Skip to main content

Posts

Showing posts with the label samferðsla

Meðan vit bíða eftir tunlinum

Dagsins hetja, Teitur Samuelsen, fotograferaður við rundkoyringina í Eysturoyartunlinum í dag.  Í Námi hava vit arbeitt við undirvísingartilfari til Snar um nýggju farleiðina, sum fer at knýta Havnina saman við Eysturoynni, og gera eina søguliga nýggja meginlinju av flogvøllinum, um høvuðsstaðin, til Runavíkar og heilt til Klaksvíkar og aftur. Eitt søguligt knýti, ið ger flestu fólk og bilar í landinum so ómetaliga nógv meira flytbar enn nakrantíð fyrr. Ja, enska orðið mobility fer heilt vist at fáa nýggjan týdning og nýggja nýtslu í føroyska veruleikanum. Flytleiki og flytføri sum orðabókin sigur.  Í morgun skeyt starvsfelagin, Rói Joensen, upp, at vit burdu farið at fotografera í tí meir enn 11 kilometur langa Eysturoyartunnlinum, so undirvísingartilfarið eisini kundi verða í myndum og ikki bara í turrum teksti við tungum rokniuppgávum, og tað í góðari tíð innan tunnilin, sum er Føroya størsta verkætlan, letur upp leygardagin hin 19. desember. Tá eru allir skúlar farnir í jólafrí.

Síðsta skot í Havnartunlinum

Samstundis sum Bárður Jákupsson, listamaður, setur mentanarnáttina í Havn, fer Heðin Mortensen, samferðslumálaráðharri, at lata síðsta skot av í Havnartunlinum, sum er teknaður á Føroyakortið omanfyri. Hetta verður hátíðarhildið í ítróttarhøllini á Hálsi í Havn, har møguleiki verður at fylgja við á stórskíggja. Skotið verður latið av kl átjan 5.274 metrar inn í tunlinum, Hvítanesmegin. Tí er ikki ráðiligt, at nógv fólk er inni í tunlinum, siga borifólkini. - Tað er ein stór løta, fyri eina av Føroya størstu byggiverkætlanum, nú jarðfrøðiligi váðin í verkætlanin er burtur, tá tunnilin er liðugt sprongdur og arbeiðið við at gera tunnilin er komið so væl áleiðis, verður sagt á heimasíðuni hjá Samferðsluráðnum, nú ein nýggj sambinding er gjørd til Havnar, og hin næsta er fyri hondum. Skráin fyri hátíðarhaldið, nú sprongt verður ígjøgnum til Havnar í dag, er henda: Bergur Poulsen nevndarformaður fyri P/F Eystur- og Sandoyartunlar bjóðar vælkomin. Heðin Mortensen, samferðslumálará