Skip to main content

Posts

Four Strong Winds

Vit kenna sangin um vindin, ið kemur úr teim fýra herðashornunum Four Strong Winds . Í øldir hevur amerikanska upprunafólkið, indiánararnir, brúkt eitt merki, sum ímyndar ættirnar og hesar fýra vindar. Av sjálvsagdum orsøkum gjørdist merkið hjá indiánum illa umtókt tá Hitler kom til, annar verðaldarbardagin tók seg upp og kalda kríggið helt fram. Merkið, sum vit í dag bara kenna sum eitt Hitlermerki , og helst er ringasta brand í Heiminum, er gamalt fyribrigdi í amerikanskari upprunamentan. Her sæst merkið á eini flattaðari indánarakurv.

Manhattan Skyline

Eftir Frælsisgudinnuna er Manhattan Skyline helst mest eyðkenda ímyndin av New York. Eftir sum vit ikki sluppu at ganga upp í Frælsisgudinnuna, skemtaðu vit okkum við myndum, har skýskravarnir á Manhattan eru kulissurnar. Sum sæst, eru tað ikki bara føroyingar, men eisini munkar, ið taka myndir av hvørjum øðrum við skýskravarunum í baksýni. Men tveir skýskravarar mangla – Tvíburðatornini World Trade Center.

Byggiplássið Ground Zero

Staðurin niðast á Manhattan, har World Trade Center einaferð var, Tvíburðatornini , tey rópa, er í dag eitt byggipláss. Í 2012 skal alt verða liðugt. Virkesmið er gyrt inni, men eini vakturin, næstovast, vildi gloppa portrið og visa okkum innum. Leggið til merkis tjóðarflaggið, ið veittrar á maskinuni, aftanfyri vaktarmannin. Skilligt er, at hetta er ein tjóðskaparlig atgerð, at byggja alt uppaftur, og sum tjóð ikki lata seg taka av fótum.

Statue of Liberty

Seinrapartin, tá ringasti hitin var av, fóru vit við báti út til oynna, har Statue of Liberty stendur sum eitt vartekin yvir New York bý. Men gakk, tá vit vóru komin út á oynna og skuldu inn í Frælsisgudinnuna, var stongt. Tey, ið seldu okkum atgongumerkini, hvødu ikki grett orð um hetta. Ein turistfella. Í hvussu er henda dag. Tað vóru fleiri enn vit samd um.

Chelsea in the morning

Hanus og Jógvan í skarpa morgunljósinum við inngongina til Hotel Chelsea. Á triðju hædd býr eitt listafólk, sum á durininum sigur "I didnt chose Chelsea; Chelsea chose me". Á fimtu hædd spælir eitt listafólk við skóm og á niðastu mydini síggjast mótmælisdúkar og -handkløð, sum krevja at fáa Harra Barda aftur í leiðsluna. Hotel Chelsea er heimstaður fyri bohémar, yrkjarar, myndlistafólk og tónleikarar. Upprunaliga varð hotellið bygt til tónleikalesandi. Tí eru veggirnir so tjúkkir at ikki eitt kis hoyrist millum rúmini. Hotellið er bygt í 1883, og fleiri av ferðafólkunum, ið komu livandi í land eftir at Titanic sakk í 1912, hava búð her. Í áratíggju hevur familjan Bard átt og rikið hotellið. Men í fjør var harra Bard koyrdur frá, tá ein ríkmaur í California keypti ognina. Síðani hevur verið mótmælt “Bring back the Bards”. Hotellið er eisni merkt av deyða og skandalum. Dylan Thomas doyði her í 1953 og Nancy Spungen í 1978. Hon var unnusta Sid Vicious' úr Sex Pistols. Tey e

Búgva á Hotel Chelsea

Vit búgva beint undir skeltinum, út móti vegnum. Unn og Jógvan yvirav hotellinum og niðast Jógvan á trappuni uttanfyri svituna, har vit búgva. Japanski Hiroya (1965-2004) hevur málað. Um átta tíðina á kvøldi komu vit til Hotel Chelsea á Manhattan. Vit høvdu bílagt svituna 219 í góðari tíð, so vit vóru spent at uppliva hotellið sum búfólk. Í januar 2001 var eg á hotellinum saman við Edward Fuglø og gjørdi samrøður við távernda hotellstjóran Mr. Bard og japanska listamanninum Hiroya. Í meðan er Mr. Bard koyrdur frá og Hiroya er deyður. Meiri um teir báðar seinni. Unn var við á ferðini í New York 2001 og tá lovaðu vit hvørjum øðrum at her skuldu vit búgva, næstu ferð vit komu til New York. Sum sagt so gjørt. Ein rokkbólkur, Marlene Fever, hevur nýligani búð í sama rúmi. Ella rættari rúmum. Í stødd er svitan sum tvær íbúðir. Marlene Fever hava gjørt 10 uppøkur her og lagt tær allar á YouTube. Leita og finn upptøkurnar, sum er í svørtum-hvítum upptøkum við spennandi ljóðum.

