Skip to main content

Posts

Euphoria Evening

Vegurin til House of Blues á Mandalay Bay gekk framvið einum egyptiskum sfinski og pyramidum við so sterkum toppljósi, at rúmdarmenn sóu tað í ringrás. Innan konsertina fekk eg southern soul food - Jambalaya við sterkum gulum pipari og søtum flatbreyði (Myndir: Cornell MySpace og Birgir Kruse) Í nøkur ár hevur fløgan Euphoria Morning verið mín yndisfløga. Upphavsmaður er Chris Cornell, ein frálíkur sangari, ið ljóðar sum ein samandráttur av øllum tí tónleiki eg lurtaði eftir í 70’unum. Deep Purple, eftir Ian Gillan, Paul Rogers í Free og Bad Company - og í løtum við einum farra av Led Zeppelin og Ritchie Blackmore, men tá er tað meiri á gittarsíðuni. Og so er allar ræddarreferansurnar eisini at hóma úti í tí fjara - Journey, Kansas og so framvegis. Chris Cornell er í mínum huga hin besti 70’ara sangarin, sum ikki er úr 70’unum. Hann er nógv yngri enn so. Kom fram síðst í 80’unum við Soundgarden og var stórsta Seattle navnið tá Náttarravnssendingin fór í luftina á sinni. Thank

Sirenur og sjórænarar

Ókeypis uttandura leikur við sirenum og sjórænarum við Treasure Island á The Strip í Las Vegas (Myndir: Birgir Kruse) Stóru gistingarhúsini, ið samstundis eru handlar og spælistøð, hava hvørt teirra ókeypis show. Treasure Island hevur eitt uttandura show við sirenum og sjórænarum. Skipini eru tvey, og evnið í søguni er tølandi sirenur av havsins botni. Tær koma í bardaga við sjórænaraskipið, ið søkkur og eftir miklan eld og skotbardga við nógvum dansi og tónleiki, vinna tær á monnunum. Tá leikurin er liðugur, flotnar skipið aftur og siglir avstað. Stórfingin framleiðsla.

Sirenur á hjólum

Spesialbygd motorsúkkla yvir evnið sirenur á Treasure Island (Myndir: Birgir Kruse) Við støði í sagnum um havsins tølandi sirenur, hevur Scott Cawood sniðgivið hesa motorsúkklu, sum stendur í durinum á Treasure Island. Rick Hill og Big Dan frá Metropolitan Choppers hava bygt súkkluna eftir hálvum ári. Hon vigar 900 pund og ein triðingur er úr gomlum jarni.

Ljósshow á Freemont Street

Vakru fasadurnar á Golden Nugget og 4 Queens á Freemont Street, downtown Las Vegas. Niðri undir hyggja vit at Queen, ið eru evni í ljósshowi undir loftinum, sum er yvir allari gøtuni (Myndir: Birgir Kruse) Gamli býarparturin Downtown er nærum farin í gloymskuna, nú The Strip er so nógv útbygdur og væl vitjaður. Kring gomlu gøtuna Freemont eru spælistøðini Golden Nugget og 4 Queens. Her plagdu Elvis og Sinatra at ganga, tá teir vóru frammi. Gamaní, tað er ein farin tíð. Men býlingurin Downtown hevur tikið kappingina upp við The Strip og lagt alla gøtuna Freemont undir tak. Hvønn heila kvøldstíma er ljósshow, ið er størri og ógvusligari enn alt eg fyrr havi sæð. Sum at síggja ein risa sjónvarpsskerm, ið vísir MTV um allan sjónarringin. Í hesum føri ein reklama fyri Queen og teirra útgávum. Ekstravagansa í litum og ljóði.

Neonskelti á Freemont

Klassisk neonskelti á Freemont Street í gamla Las Vegas, downtown (Myndir: Birgir Kruse) Gomul og klassisk neonljós síggjast lukkutíð enn á Freemont Street. Kendasta er neonskeltið við roykjandi og blinkandi neytadronginum The Pioneer. Onnur kend neonskelti eru Glitter Gulch og blinkstrandi reiðmaðurin.

Beatles á Mirage

Hotellið Mirage bjóðar bæði skrá og tema við The Beatles (Myndir: Birgir Kruse) Við The Beatles sum evni hevur franski sjónleikarabólkuri Le Cirque de Soleil fasta støð á hotellinum og spælistaðnum Mirage í Las Vegas. Partur av konseptinum er eisini ein Beatles tema lounge við heitinum Revolution. Yvirav er ein japansk tema lounge, sum í litum og sniði passar til Revolution. Aftanfyri er ein djóragarður við springarum og tikarum. Soleiðis kanst tú ganga frá einum umhvørvi til eitt annað so leingi tú orkar. Allir sansir verða mettaðir.

Caesars Palace

Caesar uttan fyri palassið á The Strip í Las Vegas (Myndir: Birgir Kruse) Ja, hetta er veruliga palassið hjá sjálvum Caesar. Hann stendur í túninum og skoðar grannalagið, ið er meinlíkt gamla Róm. Tó, inni syngja Elton John, Cher og Bette Midler. Ekspansjónstrongdin er so stór, at Harrah’s, ið eigur palassið hjá Caesar, beint nú byggir út fyri eina billión dollars. Minni kann ikki gera tað.

Nýggjasta undirstætt í Las Vegas

- Girls direct to you in 20 minutes, stendur á troyggjuni hjá meksikanska dronginum á The Strip í Las Vegas. Legg merki til illa kløddu gentuna í baksýni, til høgru fyri áhugaverda bilin, á niðaru myndini (Myndir: Birgir Kruse) Las Vegas er sum eitt annað Disneyland. Men stovureint og meinaleyst familjuundirhald hóvar ikki øllum maktum. Undir øllum lýsingum, útferðum og upplivingum lúrir ein seksuelt eggjandi tóni, ið tykist sjálvsagdur á øllum gøtum í Vegas. Tekur tú myndir av einum sjáldsamum bili á einum gøtuhorni, stillar ein lættklødd genta seg til reiðar og poserar. Fram við glitrandi vegnum The Strip sæst nýggjasta undirstættin í Las Vegas – latínamerikanskir smádreingir, ið bjóða sær til at skaffa eina gentu eftir tjúgu minuttum. Bara til tín. Aftanfyri dreingirnar, sum helst eru ólógligir innflytarar, standa foreldur, ommur, abbar og heil húski úr Meksiko. Skakandi at síggja hesar nýggju amerikansku lagnir í heimsins elsta starvi í fríum falli on The Strip . Hetta er skjótas