Skip to main content

Posts

Caesars Palace

Caesar uttan fyri palassið á The Strip í Las Vegas (Myndir: Birgir Kruse) Ja, hetta er veruliga palassið hjá sjálvum Caesar. Hann stendur í túninum og skoðar grannalagið, ið er meinlíkt gamla Róm. Tó, inni syngja Elton John, Cher og Bette Midler. Ekspansjónstrongdin er so stór, at Harrah’s, ið eigur palassið hjá Caesar, beint nú byggir út fyri eina billión dollars. Minni kann ikki gera tað.

Nýggjasta undirstætt í Las Vegas

- Girls direct to you in 20 minutes, stendur á troyggjuni hjá meksikanska dronginum á The Strip í Las Vegas. Legg merki til illa kløddu gentuna í baksýni, til høgru fyri áhugaverda bilin, á niðaru myndini (Myndir: Birgir Kruse) Las Vegas er sum eitt annað Disneyland. Men stovureint og meinaleyst familjuundirhald hóvar ikki øllum maktum. Undir øllum lýsingum, útferðum og upplivingum lúrir ein seksuelt eggjandi tóni, ið tykist sjálvsagdur á øllum gøtum í Vegas. Tekur tú myndir av einum sjáldsamum bili á einum gøtuhorni, stillar ein lættklødd genta seg til reiðar og poserar. Fram við glitrandi vegnum The Strip sæst nýggjasta undirstættin í Las Vegas – latínamerikanskir smádreingir, ið bjóða sær til at skaffa eina gentu eftir tjúgu minuttum. Bara til tín. Aftanfyri dreingirnar, sum helst eru ólógligir innflytarar, standa foreldur, ommur, abbar og heil húski úr Meksiko. Skakandi at síggja hesar nýggju amerikansku lagnir í heimsins elsta starvi í fríum falli on The Strip . Hetta er skjótas

Fyri fjøruti dálar

Nógv nýta høvið at giftast í Las Vegas. Og tað kann gerast eftir stuttari løtu í einum av mongu handilsligu kapellunum (Myndir: Birgir Kruse) Fyri fjøruti dálar kunnu tit giftast í Las Vegas. Enntá í sama handilskapelli, sum Joan Collins nýtti herfyri. Tit kunnu eisini giftast í dollargrini The Elvis Way í ljósareyðum Caddillac og bjóða Elvis og Marylin við í brúdleyp. Sjálvt presturin kann syngja, sum var hann Elvis. Einastu boð, ið brúður og brúðgómur skulu akta, er ikki at koyra skjótari enn fimm miles um tíman gjøgnum túnið. Annars verður alt avgreitt við kassa eitt. Meiri enn 60 giftingarstøð eru í Las Vegas.

Elvis og Marylin

Elvis er ikki deyður. Hann býr í Italia og vitjar í løtuni í Las Vegas, saman við unnustuni Marylin (Mynd: Birgir Kruse) Á gøtuni í Las Vegas er ilt at síggja mun á veruleika og fiksjón. Í myrkrinum rennur alt saman, sum var tað ein filmur á markinum til dreymin. Eitt heilt vanligt mánakvøld í august kann tykjast sum grýlukvøld burturav. Fleiri hava latið seg í sum stjørnurnar, Elvis og Marylin Monroe til dømis. Tey smæðist ikki fyri at syngja ein sang, ella bera fram ein monolog og posera fyri fotografum. Í hesum føri vóru báðar undirhaldsstjørnurnar italskar.

Bellagio

Stórbæra Bellagio er sum eitt ævintyr. Undir loftinum hongur glaslist hjá Chihuly (Myndir: Birigr Kruse) Húsið Bellagio, ið er uppkallað eftir lítla italska býnum við sama navni, er kent úr filminum Oceans Twelve . Bellagio í Italia er við Como vatnið, sum eisini er at síggja á The Strip í Las Vegas, her tey hava watershow hvørt kvøld. Inni í Bellagio eru kasino, spælihallir, matstovur, listaframsýningar og mótahandlar við fremstu merkivørum. Í einari deild er loftið prýtt við glaslit hjá Dale Chihuliy í teim fagrastu litum. Chihuly sóu vit á listasavninum de Young í San Francisco. Sí grein um henda spennandi glaslistamannin 24. juli 2008.

