Skip to main content

Posts

Norðureftir

Úr Death Valley koyrdu vit frá morgunstundini norðureftir. Fyrst rendu vit okkum í eitt týskt Harley Davidson ferðalið við eitt søguligt boraxnám dygst við Furnace Creek. Turt og heitt er gjøgnum allan dalin, sum er ein state park. Ravnar og aðrir fuglar eru spælandi naskir á hvørjum parkeringsplássi. Josvatrø eru summstaðni tøtt og eitt gott myndaveni í øllum hitanum, ikki minst tá ein Fanta ger allan munin í turkinum. Og so koyra vit móti hægstu fjøllum í USA, tá Alaska ikki verður talt við. Allar hægsta er Mount Whitney, sum er 4421 metrar høgt og sæst eina góða løtu av øllum vegum vit koyra eftir. So koma vit norður til Mammoth Lakes, har kavin fellir um fjúrtan dagar og staðurin tískil er ein vetrar- og skístaður burturav, serliga hjá fólki úr Los Angeles og San Diego. Men summrarnar eru tað ferðafólk úr Evropa, ið vitja staðin, har 7000 fólk búgva. Vit skriva okkum inn á Shilo hotellið, har tey longu minna á vandan við kava. Eftir at hava skrivað okkum inn á hotel

Fólk í Deyðans Dali

Unn og Sólrun í Death Valley ein heitan sunnudag, tá hitin var omanfyri 40 stig. Niðanfyri poserar Terje undir hatti og í kulum sólbrillum á sama heita staði. Fólk savnast í hópatali at taka myndir á hesum staði og summi taka sær óráð fyri og eru um at detta oman, bara fyri at fáa eina mynd úr oyðimørkini. Unn framman fyri Zabriskie Point við eyðkenda strokinum av svartari lava í baksýni. Í dag koyra vit longur út í oyðimørkina, framvið hægsta fjallinum, Mount Whitney, gomlu japansku fangaleguni Manzanar og gista í Mammoth Lakes.

Deyðans dalur

Úr Las Vegas, Sin City, koyra vit um býin Parumph til Death Valley, Deyðans Dal, sum helst verður heitasti partur av ferðini. Men fyrst eru áhugaverdar jarðfrøðiligar formatiónir at síggja í landslagnum. Og so koma vit til býin við løgna navninum Pahrump, sum er á markinum millum Nevada og California. Pahrump er ein at síggja til hugnaligur staður mitt í oyðimørkini, men hyggja vit nærri, sæst, at tað hvørki eru Disney ella Pinocchio, ið bjóða sær til, men heldur heimsins elsta handverk. Sjálvspeiandi kallar býurin seg 'The Terrible' og á staðnum Terrible's Town, sum er kasino, matstova, og bensinsøla alt í einum, eta vit morgunmat. Húsini eru litrík og duralásini eru revolvarar, seksløbarar. Framvið Bella Vista, Vakra Vegnum, eru eini hús til sølu. Liggja væl fyri á stórum stykki í Deyðans Dali og ovasta á kneysanum er ein Dávidsstjørna. Men ilt er at sleppa av við hús í hesum øki. Sjálvt ikki ein lokal opera, Amargosa Opera House, kann bøta um støðuna, t

Brúdleyp í Las Vegas

Í dag tóku Sólrun og Terje ta avgerð at ganga í hjúnalag. Ikki tí, tey kendust fyrr. Tey komu saman í heimbýnum í 1975 og í 2001 tóku tey ring uppá umborð á einu ferju millum Turkaland og Rhodos. Í dag lyftu tey hornið á hotelltelefonini og ringdu til elsta vígslukapell í býnum, The Wee Kirk o’the Heather, sum hevur gift fólk síðani 1940. Á hvørjum ári verða 90.000 fólk gift í Las Vegas. So var at gera alt til reiðar og avtala tíð. Lagið var gott og taxasjafførurin var fryntligur og upplýsandi og koyrdi til skrivstovuna, har loyvi skuldi fáast at giftast, marriage license, í Clark County í Nevada. Við loyvisbrævinum var so farið til giftingarstovuna, The Wee Kirk o’the Heather, á Las Vegas Boulevard. Fyrst var at ringja uppá í lítla kapellinum, har stóru avgerðirnar vera tiknar. Skrivstovukvinnan Lynn samskipaði øll pappír og legði vígsluna til rættis, so Reverend Van Dunson kundi víga Sólrun og Terja í hugnaliga kapellinum. Eftir prædikuna og vígsluna møttust vit í túni

Hoover Dam

Tíðliga í morgun fóru vit úr Tusayan í Grand Canyon og koyrdu um býin Williams og byrgingina Hoover Dam til Las Vegas. Í august 2008 koyrdu vit nakað somu leið og tá var nýggj brúgv, Hoover Dam Bypass, í gerð. Hetta er longsta concrete arch bridge í Vesturheiminum. Brúgvin var liðug í fjør heyst, so vit vóru spent at síggja og hoyra hvusssu GPS'arin, sum vit keyptu í fjør summar, fóra at vegleiða. Vit gittu rætt. Uttan dagføring var GPS'arin púra vilstur millum hesar tøkniligu varðar, Hoover Dam frá 1935 og risastóru brúnna frá oktober 2010. Kenst gott at sita við rættið, tá tú kanst spleisa tøknina av, vera fyrireikaður og bara vita betur. Meðan fólk flest í Føroyum ynskja SEV og tøkni hagar piparið grør, so hálovar amerikanarin allari tøkni og øllum framburði. Tað fantastiska við USA er eginleikin at skapa eina felags fatan fyri framburði, sum byggir á eina greiða hetjudyrkan, ikki bara av landsins kosnu, men eisini av verkamanninum og smámanninum, eisini tá hann l