Bart Simpson er best

Óansæð um tú hevur grønt ella reytt pass, so eru tey hjá Simpson besta undirhaldið, tað verið seg í føroyskum stovum ella íslendskum flogførum. Homer og Bart Simpson vóru bestir at stytta um stundir á drúgva túrinum við Icelandair.

Ljónið í Bláa lónið

Eftir góðan íslandskan morgunmat hjá Evelyne, m.a. við íslendskum grønmeti, fóru vit út í Bláa lónið og tjums, útí. Portrettmyndina tók Jógvan. Síðani við bussinum til flogvøllin í Keflavík.

Listaverk á byggiplássi

Bygt verður alla tíðina í stórbýum. Tí eru teir so stórir, býirnir. Soleiðis er eisini í Reykjavík. Men ístaðin fyri at seta stillads, ella byggiplátur upp fyri økið, har bygt verður, er eitt listaverk sett upp í miðum býi. Listaverkið er sett saman av hundraðtals andlitsmyndum av børnum. Tað er í sambandi við Listahátið Reykjavíkur at fotografarnir Anna Leoniak og Fiann Paul hava verði Ísland runt og avmyndað børn í trý til seks ára aldri, sum búgva á fjarskotnum støðum. Úrslitið sæst sum ein stórur, samansettur myndaveggur, sum í miðbýnum fjalir byggiplássið aftanfyri. Eisini tá ellisakfør, sum omanfyri, koyra framvið.

Hlöllabátar

Einki er sum ein samloka frá Hlölla, ein Hlöllabátur . Hesar vælsmakkandi samlokur rópast bátar , tú matskráin leggur upp til sjóvinnu og sigling. Ein kallast línubátur, ein annar gummibátur og uppaftur ein annar pinnabátur. Eri eg í Reykjavík, smakki eg altíð ein Hlöllabát. Og onnur skulu jú setast við og njóta hetta gastronomiska upplivilsi, mitt í okkara næsta stórbýi. Kokkurin var so fryntligur, at hann lovaði mær inn um at fylgja við í matgerðini.

Stytsta jarnbreyt í verðini?

Við havnalagið í Reykjavík sæst eitt brot av heimsins stytstu jarnbreyt. Á henni stendur lokomotivið Minør , sum var brúkt, tá havnin í Reykjavík varð bygd út, árini 1913-1928.

Geisladiskar hjá Valda

Reykjavík er sjáldsama spennandi býur hjá teim, ið hava áhuga fyri gomlum plátum, filmum og øðrum lutum og fyribrigdum, ið spretta úr almugumentanini, tey rópa pop culture. Her eru Jógvan og Hanus við dyrnar hjá Valda, sum selur undarligar fløgur og dvd-filmar, nýggjar og brúktar. Ovast sæst Valdi sjálvur við diskin í lítlu búðini. Og ikki eitt orð á hesum sinni um, at tað var Jóhan Hendrik Winther Poulsen, ið fann uppá orðið geisladiskur.

Góðveður í Reykjavík

Í góðveðrinum í Reykjavík er nógvir møguleikar at stytta sær um stundir. Her eru Jógvan og Hanus á café í miðbýnum, millum føroysku sendistovuna og Altingið, innan vit fara ein túr til Tjørnina og Ráðhúsið.

Í Reykjavík hjá Evelyne

Unn og Birgir saman við Evelyne Nihouaran, ið rekur Baldursbrá í Reykjavík. Niðriundir sæst Birgir fylla bensin á bilin í Havn, ávegis til fløgvøllin í morgun (Myndir: Jógvan Kruse) Eftir at hava fylt bensin á við Ringvegin í Havn fyri meiri ein tíggju krónur liturin, lá leiðin til flogvøllin í Vágum. Vit ugga okkum við at bensinið í USA kostar í mesta lagi helvtina av tí føroyska. Tó, føroyska er so nógv sagt. Men kanska fáa vit av føroyska landgrunninum ein sjønnan dag ágóðan av høga bensinprísinum. Hvør veit. Vertinnan Evelyne Nihouaran heintaði okkum á flogvøllinum í Reykjavík og bjóðar ból og bita - bed and breakfast - í miðbýnum. Baldursbrá eitir fyritøkan, ið hon rekur.

Summarið er byrjað

Hanus og Jógvan leggja farleiðina, nú vit skulu koyra í Kalifornia (Mynd: Birgir Kruse) Summarfrí merkir ferðatíð, antin her í landinum ella uttanlands. Í morgin fara vit vestureftir, langt vestureftir. Um Ísland fara vit til New York og síðani til San Francisco. Haðani er ætlanin at koyra í bili til flestu av eksotisku støðunum í Kalifornia. Eins og fyrr hevur Fjóla á 62 Norður ordna ferðaseðlarnar. Kanska lata vit hoyra frá okkum um bloggin, livst so spyrst.