París og Venezia í Las Vegas

París og Venezia eru partar av gøtumyndini í Las Vegas. Her sæst Eifeltornið í myrkri, Jógvan og Unn við Markusplássið og niðast gondol á floti og eftirgjørda Rialtobrúgvin (Myndir: Bigrir Kruse) Eins og W.R.Hearst skapti eitt egið Suðurevropa í óbygdum í San Simeon, hava tey flutt søguríka Eiffeltornið í París, Markustorgið og Rialto brúnna í Venezia til nýggja, blinkstrandi Las Vegas. Vit royndu fronsku matstovuna ovast í Eiffeltorninum. Útsýnið var eins gott og maturin. Men gongur tú á friðsæla, eftirgjørda Markustorginum, skoðar gondolirnar við Rialto brúnna, og letur dyrnar upp – so er tað ikki opera, ið streymar tær ímóti. Nei, tey togast við snurrandi spælimaskinur, sum hildu tey ólavsøku uppá speed. Undarligt, at síggja fremmand støð endurskapt í gøtunum í Las Vegas.

Motel 6 og Travelodge

Lítla og lága Travelodge í miðynum í Las Vegas og dagsins útsýni. Okkar bilur er fremst fyri, longst til høgru. Niðast Motel 6 í miðjum Hollywood (Myndir: Birgir Kruse) Ferðast tú í Amerika kanst tú altíð fáa ymsan avslátt. Tá umræður gistingarhús, serliga motell, verða tvey ymisk hefti brúkt Travellers Cupon Magazine og RoomSaver . Heftini liggja ókeypis frammi á, har ferðafólk koma. Við hepni hava vit brúkt hesi hefti, ið geva atgongd til luksuskømur, fyri lítlan pening. Gistingarhús, sum altíð eru við í hesum heftum, eru tey bíligu Motel 6, sum vit búðu á í Hollywood og Travelodge, sum vit nýttu í Las Vegas. Í báðum førum er talan um spartansk gistingarstøð, ið eru rein, og liggja væl fyri, mitt í býnum. Mest umráðandi er lági kostnaðurin. Her hittir tú ferðafólk, ið vilja annað og meiri enn bara at sova væl. Men í Las Vegas er dagarnir hjá bíliga Travelodge helst taldir. Kring lága motellið, mitt í býnum, verður bygt í allar ættir. Las Vegas er skjótast vaksandi amerikanski býur.

Regn í Nevada

Tað regnaði av grimd, tá vit nærkaðust Las Vegas (Myndir: Unn Kruse) Í oyðimørkini, á markinum millum Kalifornia og Nevada, brast hann á við grimdarregni. Torðan gekk og ein storur bilur aqua-plannaði, koyrdi út av vegnum og fór í smildur. Ein løgin kensla at heita oyðimarkarveðrið kann skifta so bráddliga.

Marknaður í Hollywood

Ovat sæst skeltið Hollywood Boulevard-Vine Street, har Capitol bygningurin stendur sum ein gamal plátuspælari við plátum í løgum; ovast er nálin á gamla plátuspælaranum. Niðriundir sæst Elizabeth, ið borðreiðir við altskyns frukt og grønmeti og tvær myndir av sunnudagsmarknaðinum í Hollywood (Myndir: Birgir Kruse) Sunndag er fruktmarknaður við vegkrossin Hollywood Boulevard og Vine Street. Tey, ið skipa fyri útferðum, vilja verða við at hetta er týdningarmesti vegkrossur í heiminum The Corner of the World , har allir heimar møtast. Gamaní er Capitol her, men annars eru bara gamlir bygningar í fríum falli at síggja. Tað dekandenta er eisini vakurt, serliga tá kitch stuðlar uppundir. Í hesi oasu serverar suðuramerikanska Elisabeth okkum grønan lunch við fruktdrykki. Vælsmakkandi í einum landi, sum annars bara etur kjøt.

Paramount

Inngogndin til Paramount í Hollywood (Myndi: Birgir Kruse) Umframt undirhaldsgarðin og veruliga framleiðslupartin hjá Universal Studios, ber eisini til at vitja søguliga filmsfelagið Paramount og allar teirra bygningar mitt í býnum. Her hava stjørnurnar gingið út og inn og dygst við er endin hjá okkum øllum – kirkjugarðurin, har Rudolf Valentino er grivin.

