Skip to main content

Posts

Karmar og innihald

Hetta fyrst...(Mynd: Birgir Kruse) Dagurin byrjar sum vant við morgunmati, bretskum morgunmati. So eru dagsins fyrilestrar á Bett Show í Olympia. Fyrstur er bretski Carl Ward, skúlastjóri, sum júst hevur verið í Las Vegas á stevnu við tøkniligum undirvísingaramboðum. Hann er ikki lendur enn. Kveiktur, greiðir hann frá um tøkni, og krevur ikki bara 3D, men 5D, og so sjónligt innihald, virkni og áræði frá lærarans síðu. Hann krevur sjónliga undirvísing, og vísir millum annað til ástøði hjá John Hattie. Carl Ward greiðir frá um tøkni og undirvísing (Mynd: Birgir Kruse) Carl Ward leggur dent á hina rundu skúlastovuna, har lærarin skal hava sama status sum næmingarnir. Fleiri teknistovur sýna fram møblar til skúlabrúks eftir hesum leisti. Rundar flokstovur i bjørtum litum (Mynd: Birgir Kruse) Marianne Kron, skúlastjóri í Randersgade skole á Eysturbrúgv í Keypmannahavn, greiddi i fyrilestri frá um samstarv við Microsoft, kallað The Digital Pencil Case . Samstarvið, sum snýr seg um tøk

Bretskar ímyndir og Føroyar á talvuni

Mini-bilar uppá tilboð, og so Birgir og ein Beefeater frammanfyri einum veruligum Mini (Myndir: Birgir Kruse og Heini Nygaard) Mini-bilurin hjá British Leyland man vera ein hin fremsta ímyndin av bretskari mentan og bretskum lívsstíli. Ikki minst tá ein Beefeater kemur framvið og vil vera við á myndini. Oysterkort á togstøðini við lagsbrøðrum í baksýni (Myndir: Birgir Kruse) London er stórur býur, sum fevnir um stórt øki, har drúgt er at koma fram. Tá er eitt Oyster-kort hent at hava. Tað kann brúkast bæði í undirgrund og í bussi, so bíligt er at koma fram. Fyrsti fyrilestur á Bett stevnuni í Olympia í Hammersmith í dag, var um sosialar miðlar í einum skúla í Bedford. Har brúktu tey altskyns talgildar møguleikar at lýsa ferðir í Kina, samstarv við Spania og annars daglig viðurskifti, so sum at lýsa nýggja vesið á skúlanum. Forvitni og faklig motivering hjá næmingum lógu til grund fyri øllum hesum kveikjandi virksemi. Aimee Barton lærari og tveir skúlanæmingar frá Bedford (Myn

Mind the Gap - í London og aðrastaðni

Mind the gap í London (Mynd: Birgir Kruse) Eitt tað kendasta við London er at hoyra ávaringina Mind the gap . Myndin er tikin á Heathrow flogvøllinum, tá vit fara umborða á snartokið til Paddington. Við pyamasrutuni fóru vit í morgun úr Havn og vestur á flogvøllin, og beint víðari til Kastrup og Heathrow í London. Fyrsta teinin nýtti Hans Olivur Joensen tíðina at gera útsetingar til kend føroysk barnaløg. Hans Olivur umborð á Atlantsflogi við eini feskari útseting yvir kent føroyskt barnalag (Mynd: Birgir Kruse) Ørindini í London eru at vera við á árligu stevnuni BETT, sum síðani 1985 hevur sýnt fram tað nýggjasta innan samskiftistøkni í undirvísing. Stevnan er í hølunum Olympia í Hammersmith. Men innan vit koma so langt skulu vit koyra í toki og taxa til hotellið. Allir í ferðalagnum, Gundur Mortensen, Rói Joensen, Regin Ellingsgaard, Heini Nygaard og eg sjálvur, í tronga taxabilinum frá Paddington tokstøðini til Central Park Hotel í Bayswater, har vit gista. Regin er hin

Nýggjár í Tórsbyrgi

Jógvan, Allan og Martin gera klárt til ársins kyndlagongu (Myndir: Birgir Kruse) Eins og undanfarin ár, savnast fólk í Tórsbyrgi gamlaárskvøld í hitamiðstøðini, sum nú er vorðið felagshús. Innan fólk møtast til kyndlagongu klokkan 23, hava Martin Enok Jespersen, Allan Simonsen og Jógvan Kruse gjørt kyndlarnar klárar. Kyndlarnir standa klárir (Mynd: Birgir Kruse) Seed Potatoes , setepli, stendur á eplasekkjunum, sum eru úr hessian, og vundnir um trivaligar stokkar, dyppaðir í dieselolju. Fest verður í kyndlarnar (Myndir: Birgir Kruse) Øll fáa ein kyndil og eftir at fest er í, ganga vit runt allan býlingin, sum er pyntaður við jólaperum, best hjá Julionna. Kyndlagongan byrjar (Myndir: Birgir Kruse) Byrjað verður við hitamiðstøðina, niðan eftir parkerinsplássinum, oman eftir fótbóltsvøllinum og eftir gøtuni, undir eystastu húsunum við útsýni til Nólsoyar. Steðgað verður eina løtu á grasvøllinum, undir vegginum hjá Heðini og Maluni, og so fer gongan millum hús og hjallar, og