Skip to main content

Posts

Showing posts with the label veður

Havnarveður

Her er hon, heimsins besta spælistova. Hvørt ár um hesa tíð, tá skúlaflokkar eru harraleysir av próvtøkum í eldru flokkunum, fara tey út í Sandagerði. At spæla og kanna, skúlabørn og børn á dagstovni. Alt samalt í felag. Helst eru líknandi støð úti um landið, men tey fái eg ikki fyri mína linsu, hóast mjørki er. - Typiskt havnarveður, siga tey hesa ársins tíð. Og mín sann, um eg ikki finni leitorðið havnarveður í orðabókini hjá Sprotanum. Tað er gamalt orð, ið sipar til, at nú er veður at fara til Havnar við báti. Í havnarveðrinum er mangt at síggja, tá ið tokan lættir av. Fremst fyri er ein nýbygdur árabátur við børnum og vaksnum, sum hevur lagt at við eina lítla træbrúgv. Aftanfyri sæst stóra ferðamannaskipið Rotterdam , sum hevur tikið navn eftir heimstaðnum. Men minni prangandi flutningsfør kunnu eisini taka seg fram í ósanum í Sandagerði. Áarbakkin er avtikin við sóljum so langt eygað røkkur fram við Sandá og niðan í Spunagøtu. Fyri linsuna kemur eisini ein vælv

Vetrartíð

Nú summartíðin endar fall fyrsti kavin í túnið. Í morgin er vetrartíð og klokkan tvey í nátt verður hon sett ein tíma aftur, til klokkan eitt. Tá hava vit aftur vanliga tíð og ikki ljóssparandi dagstíð. Síðani 1980 hevur løgmaður havt heimildina at flyta klokkuna. Við hesi løgtingslóg kann løgmaður áseta, at samdøgrið byrjar ein tíma fyrr í mun til vanliga tíðarrokning. Hesa fyrstu vetrarnátt verða vit vælsignað við einum dupulttíma. Veit ikki, um tey sum hava náttarvakt siga tað sama. Har eigur at vera spennandi at síggja, hvussu tími a og tími b verða honoreraðir á lønarseðilinum. Í øðrum londum verður ávarað um at koyra bil ímorgin, tí bæði sjafførar og dýr, sum krossa vegin, skulu laga innaru rútmuna til broyttu klokkuna. Tað tekur drúgva tíð, sigur danska heimasíðan Vintertid . Men samstundis er Útvarpið vaknað úr dvala. Nú enda tey ikki við eini snollutari harmoniku klokkan sjey eitt prime time leygarkvøld, men hava lovað Jákupi Magnussen framat vetrarskránni við Plátubarrini.

Hann prílar við heglingi

Ofta verður sagt, at veðrið er ekstremt og at hann prílar . Í dag brast hann á við grimdarregni, so var turt og ljóst, og so dundi eitt heglingsæl, sum eg ikki havi hoyrt áður. Í hvussu er ikki um miðjan apríl, mánaðurin, sum argar fólk, tí hann prílar . Kanska er tað so. Vit liva i ekstremum tíðum. Í hvussu er, tá um veðurlagið ræður. Og føroysku orðabókurnar, sum nú eru opnar fyri øllum heiminum, siga at heglingur eitir chicco di grandine á italskum, granizo á spanskum, Hagelschauer á týskum, hail shower á enskum og haglbyge á donskum.