. Men kan

Páskasøga um egg og hønur

Páskabloggarin í Christiansfeld, har fólk verða grivin standandi, upp og niður Eftir fjøruti kjøtleysar dagar í oyðu og niðu er kristna hátíðin aftur yvir okkum. Hátíðin, tá vit í hástemtari tungulist og prangandi myndum minnast krossfesting og uppreisn, við íbygdum gleðiboðskapi. Gleðiboðskapi um at deyðin er ikki endin, men at lívið sigrar á seinasta fíggindanum, broddleysa deyðanum. Fyrr í dybildagavikuni sá eg filmin Defamation (Yoav Shamir 2009) um antisemitismu. Í dag, skírhósdag, sá eg filmin Blandt brødre og søstre (Halfdan Muurholm 2007) um brøðrasamkomuna í Christiansfeld, haðani myndirnar eru. Áhugavert við religiøsum forsamlingum og hvussu tær verða sæddar og síggja seg sjálvar. Eitt er persónliga gudstrúgvin, sum til dømis í Christiansfeld, har Kristus er aðalelsti , øll eta eina kærleiksmáltíð í gomlum klæðum og at enda verða grivin í Guds akuri standandi, upp og niður, klár at møta hinum almáttuga. Annað er sosiala atferðin at taka seg burtur úr heimsins meldu

Skúlafelagar møtast

Leygardagin møttust vit gomlu skúlafelagar í Havn. Hesa ferð var yvirskriftin kanska, sum skuldi endurspeglast í borðtalu aftur við døgurðanum og tónleikinum seinni um kvøldið. Vit møttust við Bowlinghøllina uppi á Hálsi og fingu ein vælkomstsnaps úr gotlendska silikonuglasinum. Hans vann kappingina og í góðveðrinum gingu vit oman í Plantasjuna, har vit settust á ein bonk aftanfyri Hvíldarheimið at eta turran fisk, epli og spik frá Gunnduri Fossdal. Síðani førdi skráin okkum oman gjøgnum býin og út á Skálatrøð, har Jan Andersson og Fríða Brekku vístu okkum grafiska verkstaðin, framsýningina við Peter Carlsen og greiddu frá um tøknina handan steinprent. Eisini sluppa vit at svinga gomlu pressuna, sum er frá 1877. Henda dag vóru fjøruti ár síðani Jimi Hendrix doyði, 27 ára gamal. Undir Gráasteini hevði Jóhan Petur savnað allar upptøkur, sum til eru við Hendrix og vit hoyrdu fýra stillar til dagin og vegin. So varð farið út til Hans á Norðasta Horni, har hann og Martin spældu Shadowsløg,

Tá sól er sett her

Í bili til Eiðis at fylgja Símuni Jóhan Wolles til gravar. Niðri undir sæst 3. real í 1975. Jóhan er triði í aftastu røð og eg hin fjórði, frá vinstru. Jóhanna Oluffa, dóttir Símun Jóhan, er onnur frá vinstru í fremstu røð (Mynd: Birgir og Skolefoto) Eins og fólk flest á Facebook, so ger eisini landsverkfrøðingurin status í hesum døgum. Status fyri mín leygardag er felags rudding í Tórsbyrgi, Rót og Rútma í Útvarpinum, jarðarferð í gomlu heimbygdini, Eiði og so føðingardagur um kvøldið. Lánt frá Ulf Lundell kunnu vit siga at tíðin gongur, og vit við henni; skjótt fellir kavin, og vit við honum. Í góðveðrinum fór Símun Jóhan Wolles til gravar í dag, 77 ára gamal. Jarðarferðin var úr Mizpa á Eiði, har Símun Jóhan alt lívið hevði prædika og livandi manað fram føroyskar lívsmyndir úr Halgubók fyri børnum og vaksnum. Og í kjallaranum smíðaði hann bátar og niðanfyri, í Miklagarði, livdu hann og familjan. Har vísti hann mær einaferð plátuna Tá sól er sett her , sum Gudmundur Gudmundsson s

Til Havs við happing

Videolist: Millum óndskap og vakurleika, ger donsk listakvinna, ið gekk í Nonnuskúlanum, listarliga installatión um happing Viðtal, Dimmalætting 14. juli 2006 Hesa vikuna hevur eitt filmslið ferðast bygd úr bygd, at finna umstøður, til eina videoinstallatión um happing. - Heilt ítøkiligani snýr tað seg um eina einkulta scenu, eitt klipp, sum er ein panorering allan kringin runt, sigur Eva Koch við grønum bøi í baksýni. - Panoreringin byrjar úti á havinum, fer inn at strondini, so síggja vit nøkur hús og síðani børn, sum spæla og kasta við onkrum. Upptøkutólið fangar eitt barn, sum rennur burtur frá og vit síggja at tað er ein steinur, ið varð kastaður. Panoreringin heldur fram, framvið barninum og út yvir bakkan og endar har hon byrjaði, úti á opnum havi.Tað er David Geyti, ið hevur gjørt panoreringsútgerðina, sum myndamenninir Bjarni Rubeksen og Rúni Kjær brúka, meðan Pauli Magnussen fangar ljóðið í harðbalnu føroysku náttúruni. Guðrun Eysturlíð er framleiðari og tann, ið skal fáa alt