Skip to main content

Posts

Har hestarnir møtast á bensinstøðini

Hestavognar hjá Amish-fólkunum í Shepshewana. Skeltið, ið vísir til lokalu mennonittakirkjuna. Matstovan Blue Gate (Myndir: Birgir Kruse) Í sólsetrinum komu vit til Shipshewana í Indiana. Her búgva amishfólkini, sum ganga í mennonittakirkju. Tey brúka ikki lynlás, sum føroyski máltrúnaðurin kallar snarlás, men knarvar, sum í knarvakoti. Tey forsaka alla modernaða tøkni og ferðast í hestavogni, heldur enn bili. Tosaði við ein ungan amishmann við eyðkenda skegginum undir høkuni, um vegin til henda fjarlagda staðin, handan Nappanee og Topeka, hin lítla og ikki hin sangleikskenda. Fryntligi amishmaðurin, sum vísti mær veg, hevði keypt dieselolju upp í tveir risastórar dunkar, sum hann setti inn í vognin. Hestavognin, that is. Einki við nútímans bekvemmiligheitum. Tað kostar at keypa sær avlát. Hetta seinasta sitatið átti hvørki Martin Luther ella amismaðurin í Shipshewana, men eg sjálvur. Í kvøld fara vit at eta eftir mennonittasiði á The Blue Gate, har Inspirations fara at syngja í ovurmo

Vit siga farvæl

Neils og Neelie við hundi og kettu. Neils í Shelby Mustang bilinum á veg til arbeiðis í morgun (Myndir: Birgir Kruse) So er stundin komin at siga farvæl við Neelie og Neils Kruse í Cary. Nakrir praktfullir dagar. Vit koyra nakað eystur eftir at finna ein Amish býling. Men annars gongur leiðin í ein sunnan í leigaða Cadillac'inum. Skrivast og síggjast.

Við báti til Chicago

Mánadagin damlaðu vit á Michiganvatninum, uttan fyri Chicago. Við lítla seglbátinum hjá Perben Hammer sigldu vit frá Montrose Harbour inn í havnina í Chicago og so heim aftur. Hugvekjandi og friðsælt at upplivan henda larmandi stórbý frá hesari síðuni. Ikki minst at leypa úti og svimja nøkur tøk við drívakkerinum, so tú ikki verður heilt lost á hesum stóra vatni, sum er púra uttan salt. Afturvið einum góðum bita umborð, gav Preben okkum tað danskasta ein føroyingur kann hugsa sær - ein elefant.

Við bluestoki til Chicago

Birgir og Hallstein í toki frá Cary til Chicago. Bluesklubbin Kingston Mines móti vegnum. Bilettlúkan. Linsey Alexsander við reyðum gittara. Linsey fer av pallinum og letur hann til tey, ið hava teknað seg. Amarikanskur og japanskur turistur royna gittaran við góðari eydnu á pallinum (Myndir: Unn og Birgir Kruse)  Í býlinginum Lincoln Park í Chicago er gamli bluesklubbin Kingston Mines. Umhvørvið er eins og í gamla Jazzklubbanum í Havn í sjeytiárunum, óformelt, larmandi og eitt sindur óruddiligt. Hetta kvøldið var Linsey Alexander leiðari á pallinum. Hann legði fyri við egnum bólki og so sluppu fólk, sum høvdu teknað seg, framat. Teirra millum ung ferðafólk, sum til dømis ein ungur flower power amerikanari, sum tikin úr Monkees tíðini í sekstiárunum, og ein eins ungur japanskur ferðamaður, sum hevði elektriska gittaran við á ferðini. Meðan vinmaðurin spældi keyboard og gentan filmaði, rullaði hann seg út við frálíkum gittarspæli.

Selt ferðir síðani 1989

Neelie Skoulund Kruse framman fyri Cary Travel Express (Mynd: Birgir Kruse) Síðani 1989 hevur Neelie staðið fyri ferðaskrivstovuni Cary Travel Express, sum er ein familjufyritøka. Her starvast átta fólk, m.a. systurin, sum eisini hevur millumnavnið Skoulund, ið stavar úr Danmark. Flestu kundar keypa cruiseferðir við stóru skipunum, sum vit onkuntíð síggja í Føroyum. Millum mest spennandi tilboðini beint nú eru ferðir við Oasis of the Sea.

Síl til morgunmat

Morgumatur heima hjá Neils og Neelie. Dorothy greiðir frá um Lake Julian og hvussu abbin gjørdi henda stað úr ongum. Sonurin Dave matar sílini, sum halda til í ymsum hyljum alt eftir stødd. Vatnið er úr keldum á staðnum. Niðast sæst eitt gamalt høsnarhús, sum er gjørt til hugnaliga smáttu aftanfyri húsini, har sonurin býr (Myndir: Birgir Kruse) Sunnudagin borðreiddi Dorothy Miller við ælabogasílum úr Lake Julian Trout Fram heima hjá Neils og Neelie. Tað var abbi Dorothy, sum fór undir sílaaling í Cary í 1937. Nú býr sonurin Dave á náttúruvakra staðnum. Her koma børn og barnafamiljur at fiska í ymsu hyljunum. Dorothy og Neelie, kona Neils, kennast frá handilskamarinum og ferðavinnuídnaðinum.

Vælkomin í amerikanska hjartað!

- Vælkomin í amerikanska hjartað, The Heartland, og ikki minst American Suburbia, sigur ein smílandi Dorothy Miller, ið umboðar handalskamarið í Cary. Eina ferð um árið skipa tey fyri vælgerandi tiltaki at stuðla ungum lesandi, ið fara undir handilsliga útbúgving. Stuðulin verður veittur við at keypa atgongumerki. Gingið verður millum fýra heim, sum sýna urtagarðin fram. Á hvørjum staði er servering við tónleiki. Fleiri norðbúgvar teljast millum tey, sum búgva her. Ein teirra, Preben Hammer, er av Borholm. Hann er limur í einum norskum fólkadansararingi. Tá hann hoyrir at vit eru úr Føroyum, fer hann upp at kvøða ‘Í øðrum londum, tey gera mat...’ Torben, ella Ben, sum hann kallast her, og Niels, sum ikki hava møtst áður, hava knappliga nógv í felag. Fyrrnevndi bornholmarin hevur bát og bjóðar sær til at sigla okkum eftir Michiganvatninum og til Chicago mánadagin. Hjartalig fólk, her in the Heartland. Heimasíðan hjá Handilskamarinum í Cary sigur soleiðis um árliga tiltakið: A u

Alex á vatnskíum

Nítjan ára gamli Alex stendur ofta á vatnskíum á Foxánni, wakeboarding , tey kalla. Úr IPoddinum spælir hann tónleik við Led Zeppelin for frá, og so er full speed ahead oman og niðan eftr ánni, meðan pápin, Neils, stendur við róðrið. Til tess at liggja væl í sjónum er Malibubáturin útgjørdur við fleiri tungum vatntangum sum barlast. Í góðveðrinum íðka onnur somu ítrótt og tað við somu ferð, so ikki er tað helt vandaleyst. Men siglandi løgreglan sæst javnan strúka framvið. Um veturin er fryst á ánni.