Skip to main content

Posts

Plátuhandilin hjá Ernest Tubb

Ernest Tubb skeltið er ein varði á Broadway. Inni er alt vælskipað, so sum tað plagdi at vera í gomlum plátuhandlum. Eisini viðskiftafólkini eru spennandi (Myndir: Birgir Kruse) Í Havn plagdu tey at tosa um plátuhandilin hjá SHJ og plátuhandilin hjá Hansemann. Í Klaksvík var tað plátuhandilin hjá Ullman Knudsen. Tríggjar kulturbastiónir í gomlu Føroyum. Í Nashville er tað plátuhandilin hjá Ernest Tubb á Broadway. Her er alt nýtt í countrytónleiki at fáa. Fløgur, bøkur og dvd. Eisini allar boksirnar hjá týska Bear Family Records . Sjálvt viðskiftafólkið, sum kemur inn higar er áhugavert at eygleiða. Ein ferðabólkur og eitt par, ið er sum klipt úr sjónleikinum Grease . Hon í reyðum høghalaðum skóm og gulum heklaðum kjóla, hann í uppbrotnum kovboybuksum, spískum skóm, ljósareyðari skjúrtu og hári, sum er greitt í brylcreme. Nashville er ein tíðarmaskina. Og tað er ikki altíð, at hon gongur frameftir.

Plakatlist í Nashville

Hatch Show Print á Broadway í Nashville. Tey prenta enn uppsløg og flyers. Fólk eru vælkomin inn at siggja søguliga virksemið, sum enn er í gongd (Myndir: Birgir og Unn Kruse) Hatch Show Print er millum elstu letterpress print shops í heiminum. Prentsmiðjan, sum enn er í gongd, varð stovnað í 1879. Upprunaligu bókstavirnir verða enn brúktir, hóast marknaðarstøðan og tøknin er púra broytt. Country Music Hall of Fame hevur keypt prentsmiðjuna, sum verður mett at hava stórt søguligt virði. Ein ummælari sigur: They still use the original letters which have been hand carved over 100 years ago on their prints and you can even see the little imperfections in the letters from years of use and even some termite damage. They are an American institution! Spennandi at síggja at nýggjar stjørnur, sum spæla á The Ryman brúka Hatch Show Print at gera flyers, atgongumerki og uppsløg. Eisini plátufeløg bruka prentsmiðjuna, tá tey gera ummsløg. Til dømis Hank på Norsk , sum Norsk Kulturverksted g

Hallstein hjá Tony Barber

Teir gera klárt at dystast, Hallstein og Tony Barber. Blanka maskinan á næstniðastu myndini er ein latherer. Teir eru tveir, sum reka hár- og bartskerstovuna í Nashville (Myndir: Birgir Kruse) Í dag var Hallstein hjá Tony Barber. Soleiðis eitir hann, Tony England, lærdur latherer , hár- og bartskeri, lærari og próvdómari í frisørfakinum. Prátingarsamur maður, sum hevur klippistovu her í Nashville og í Indianapolis. Í báðum førum leggur hann doyðin á at endurskapa frisørvirksemið frá 1930'unum. Fyri tjúgu dollar snákaði og masseraði hann Hallsteini, og klipti ikki bara eygnabrýr, men eisini nasagluggar og oyru.

Robert's hevur munin

Robert's Western World í Nashville. Birgir roynir stilvar. Don Kelly Band spælir. Karen Pendley og kvinnurinar spæla í Layla's Bluegrass Inn (Mynidr: Birgir og Unn Kruse) Robert's Western World er ein handil, sum selur stilvar á Broadway í Nashville. Men tey selja eisini pylsur, búffar og øl. Og so hava tey ein pall, har tónleikarar kunnu koma inn og spæla. Sama er galdandi fyri allar handlar, sum eru á Broadway í Nashville. Beint innan fyri handilsgluggan er ein pallur, har altskyns orkestur spæla og vóna at verða spottaði av onkrum góðskunjósnara, talentspeidara. Nógv eru um boðið og stuttligt er at ganga frá hurð til hurð og hoyra tónleikin renna saman, til vinstru og høgru. Eitt kakofoniskt upplivilsi. Beinan vegin tapti Tootsie's dystin, og sum frá leið varð tað Robert's Western World, ið vann. Her var inniverðandi, hugnaligt, og tónleikurin kom til sín rætt. Gittarleikarin, 25 ára gamli JD Simo, var nakað so forferdiliga hugtakandi. Hann kundi vinda eina so

Broadway by night

Broadway í Nashville. Inngongdin til Tootsie's. Gøtan aftanfyri Tootsie's. Niðast sæst The Ryman (Myndir: Birgir Kruse) Mitt í Nashville er Broadway. Her eru Ernest Tubb Record Shop, Tootsie's Orchid Lounge og Hatch Show Print. Plátusøla er ein farin søga, sum allir plátuhandlar stríðast við, frá SMS til Nashville. Prentlistin anir enn, bæði her, og hjá Steinprenti. Og so er tað Tootsie's. Einaferð tilhaldstaður hjá Willy Nelson og øllum teim gomlu countrystjørnunun, inn tær skuldu á pallin í The Ryman, sum er beint um hornið. Her bar til at fáa eina øl, Yazoo, sum er dagsins lokala merki. Eisini tað er søga. Grand Ole Opry er flutt úr The Ryman, og Tootsie's er bæði ein turistfella og ein sardindós. Her er ikki inniverðandi. Men afficiendos mugu vitja henda tronga stað, Tootsie's, og ganga gjøgnum hølini, eina hædd upp, og út gjøgnum bakdyrnar og um hornið til lovaða staðin - The Ryman. Sum sagt so gjørt.

