Skip to main content

Posts

Sausalito

Á middegi fríggjadagin komu vit til Sausalito, ein hugnaligur, at síggja til italskur ella franskur Miðjarðarhavsbýur, sum tú er við San Francisco flógvan í Kalifornia. Hiðani sæst til San Francisco og hvussu mjørkin rullar inn yvir býin. Eina lítla løtu seinni er klárt, sum sæst á myndunum niðanfyri. Bert 7000 fólk búgva í Sausalito, men ferðafólk úr San Francisco nýta høvið at súkkla ella sigla til býin, sum er beint norðanfyri Golden Gate brúnna.

George Hendry

Vit eru inni á skrivstovuni hjá Tamara Landre á Hendry víngarðinum í Napa. Vit hava samskift um hesa vitjan seinastu mánaðirnar og greitt er at aldrandi stjóri hennara, George Hendry, við áhuga hevur fylgt við, tí hann hevur lisið um føroyska málið í bókini hjá Melvyn Bragg The Adventure of English a biography of a language. Tað var í 2008 at vit spurdu Bruce, ein vínhandlara í Yountville í Napa dalinum, um zinfandel drúvuna og hann vísti til Hendry primitivo. Síðani hevur áhugin verið fyri hesi drúvu, sum hevur so spennandi søgu úr Kroatia, Italia og Kalifornia. Nýggjar DNA kanningar, sum George Hendry hevur verið við í, staðfesta at zinfandel og primitivo eru sama drúva. Í 1944 tóku sjey vínbøndur í Napa seg saman og stovnaðu Napa Valley Vintners, sum sæst á skeltinum omanfyri til høgru. Í dag eru 522 víngarðar, wineries, limir í felagnum, ið verður lýst sum a non-profit trade association responsible for promoting and protecting the Napa Valley appellation as the

Kapping í Napa

Hóast kapping um vínmarknaðin í Napa eru prísirnir høgir. Men glottar eru. Komin inn á hotellið í Napa býi, bjóðar Mark Buckley til vínsmakking. Hann er marknaðarsamskipari hjá Hahn familjuni suðuri í Monterey, sum í vínhøpi kallast Central Coast og ikki Napa, ella Sonoma. Gerandisdagar millum 17 og 18 skiftast vínmerkini, sum eru á matarlepanum, at bjóða hotellgestum smakkroyndir og greiða frá. GSM, sum vit royna, er eitt bland av drúvunum Grenache (62%), Syrah (34%) og Mourvedre (4%). Eftir vínsmakkingina fara vit á matstovuna Bounty Hunter at eta høsnarunga, sum er settur á eina øldós, og barbecue riv og coleslaw salat afturvið. Afturvið vilja vit hava Ravenswood zinfandel úr Lodi, sum í øðrum býum kostar 28 $ á matstovu. Tá vit síggja at í Napa eru vínprísir meir enn tvífaldaðir, keypa vit heldur eina ódýra zinfandel frá Broken Spur. Um hornið er Back Room Wines, sum er vínhandil við sjáldsomum vørum, ið kunnu roynast. Sum tænastustaður er rúmið mest sum eitt bókasavn vi

Skótalív í hæddini

Úr Mammoth Lakes koyrdu vit norður til Yosemite Park, fóru inn um Tioga skarið og út aftur hinumegin. Her er stórt og høgt. Sjálvt risastóru trøðini klára seg á steingrund, mest sum uttan festi, sum sæst yvir bilinum, omanfyri. Eftirlitsmaðurin er fryntligur og vil hava nógv at vita um Føroyar og hvussu vælkomin og farvæl eitir á okkara máli. Stuttligt og vísir enn einaferð amerikanska tænastufatan og tænastuvilja. Hóast vit hava verið ávarað um kava síðani vit komu til vetrarbýin Mammoth Lakes, er hetta fyrsti kavi vit síggja. Kavi sæst nógva staðni í hæddunum í Yosemite Park, sum er partur av fjallarøðini Sierra Nevada í Kalifornia. Koyrivegurin førir okkum upp í 3000 metra hædd og onkrir tindar eru túsund metrar hægri. Myndin omanfyri gevur kanska eina ábending um hæddir í Yosemite Park. Rípan, sum fer gjøgnum landslagið er vegurin oman í dalin, sum vit júst hava koyrt eftir. Alla staðni er snipst niðurfyri. Her er nógv at avmynda, ikki minst seg sjálvan. Vøtnini eru m

Duldur kapittul í amerikanskari søgu

Dagarnir eftir Pearl Harbour álopið fyri jól í 1941 vóru ikki lættir hjá japaranum í USA. Undir Sierra Nevada fjøllunum í Kalifornia, millum smábýirnar Lone Pine og Independence, stendur hesin japanski minnisvarði í Manzanar. Beint eftir japansku atsóknina í Kyrrahavinum vóru 110.000 amerikanskir japanarar sendir í savningarlegur, concentration camps , í USA. Henda legan, Manzanar, var ein av tíggju og er nú eitt alment minnismerki, ið kastar kalt ljós á ein duldan kapittul í nýggjari amerikanskari søgu. Árini 1942 til 1945 vóru 11.070 japanskir amerikanarar innsettir í Manzanar. Tveir triðingar vóru amerikanskir ríkisborgarar. Uttan rættargongd vóru tey tikin á nátt og senatorurin Sam Ervin hevur seinni sagt at hetta var "the single most blatant violation of the Constitution in our history." Sue Kunitomi Embrey (1923-2006) vaks upp í Little Tokyo í Los Angeles. Knapt ár eftir at hon leyk prógv á Lincoln High School í 1941, var hon millum 110.000 amerikanarar av ja