Fotomaraton

Ovast mín egna mynd, "Tvey", tikin í Tórsbyrgi við støði í sanginum um "Sóljugentuna". Niðriundir sæst myndin "Tvey" hjá Metu C Palle, tikin á Føðideildini. Báðar myndir eru tiknar foto-maratondagin 12. juli (Myndir: Birgir Kruse og Meta C. Palle) Leygardagin 12. juli skipaðu Kovboyfilm og Dimmalætting fyri Fotomaraton frá klokkan 13:00 til 18:00. Givnað evnið var TVEY. Thomas Koba Jensen greiddi frá, hvat var loyvt og ikki. Eitt ótrúliga stuttligt tiltak, sum fekk avbera góða undirtøku. Vinnaramyndin var fantastisk. Saman við hinum myndunum sæst hon við grundgeving á heimasíðuni hjá Dimmu http://www.dimma.fo/picturegallery.asp?plID=60C211B3-FED7-4A48-9360-70CDB16F9C4E&Image=4 Ein annar luttakari í Fotomaraton var eisini úr Tórsbyrgi, Meta C. Palle. Meta tók myndina TVEY á Føðideildin, har hon starvast. Mín mynd er tikin í Tórsbyrgi. Umframt at halda meg til givna evnið TVEY, tók eg grundstøði í sanginum um Sóljugentuna , ið byggir á norska sangin um

Nýtt krossflagg

Orknoyski skiparin David Reid við flagginum á hekkuni á Capella Endavour. Niðriundir sæst yngsti maður umborð. Eins errin og skiparin vísir hann nýggja krossmerkið hjá oyrknoyingum. Á Molanum, í baksýni, sæst eitt av stóru ferðamannaskipunum, ið hesa tíðina liggja eina løtu á Havnini. Niðast síggjast tríggir seglbátar í Vágsbotni. Innast ein norskur bátur úr Alta, í miðjuni hetlendski Capella Endavour og ytst á myndin sæst Vivi úr Kvívík (Myndir: Birgir Kruse) Á sumri eru nógvir seglbátar í Havn. Tíðliga á sumri síggjast teir ávegis til Grønlands og kanska so langt sum til Nýfunnlands. Um miðsummarleitið og inn í juli mánað fara teir sjálvdan so langt. Í dag lá orknoyski seglbáturin Capella Endavour undir Bryggjubakka. “This is a midlife crisis-tour” sigur ein av skemtiligu orknoyingunum, ið manna bátin. Skipari er David Reid. “Vit fara víðari longu í kvøld. Leiðin liggur til Akureyrar á íslendska norðurlandinum og so aftur til Føroya, innan vit venda heim aftur til Kirkwall. Her dáma

Ár og nøvn

Á grøvini hjá pápa mínum, Jógvan Kruse, sum hevði verið 84 ár í dag. Niðriundir eru vit fýra systkinini, Oddmar við dóttrini Súsonnu, Benadikta, Elisabeth og Birgir, avmyndaði norðuri á Eiði, saman við mammu, Amandu, tá hon fylti 75 ár 8. september í fjør. Føðingardagin helt hon á Hotel Eiði sama dag. Niðast eru Hanus, Unn, Birgir og Jógvan avmyndaði á sama staði (Myndir: Unn og Oddmar Kruse) Í dag er føðingaradgur hjá pápa mínum Jógvan Kruse. Hann doyði 10. mars 1997. Yngri sonurin, Jógvan, er uppkallaður eftir abbanum. Hesin dagur er eisini okkara brúdleypsdagur. Vit giftust 6. juli 1993. Tíðin gongur, má sigast.

Mjørki yvir landið

Ovast sæst stórsta ferðamannaskipið í ár, Costa Atlantica, úr Genova. Niðri undir sæst Falkur úr Runavík, sum systurskipið og partrolarin Heykur rendi á í mjørkanum í morgun, meðan Costa Atlantica siglir til Esbjerg (Myndir: Birgir Kruse og Costa Cruise) Mjørki er um alt landið. Bæði í Havn, har stórsta ferðamannaskipið Costa Atlantica úr Genova lá fríggjadagin, og á Sandoyarbankanum, har partrolararnir hjá Faroe Seafood, Heykur og Falkur, rendu saman. Av bulbustevninum á Heyki fekk Falkur fekk eitt hol, tríggjar metrar stórt, undir vatnganginum á bakborðssíðu. Falkur og Heykur eru bygdir í Vigo í Spania heystið 2007. Tey tólv passagerdekkini umborða á Costa Atlantica hava øll nøvn eftir filmum hjá Federico Fellini og eru prýdd við paparazzi myndum. Ikki smávegis italsk elegansa. Skipið er bygt ár 2000. Farleiðin hjá Costa Atlantica kann síggjast beint av dekkinum, fram og aftur, bara tú hevur teldu og netsamband. Í løtuni er skipið á veg til Esbjerg. Heimasíðan hjá reiðarínum er http