Skip to main content

Posts

City Lights Bookstore – ein varði

Inni í bókahandlinum City Lights Bookstore sæst ein lítil fráboðan um at hesin staður í 2001 er kosin at verða ein varði, a landmark (Mynd: Birgir Kruse) Í 2001 var City Lights Bookstore kosin at verða ein varði, landmark , í San Francisco. Grundgevingin varð, at tað virksemi, sum í hálva øld hevur verið rikið hiðani, hevur havt "a seminal role in the literary and cultural development of San Francisco and the nation, for stewarding and restoring City Lights Bookstore, for championing First Amendment protections, and for publishing and giving voice to writers and artists everywhere."

Tráðleyst og ókeypis

Ovast sæst Hotel King George, niðri undir Commodore og niðastu myndirnar eru av The Bean. Kalt er í veðrinum hesar dagar i San Francisco (Myndir: Birgir Kruse) Vit búgva á Hotel King George, sum er á Union Square, mitt í San Francisco. Eitt gamalt hotell, í enskum stíli, einsamalt, millum hægri, størri og meiri prangandi bygningar. Tað er ikki ilt at gita, hvussu tíðin man fara við hesum bygningi. Fyrru ferðina vit vóru í San Francisco, tað var í 2003, búðu vit á Commedore hotellinum longur upp í Sutter Street. Ta ferðina fóru vit javnan yvir um vegin til hollendsku kaffistovuna The Bean, at lesa meyl. Dýrt og trupult. Men mangt er broytt. Í dag er netsamband á øllum hotellum, bæði í forhøll og á hvørjum kamari. Ókeypis og tráðleyst. Soleiðis fer tíðin við øllum. Og onkuntíð gongur tað tann betra vegin.

Myndlist til fólkið

Jenny Hay við málninginum "Push To Open", sum tú kanst leiga eftir eini lagaligari skipan (Mynd: Birgir Kruse) Á Sutter Street í San Francisco eru fleiri spennandi gallarí. Í Hang Art hava tey í tíggju ár haft eina skipan, sum tekur støði í spurninginum, hvussu vit lagaligast fáa list út til vanliga fólkið. Jenny Hay, sum starvast á Hang Art gallarínum hevur eitt boð. – Í tíggju ár hava vit leigað málningar, sigur hon. Antin soleiðis at tú fært forkeypsrætt til eina málningin, ella at tú shoppar runt og til dømis triðja hvønn mánað hevur ein nýggjan málning á vegginum. Hetta er ein fólkaræðislig skipan, sum elvir til at vanlig fólk fáa ráð til góða myndlist, sigur Jenny. Listaskálin hevði einaferð ætlanir um tað sama. Hetta er avgjørt ein gongd leið at skapa ein nýggjan marknað og at fáa list út til fólkið á ein lagaligan hátt. Omanfyri sæst Jenny Hay við málninginum Push To Open (2008) eftir Eddie Rodriguez. Til ber at keypa málningin fyri túsund dollars, men ein lagalig

JetBlue – ferðaseðil uttan pappír

Soleiðis sær ein ticketless ticket út. Birgir heldur fýra frá JetBlue í hondini. Pappírsleyst og ikki minni ómakaleyst. (Mynd: Jógvan Kruse) Eftir túrin í heita Harlem, fóru vit eftir kuffertunum í Chelsea og so á JFK flogvøllin. Sjaførurin var ein ungur indari, ið var ótrúliga áhugaverdur at tosa við. Hann vildi millum annað hava eitt boð uppá, hvussu viðurskiftini mundu fara at verða við Danmark, tá føroyingar finna olju. Hjá 62 Norður hvødu vit keypt ein pappírsleysan flogferðaseðil, a ticketless ticket , við flogfelanum JetBlue. Tað vóru vit spent uppá at royna. Og ikki minst at avmynda the ticketless ticket. Tað gekk sum smurt. Við gongubreytina, beint har ið hýruvognurin steðgaði, kundu vit tjekka alt inn og fyri tveir dollars sleppa undan øllum bíðirøðunum. Ómakaleysasta flúvingin vit hava roynt. Og serliga gott í summarhita.

Vælkomin til Harlem

Skeltini eru ikki tey mest prangandi í Harlem Í Harlem er sjáldsamt at síggja ferðafólk. Hetta er ein svartur býarpartur í New York, sum tykist hava nokk í sær sjálvum. Men greiðar ábendingar eru um broytingar. Ein felagsskapur, sum á ymsan hátt varðar av gøtuni 125. Street í Harlem, hevur tikið seg saman at bjóða upplivingar á ektaðu lokalu støðunum, kirkjum, spælistøðum og matstovum.

Gospel brunch í Harlem

- Hvar eru tit frá? Tá gospelsangarinnan Ruth fær greiðu á landalæruni, kunngerð hon at eisini Faroe Islands are in the house. So fer hon til næsta borð, meðan fylgibólkurin spælir undir (Myndir: Hanus og Birgir Kruse) Tá vit høvdu skrivað okkum út av Hotel Chelsea goymdu vit kuffertini har og tóku ein hýruvogn til Harlem. Vit valdu Sylvia’s , so sum ein ferðahandbók hevði skotið upp. Meðan vit ótu sunnudagsbrunch hjá Sylviu, gekk ein frálík gospelsangarinna, Ruth, frá borði til borð, meðan tveir mans spældu undir og sungu kór. Hóast maturin ikki var nakað at reypa av, so var sangurin og tónleikurin frálíkur og fekk upplivingina at kennast ektaða, ein sunnudag í Harlem. Ruth sang gospel standards sum Oh Happy Day og This Litte Light of Mine meðan hon tosaði við fólk og kunngjørdi hvaðani tey komu.

