Skip to main content

Posts

Showing posts with the label tjóðskapur

Flaggdagur við boðskapi

Í dag var flaggdagshald á Vaglinum í Havn, eins og í flestu bygdum kring landið. Í Havn helt Eydna Skaale flaggdagsrøðuna, eftir at grønir og gulir skótar og Havnar Hornorkestur høvdu marsjerað inn á Vaglið. Hetta er dagurin, tá hvørt flagg er vundið á stong, og dagurin, tá fotografar næstan fara á flog, meðan Rasmus undrast, soleiðis sum hann hevur gjørt á hvørjum ári, umgyrdur av leinkjum. Fotografarnir uppdaga millum annað, at gamli gentlemansklubbin í Havnarbýi trongir til eina vinaliga hond, ja kanska ein hollan málarasponsor, so ljótur er veggurin blivin. Einastaðni síggi eg, at hol er komið á Las Vegas-littu miðbýarfasaduna. Soleiðis fer tíðin við øllum, nú almenna  Merkið fyllir 77, hóast tað upprunaliga varð teknað í 1919. Tað er lítið í mun til Klubban, sum varð stovnaður 27. oktober í 1799. So kemur flaggdagsskrúðgongan oman eftir Niels Finsensgøtu, skótarnir fremst og síðan Hornorkestrið. Nú er at skunda sær av vegnum, hóast lítlibeiggi misti

Føroyingum so líkt

Í allarbestu kringvarpstíð, fyri klokkan átta í morgun, tá øll tjóðin lurtar, varð sagt, at føroyingum so líkt vóru bara fá handrit komin inn til hoyrispælskappingina hjá Útvarpinum. Lagt varð afturat, at føroyingum so líkt fóru helst fleiri handrit at koma í postkassan í annaðkvøld, tá frestin var úti. Ein útvarpsmaður og ein útvarpskvinna í bestu senditíð til tjóðina innan dagsins verk. Hvat munnu tey meina við, tá tey siga føroyingum so líkt? Munnu tey telja seg sjálvan uppí, ella hugsa tey sum danskarar, ið ikki eru føroyingar, og tí hava eitt serliga guddómligt sjónarhorn at meta um og gera av - í passandi frástøðu? Nei, eg bara meini so við, at nú hava tvey útvarpsfólk, sum til gerandis gera sær ómak at byggja eina Kringvarpstjóð í Útnorðuri, fingið Móðurmálsvirðisløn. Fyri tjóðarbygging í gerð og tanka. Fyrimyndarligt. Men eins skjótt kann lagast niður. Sum tá útvarpsmaðurin og útvarpskvinnan við ein munn siga "Sum føroyingum so líkt." Har fór 60 ára tjó

Tvey bløð úr Hundraðlandinum á Blásiusmessu

Í dag verða donsk viðurskifti og danskt mál viðgjørd í báðum fríggjadagsbløðunum. 100% dekningur. Sosialurin sigur við løgfrøðinginum Bárði Larsen sum keldu, at vit kopiera ov nógv, og eru ikki tilvitað um okkara avmarkingar og enn minni førleikar. Tí halda vit bara, at alt skal vera sum í Danmark og kopiera við høvdinum undir arminum. Kopiera úr Hundraðlandinum sum eg plagi at siga, tí har er alt hundrað ferðir størri og sterkari enn her í Uttangarðslandinum hjá okkum. Tí er tað sjálvsagt, at vit í einum og øllum leita til Hundraðlandið, sum eisini er á evropeiska meginlandinum við góðum veðri og øllum. Sama letur dagsins Dimma okkara innastu tjóðskaparmønu, felagsskapin Heim og Skúla, gera. Eisini tey leita til Hundraðlandið at hoyra, hvussu spælireglurnar eru, og hvør man vera á hvørjum vallarparti, vit ella hini. Tey hava hidkalt en sagkundig at siga okkum tað. Tað er sjón fyri søgn, ella skuldi eg í hesum føri sagt sókn. Sjón fyri Føroya sókn. Eg gerist meir og meir sannførdur

Hvat er ein føroyingur?

Meðan tungan gongur kyk í læstum kjaki á Facebook, er tað sama tungan, ið letur upp fyri eini nýggjari gastronomiskari definitión av tí, sum føroyskt er og avgjørt ikki var gamalt fyrr Birgir Kruse@Tungulist á tallerkin meðan flogið verður við Atlantsflogi Foto@Flemming Gernyx Neyvan er nakað fólk á klótuni so aktivt á Facebook sum føroyingar. Kjakbólkar sum “føroysk rættstaving” hava fingið meiri enn ein fimting av Føroya fólki at sláa manngarð um málið, og til gerandis at taka støðu til, hvat er rætt og skeivt í føroyskum málbúna. Og tá tosa vit bara um staving, rætta staving. Ikki um nakað annað av tjóðskaparligum slagi. Men eitt kjakevni, sum javnt og samt stingur seg upp í kjalarvørrinum av tílíkum bólkum er, hvør føroyingurin er, og hvat tað er, ið skapar hann, føroyingin, og hvat hann kann rúma og ikki, av tí, sum útlendskt er. Tað, at flestu kjakarar samstundis tykjast hava skálkin við í einum og øllum, ið sagt verður, ger eisini, at kjakið er krevjandi og í mongum

Føroyar úr erva

Um so veðrið er illfýsið, sum á Vaglinum í dag, eru flaggdagsrøður altíð áhugaverdar at lurta eftir, tí tær bera brá av, hvussu langt vit eru komin á tjóðskaparleið. Jóhanna á Bergi helt ein góða røðu við ervafrásjón, frá Nils Holgarson til Lítla Prinsin, um einstaklingin, sum altíð hevur verið undangongufólk, og at enda ein ávaring um aldri at gerast skuggi hjá teim undanfarnu. Í kunngerðunum í Útvarpinum í dag hoyrdi eg nógvar flaggdagsrøðarar nevndar. Onkur teirra hava gjørt vart við seg sum fólk, ið ganga inn fyri fullveldi og ikki heimastýri. Helst er tað tí, at tey eru biðin at røða fyri flagginum. Tí eri eg spentur, um ikki heimastýrisfólk fara at protestera út á dagin. Protestera um, at aftur í ár sluppu bara fullveldisfólk at ganga undir merkið at røða og brúka varpið, skótarnar og orkestrið. Tey fara nokk ikki at protestera ímóti, at danskir stovnar veittra við donskum flaggi á føroyska flaggdegnum. Livst, so flaggast. Óla Jákup Rólantsson tók myndina omanfyri