Tilsamans eru vit 100

Handilsgluggi í Nashville (Mynd: Birgir Kruse) Eins og Havnin í fjør fylti hundrað, so er Nashville javngomul. Ella javngamal, sum ein redneck ivaleyst hevði sagt. Í báðum førum er 1909 støðið. Henda gluggamynd er eftir Phil Ponder. Eg havi fyrr sagt tað. Havnin og Nashville skuldi verið vinabýir, twin cities. So er tað sagt eina ferð afturat, i báðum býum.

Morgunmatur við øllum

Morgunmatur hjá Cracker Barrel í Scottsburg í Indiana. Á hotellsvalanum í Nashville (Myndir: Unn, Birgir og Hallstein) Teir útvið 800 kilometrarnar frá Amishlandi til heilga staðin Nashville býttu vit í tvey. Steðgaðu á einum motelli í Indianapolis og lótu fryntligu kvinnuna í Best Western-móttøkuni forføra okkum til at gista á teirra ymsu hotellum, heilt suður til Orlando. Kanska, kanska ikki. Fyrst koyrdu vit allan bluegrass-statin Kentucky á tamp. Sunnalaga, í Scottsburg (sig tað spakuliga og tú hoyrir Skodsborg), ótu vit ein seinkaðan morgunmat á Cracker Barrel. Fyrsta vit hoyrdu, tá dyrnar lótu upp í Skodsborg, var Hank Williams I'm So Lonesome I Could Cry . Og í somu løtu, ein frytlig kona, ið bjóðaði vælkomin og spurdi hvaðan vit komu. Og so um Hank Williams og hansara tónleik. Túnatos og góð ráð, eisini um Graceland og Memphis. Næsta fólkið vísti okkum til borðs, triða vísti okkum matarseðilin, fjórða fólkið tók móti gjaldi og fimta fólkið ynskti okkum framhaldandi g

Ein heilt vanligur dagur á Amish-bygd

Nakrar løtumyndir úr Shipshewana og Nappancee í morgun (Myndir: Birgir Kruse) Ein heilt vanligur amish-dagur í Shipshewana og Nappancee. Hvítu timburhúsini á Nappancee-leiðini eru serstakliga vælhildin og á bønum eru ofta hestar og hestavagnar, aldri bilar. Men undantøk eru. Í eina kirkjutúninum er ein gamal, gráur Ford Transit settur til sølu. Kirkjan hevur modernað snið og er lagað úr brendum brúnum tigulsteini. Eingin garður er um gravirnar, hinumegin vegin. Á loppumarknaðinum í Shipshewana eru tilkomnar amishkvinnur farnar til handils, tær yngru standa í kø og ganga millum onnur vanlig fólk, ið leita eftir onkrum forvitnisligum, sum var tað á Hjallerup Marked í Jútlandi. Niðast er eitt heilt húski farið á kaffistovu í Yoder's Red Barn í Shipshewana. Tey eru oftast í bláum og hvítum klæðum. Tað sæst á snórunum, sum eru í túnunum. Ikki eydnaðist okkum at síggja so mong quiltaði teppi. Tey eru eisini best, tá tey eru blá og hvít. Teppini, sum seld vórðu á loppumarknaðinum í Ship

At arbeiða fyri Várharra

Nakrar myndir úr Blue Gate matstovuni í Shipshewana, har Krystle serveraði (Myndir: Birgir Kruse) - Hetta er Harrans fyritøka, eg bara arbeiði her. Soleiðis stendur skrivað í handlinum hjá Blue Gate fyritøkuni í Shipshewana, sum er matstova, bakarí, konserthøli og souvenirsøla. Smílandi Krystle servarar fyri okkum og greiðir frá um staðið. Í køkinum hómast kýsaklæddar amishkvinnur, reyðdæmdar, við uppsettum hári, meðan menn undir hatti og við høkuskeggi gera upp kassan, steingja dyrnar og sløkkja tá liðugt er. Her er alt til sølu, bara tað er gudiligt. Vegleiðingar at lesa Bíbliuna, sjáldsamar ævisøgur, um leiklutin hjá mammuni heima, og so krossar og uppsløg uttan enda. Kitsch, tað reina kitsch. Eins og Tipper Gore fekk tónleikaídnaðin at seta ávaringarmerki á fløgur, sum kanska, kanska ikki, søgdu okkurt ónærðisligt, so haldi eg, at her skulu setast frámerki á allar sølulutir. Til dømis: 'Hesin lutur byggir á salgsargument, ið kunnu kennast blasfemisk og stoytandi, serliga hjá