Apollo Theatre

Apollo í Harlem - her hava nógvar kendar føtur gingið millum ár og dag. Jógvan og Hanus standa á kendu stavunum, ið leiða innar har Jamesa Brown hevði sínar stórstu dagar. Niðast skeltið, ið vísir til Nat King Cole Walk uttanfyri Apollo Theatre (Myndir: Birgir Kruse) Mitt í Harlem er spælistaðurin Apollo Theatre, har Ella Fitzgerald, Billie Holiday, James Brown og aðrar svartar stjørnur hava haft teirra bestu dagar fyri 40 árum síðani og longur aftur. Eftir at hava ligið í órøkt í nógv ár, lat Apollo upp aftur í 1985. Við hesa gøtuna, 125. gøtu í Harlem, hava fólk tikið seg saman at rudda upp og bjóða lokalum eins og ferðafólkum spennandi upplivingar í hjartanum á Harlem. Blind boys of Alabama hava spælt ein fløgu inn her, har ágóðin fer til húsið. Nýligani hevur Björk havt konsert her og tá ið James Brown doyði, lá líkið lit de parade í Apollo.

Cotton Club

Eins og vóru vit í búkinum á einum hvali, hanga tokbrúgvar yvir gøtum og húsum í Harlem. Undir einari brúgv er spælistaðurin Cotton Club, sum er kendur úr fleiri filmum, eitt nú eftir Francis Ford Coppola, ið lýsa forboðstíðina the prohibition . Spælistaðurin lat upp í 1920 og fekk trý ár seinni navnið Cotton Club. Her spældu og sungu fremstu svørtu nøvnini – oftast tey somu sum í Apollo – men bara hvít sluppu inn her. Í framførslum á palli vóru svørt lýst sum villir mannaátarar, komnir beint úr frumskógini. Í dag verður roynt at geva Cotton Club eitt meira virðiligt andlit, verður sagt á einum skelti við dyrnar.

Hummer í Eritrea

Bilurin er fremsta statussúmbol og sigur sum einki annað, júst tað tú vilt. Hvør skal siga "Hygg hvat eg havi ráð til..." (Mynd: Birgir Kruse) Munurin millum rík og fátæk er øgiligur í Harlem. Meðan ávarandi lýsingar um HIV og AIDS eru tættar og sjónligar og tosa teirra týðuliga mál í fátækrabýlingunum, síggjast Rolls Royce bilar sum onga aðra staðni strúka framvið. Og við inngangdina til Eritrean Community Center í Harlem stóð hesum vakri Hummer bilurin. Mangt er, sum ikki er.

Guggenheim ein skuggi av sær sjálvum

Guggenheim savnið verður umvælt og framsýningarvirksemið heldur fram. Men tað er ikki nóg gott. Innan er bygningurin vakur og einfaldur. Undir grafiskt spennandi hválvinum gongur alt í ring. Einasta listarliga virksemið var skeltimálarin uttanfyri (Myndir: Birgir Kruse) Guggenheim er kendur myndlistaskáli við Central Park mitt í New Nork. Guggenheim fór at reka myndlistaskála her í 1937. Men hesin sermerkti runda klingruskálin, sum innan er eitt fjálgt hválv, nærum eitt egg, er frá 1959. Frank Lloyd Wright, sum Paul Simon syngur um, teknaði. Meðan húsið sjálvt er ein opinbáring, er minni at siga um innihaldið. Á øðrum sinni má eg tíanverri sanna, at Guggenheim savnið í New York er ein tóm skel. Men mín sjel, skelin er vøkur.

Fráferð

Í dag fara vit av Hotel Chelsea. Frálikur staður at búgva, hóast hetta ikki er eitt luksus hotell, men heldur ein heimstaður fyri bohémar uttan landamørk. Bohémar, sum vilja rinda fyri eitt upplivilsi av teim sjáldsamu. Uttanfyri kamarsdyrnar er ein málningur, sum við rundum eyga sær alt hotellið. Men her eru eisini skrivandi fólk. Yvir durastavinum hjá okkum stendur: Be gentle with yourself. You are a child of the universe, no less than the trees and the stars. In the noisy confusion of life, keep peace in your soul. Max Ehrmann eigur orðini, sum fylgja okkum um gáttina av Chelsea Hotelli. Á myndin sita vit í forhøllini og bíða eftir hýruvogni, sum skal koyra okkum til Harlem, har vit ætla at fáa gospel brunch on a Sunday. Hava funnið eitt stað tætt við Apollo Theatre. Í kvøld flúgva vit til San Francisco. Livst, so spyrst.

Times Square

- Her hevði eg ikki vilja arbeitt í lýsingabransjuni, sigur Jógvan, staddur mitt á Times Square. Her møtast Broadway og Sjeynda Avenue. Økið fevnir um blokkarnar millum Sættu og Áttandu Avenue, úr eysturi í vestur, og West 40th og West 53rd Street, úr suðuri og norðureftir. Tilsamans er hetta vestari partur av handilsøkinum á Midtown Manhattan. Baði dag og nátt er fylt við fólki. Larmurin er øgiligur tá gøtuseljarar rópa, politibilar ýla og taksaførarar skelda og floyta.