Skip to main content

Posts

World Trade Center

Nine eleven er vorðin ein føst vending í amerikanskari mentan, síðani tey bæði World Trade Centre tornini vórðu skotin niður við rutuflúgvarum, fyltir við ferðafólkum. Skakandi, ikki bara fyri Amerika, men allan heimin eisini. Økið verður bygt upp aftur og hevur savnað amerikansku tjóðina meir enn nakrantíð. Helst er tað so, at ein felags ytri fíggindi, styrkir um innlendska samanhaldið. Men nú eru røddir frammi um at ein muslimsk moska skal bygjast á nýggja økið. Í grannaøkinum er modell sett fram fyri byggiætlanina. Har sæst eisini ein Frælsisgudinna við heilsanum úr øllum heiminum. Ikki slepst inn á byggiøkið, sum er lokað við hegni og portrum. Men kranarnir síggjast sum monument um eina nýggja komandi tíð, tíðina eftir nine eleven.

Bretskur handil í Soho

Ein av mest originalu gluggunum og handlunum var hesin gamli bretski mótahandil, All Saints Co, mitt í Soho. Alla staðni eru egnar brúktar Singer seymimaskinur settar fram, inni og niður í kjallaran. Spennandi, beinrakið og stílfult.

Balthazar

Eftir tilmæli frá Teiti Lassen, sum er kendur við Soho, ótu vit lunch á Balthazar mitt í Soho. Ein fronsk matstova av tí góða gamla slagnum við framúr stílfullari servering. Men eisini larmandi stórbýarcafé, sum gevur ein góðan kickstart til stórbýarlívið. Eftir máltíðina gingu vit oman eftir Manhattan. Verri gekki at finna spælistaðin Joe's Place, sum Teitur eisini viðmælti. Taxasjafførurin, ein sikh indari, kendi hvørki navn ella gøtu. So tað bleiv eitt roundtrip, around the block. og aftur til hotellið, sama stað, har vit startaðu.

Úr egnum hjalli

Í kvøld ótu vit neytakjøt á Broadway í Gallagher's Steakhouse. Har hava tey gjørt búffar síðani 1927 og nógvir fínir gestir hava sitið her. Nakrir teirra eru avmyndaðir á vegginum, forsetar og golfstjørnur. Tó, her er ikki so fínt, sum matskráin, umdømið og prísirnir benda á. Her er óformligt og ikki serliga stílfílt. Men eitt upplivilsi av teim sjáldsamu at síggja inn í hjallin, har kjøtið liggur í 21 dagar innan kokkurin fær tað. Ein stuttlig løta, mest til undirhalds, ikki so nógv fyri gastronomisku upplivingina.

Tretivu ár uttan John Lennon

Nú fara tretivu ár at verða liðin síðani John Lennon varð myrdur, 40 ára gamal, framman fyri Dakota húsunum, dygst við Central Park á Manhattan í New York. Tí er staðurin vorðin ein valfartsstaður, ikki minst tí at ein partur av Central Park er nevndur Strawberry Fields, har Imagine er skrivað sum eitt minnismerki í mosaikki.

Til Kina og aftur

Hotellið GEM SoHo. Italska matstovan S.P.Q.R. Ljósareyður Vespascootari og súkklur at leggja saman. Vegamótið Italia-Kina. Børn tekna í kinesiskari kirkju. Kinesiskur fiskamarknaður og McDonalds. Amerikanska og myanmarska flaggið síggjast nógva staðni. Standmynd av Konfucius. Lokali krambakallurin sigur okkum frá um lokala bjórið. Niðast ein gonga av Hara Krishna munkum, Hallstein til høgru og hotellið fyri framman (Myndir: Birgir Kruse) So eru vit komin til New York. Skýggjað og passandi hiti. Hava skrivað okkum inn á GEM SoHo Hotel, sum er í millum SoHo og Little Italy á Manhattan. Gingu ein túr gjøgnum Mullberry Street í Little Italy, har vit ótu ein døgurðabita, panini , í rómverska ríkinum, S.P.Q.R. Um hornið, har Mullberry skarar Canal Street, byrjar Chinatown. Løgið, at ganga úr einum landi og inn í eitt annað, bara við eitt fótafet. Men soleiðis hava tey í nýggjum tíðum bygt land, her um leiðir. Undan tilflytarunum vóru sjálvandi indiánararnir, sum vit enn tann dag í dag verð

Houston, we have a photo!

Rúmdarmaður við KSC inngongdina. Uppslag í inngongdini. Gamlar rakettir (Myndir: Birgir Kruse) Kennedy Space Center (KSC) er stutt frá Orlando, sum íður við tema parkum sum Disney World, Sea World og Universal Studios. Øll støðini draga barnafamiljur til sín og kosta hópin av pengum og longum bíðirøðum. - It will set you back some dollars, sum tey siga her. Bara Universal parkin kostar 84 dollar fyri ein vaksnan, meðan KSC kostar knapt helvtina, 41 dollars. Hin fyrra er ógvuliga avmarkað, meðan hin seinna saktans varir fimm tímar við góðum og spennandi innihaldi. Ein orsøkin at velja KSC er eisini at í USA er eydnast at skapa eitt egið brand kring rumdarferðir, sum eingin hevur nakað ilt at siga um. Hetta brand nemur um eina leið við tjóðskaparsinni, frælsi og framburð hjá hvørjum einstøkum borgara. Amerikanska samtykkið er stórt og eintýðugt, tá talan er um rumdarferðir og -gransking. Í so máta ein upplyftandi vertikal uppliving.

Til mánan og longur

The Vehicle Assembly Building hjá NASA á Kennedy Space Center. Onnur og triða myndin eru modell, sum vísa inn í bygningin. Niðast er sjálv sendistøðin (Myndir: Birgir Kruse) Í hesum bygningi, sum er heimsins fjórðstørsti, ger NASA rakettir, sum fara til mánan og longur. Á niðaru modellmyndunum er gjørdur tvørskurður inn í bygningin og niðast sæst sjálv sendistøðin, sum er á einum tanga eystanfyri Orlando.

Fyrsti maður á mánanum

Búmerkið hjá Apollo 11. Uppslag í høllini um hendingina. Forsíðan á Politiken við sama høvið (Myndir: Birgir Kruse) Neyvan man nøkur rúmdarferð standa so klár í minninum, sum tann hjá Neil Armstrong og teimum í Apollo 11 á sumri 1969. Í hvussu er hjá mínum ættarliði. Kanska hevur Útvarpið størsta heiðurin í hesum føri. Í stóru rúmdarhøllini, sum sýnir allar Apolloferðirnar, er eitt full size rúmdarfar við øllum pørtum og liðum sýnt fram. Burturfrá, standa fleiri av heimsins fremstu avísum frá juli 1969, teirra millum Politiken.