Filmskúli í fokus

Fasadan á filmskúlanum í Los Angeles (Myndir: Birgir Kruse) Los Angeles er filmbýur burturav. Og filmskúlin dugir at seta seg sjálvan í fokus. Hygg bara eftir framsíðunum á báðum filmsbygningunum. Tað eru sum at hyggja í eitt myndatól. Og tað er so sjálvsagt. Tí her setur tú fokus á tínar filmsdreymar.

Filmur í kirkju

Hollywood United Methodist Church hevur skeið í filmi og trúgv (Myndir: Birgir Kruse) Í okkara heimsparti er ikki vanligt at samantvinna film og kirkju, ella nakað slag av andaligum virksemi. Filmur hevur verið mettur eins syndafullur og at dansa, spæla kort og at fremja annan ólevnað. Og kanska hava hinar bestu typur í nøkrum filmi yvirhøvur, foreldrini hjá James Dean í Steinbeck-søguni East of Eden, rót í júst hesum tvøra kirkjuliga uppáhaldi. Men so er ikki í Hollywood. Her hevur filmurin funnið vegin heilt innar í kór. Og tað til so mikið vælsignilsi, at skipað verður fyri skeiði um hvussu filmur kann styrkja trúnna. Hvønn sunnudag skipar Hollywood United Methodist Church fyri Crossflix – Discovering Faith in Film . Hygga síggj. Kanska hevur Whoopi Goldberg lagt eitt gott filmsorð inn fyri prest. Tí Whoopi hevur filmað allar Sister Act filmarnar á hesum sama heilaga staði.

Afturgongur á heygnum

Rundferð hjá Universal í Hollywood kring húsið, sum Hitchcock brúkti í filminum Psycho. Norman Bates leggur líkið í bilin og kemur móti okkum - við knívi. Aftanfyri húsini eru kulussir til ein film, har flogvanlukka er ein partur av søguni. Niðast tekning av húsinum og maska av Hitchochock (Myndir: Birgir Kruse) Smáir vognar koyra frá studio til studio og siga søguna hjá Universal og geva okkum innlit í filmar, sum beint nú verða tiknir. Millum elstu partar, ið Universal sýnir fram í undirhaldsgarðinum í Hollywood, eru húsini hjá Norman Bates og mammuni í Hitchochock perluni Psycho. Meðan vit koyra framvið, kemur Norman út. Hann knossast við eitt teppi, sum hann leggur í bilin. Hann sær okkum og tekur knívin fram...best er at rýma. Tí hetta er veruliga Psycho!

Waterworld

Waterworld er best umtókta show hjá Universal (Myndir: Birgir Kruse) Best umtókti leikur í risastóra garðinum hjá Universal Studios er Waterworld, ið byggir á filmin við sama navni frá 1995, har Kevin Costner spældi við. Kulissurnar úr filminum eru brúktar aftur og søgan verður endursøgd á ein interaktivan hátt, sum var tað gladiator-dystur í gamla Róm, har áskoðararnir avgera lagnuna hjá teim leikandi. Áskoðararnir eru væl upplagdir, hóast teir fáa eina skolu fyri og aðra eftir.

Filmstubbar úr Hollywood

Birgir í kulum 3D brillum. Handverkið handan kovboykulissir er altíð spennandi at síggja, eins og teknifilmsstjørnurnar altíð eru fittar. Ikki minni fittar, tó nakað hóttandi, eru desperatu húsmøðurnar á Wisteria Lane, sum vit koyrdu á tamp. The Mummy gongur á stúltum og bjóðar inn til óhugnalig upplivilsi, eins og modellskipið hjá Peter Jackson, ið verður drigið í dýpið av myrkum kreftum og drápuligi átufreki hávurin hjá Spielberg, ið skræðir alt í seg. Niðast sæst ein meksikanskur kovboybýur, ið verður raktur av vatnflóð, meðan vit hyggja, og síðani tveir japanskir Golf-bilar, ið hava egna sál og lív í filminum Tokyo Drift (Myndir: Birgir Kruse) 3D filmar fingu aldri fótin fyri seg. Men nú royna tey hjá Universal við eini Terminator framsýning í 3D. Fyri at fáa nakað burturúr hesum showi, mást tú vera í serligum brillum. Stuttligur og kulur gimmick. Og enn stuttligari er at síggja kovboykulissur, hávin hjá Spielberg, ræðufilmin The Mummy, modellskipið hjá Peter Jackson, fittar teknif