Skip to main content

Posts

Museum of Modern Art

Í Museum of Modern Art, stytt til MoMo, síggjast avrik hjá øllum av heimsins stórstu myndlistafólkum. Serliga spennandi er pop art og fyrsta amerikanska superstjørnan á myndlistaliga økinum – Jackson Pollock. Jógvan tók myndina av mær frammanfyri One: Number 31 (1950). Brúkar tú ikki blits, so kanst tú taka myndir sum tær lystir. Men onkrir partar av framsýningini spæla sær eisini við, hvat ið er list. Til dømis ein blankur campingvognur. Er tað list? Ella spegilsmálningurin hjá italska Michelangelo Pistoletto Maður í gulum buksum frá 1964. Stendur tú framman fyri myndini sært tú spegilsmyndina av tær sjálvum. Ein narcissistisk effekt, sum eisini sæst aftur hjá Salvador Dali á ovastu hædd.

Amerikanska landakortið

Jasper Johns hevur eisini málað amerikanska landakortið í hansara egnu reinu litum, Map í 1961. Sum um hann var ein av okkara egnum heimligu koloristum.

Matur og forbrúkarisma

Matur og forbrúkarisma er eitt tema í nýggjari amerikanskari list. Men eisini norðurlond hava verið væl umboðað í hesum listarliga marglætishornið. Til dømis íslendski Erró og svenski Claes Oldenburg, sum her sæst við einum amerikanskum úrvali av køkum og tveimum burgarum – við øllum (1961-62).

Jógvan skoðar Monet

Umleið 1920 hevur franski Claude Monet málað Speglingar av vatnblómum. Monet sigst hava ætlað at vísa á tað endaleysa, markleysa vatnið, har eingin endi, havsbrúgv ella árbakki sæst. Í øllum meldrinum í New York kemur hesin risastóri málningurin hjá Monet væl til sín rætt í hesum friðarligu framsýningarhølum hjá MoMo mitt á Manhattan.

Kovboybúffar

Amerika er kovboyland. Og her eru búffarnir – og alt annað – í kovboystødd. Tað vil siga stórt, sum villu víddirnar í góðu gomlu kovboyfilmunum við John Wayne. Alt er endaleysa stórt. Á elsta búffstaðnum í New York, The Old Homestead, fekk Hanus ein kovboybúff, ið vá 32 oz. Skelti uttanfyri er ein flekkut kúgv og í kjallaranum goyma teir kjøtið. Meðan vit halda tað vera beinleiðis óhumskt og lítið bæriligt at vísa sundurlimaði krov fram, so nýtir eitt annað búffstað, Gallagher’s, sýnisgluggan til kjøt og einki. Rátt og ótilgjørt mitt á Broadway.

Strawberry Fields Forever

Tað var við inngongdina til Dakota bygningin at John Lennon varð skotin og doyði í 1980. Dygst við er Central Park og har er nú ein Strawberry Field við minnisplátu, har áskriftin er heitið á kendasta sanginum hjá John Lennon – Imagine.

Speglingar

Á blonku skýskravarunum í New York síggjast spennandi speglingar ein sólskinsdag, og ikki minni í myrkri, sum til dømis misstalvan yvir Eugene O'Neill.

Grand Central Terminal

Stóra tokstøðin í New York, Grand Central Station, er ein avbera vakur bygningur. Millum allar nýggju high tech og sálarleysu skýskravararnar, stendur hesin bygningur frá 1913 sum ein perla, innan og uttan. Hvør minnist ikki brotið úr filminum The Untouchables . Gamaní er scenan við barnavogninum stolin frá russiska Eisenstein, men hon tekur seg væl í hesum amerikanska nýklassikara. Trappurnar og alt umhvørvið er beint framman fyri tær. Er í brúki hvønn dag og gerst bara vakrari, um slit yvirhøvur sæst á.

Wall Street

Hvørt mansbarn kennir Wall Street. Alt síðani sonevnda krakkið í Wall Street 1929, hava fólk gáa um valuta og virði, sum ganga upp og niður. Áhugavert at síggja hvussu amerikanska flaggið og tjóðskaparlig virði hanga uppi við hesum virksemi. Kanska er valutaspekulatión ein tjóðarítrótt.

Empire State Building

Í meiri enn 40 ár var Empire State Bulding heimsins hægsti bygningur. Bygningurin, ið telur 102 hæddir, var liðugur í 1931. Í 1972 vóri Tvíburðatornini , The Twin Towers, bygd. Eftir at hesi bæði tornini hvørvu í 2001, varð Empire State Building aftur hægsti bygningur í New York. Bygningurin sæst langvegis frá. Eftir at hava staði í bíðiraði ein tíma ella tveir, er útsýnið av toppinum ørandi spennandi.

Dávid kongur er fluttur

Í grannlagnum sóu vit hetta stuttliga skeltið: King David has moved , Dávid kongur er fluttur. Næsti bygningur er ein jødisk synagoga.

Morgunmatur hjá Eisenberg

Í nøkrum førum hava skopuningar spøkt á ferðini hjá okkum. Tá vit vórðu innskrivað á altjóða flogvøllinum í Keflavík, spurdi avgreiðslukonan um vit vóru føroyingar. Jú, tað kundi vit ikki annað enn játta. – Føroyingar er eitt gott fólk, segði hon og legði afturat, at hon júst hevði havt vitjan av 22 kirkjufolkum úr Skopun. Well, í New York ótu vit fyrsta morgunmatin hjá Eiseinberg. Gamaní ikki skopuninginum, men new yorkaranum Eiseinberg, sum síðani 1920’ini hevur gjørt morgunmat í skugganum av Strúkjarninum, The Steam Iron Building. Núverandi eigarin, ið situr fyrst fyri og eftur við diskin, var forvitin at hoyra hvaðan vit vóru. Eins og tænarin, gava honn okkum góð ráð um støð at vitja. Ikki eru tað heilsugóðar máltíðir, ið hesir diners servera. Men her kemur tú í tos við fólk. Mótsatt Starbucks, ið upplýsir hvussu nógvar kaloriur eru í hvørjum kaffidropa, breyðstykki og salatblaði. Men her tosar eingin. Um stutta tíð er tað lógarkrav, at allar máltíðir skulu verða útroknaðar í kal