Skip to main content

Posts

Bláa sofan

Á bókamessuni í Frankfurt er eitt frálík tiltak, sum eitir Das Blaue Sofa, bláa sofan. Her verða aktuellir rithøvundar lýstir í livandi og vitugum samrøðum, sum verða vístar á stórum skýggjum framman fyri áskoðarum og áhoyrarum í ein hálvan tíma, sharp. Dagsins høvundar vóru millum teir mest áhugaverdu, íslendski Arnaldur Indriðason (f.1961) og italski Umberto Eco (f.1932). Mín dreymur er at onkur í Havn fer at finna uppá ein tílíkan máta at gera vart við nýtt tilfar, tað verið seg bøkur, fløgur ella málningaframsýningar. Tað er mest sum deytt, tá tílíkar framløgur eru.

Norskur undirvísingarportalur vann gull í Frankfurt

Millum bestu skúlabøkur í Evropa er ein talgild, sum er uttan papír og bara til á netinum. Læruumhvørvið, sum Norsk Gyldendal stendur fyri, kallast Salaby. Talgilda umhvørvið fevnir um allar lærugreinar í byrjunarundirvísingini. Í Noregi hevur móttøkan verið góð og flestu næmingar í yngstu skúlaflokkunum kenna og brúka Salaby. Tað er European Educational Publishers Group (EEPG), sum á hvørjum árið letur virðislønina á bókamessuni í Frankfurt. Virðislønirnar vera skiftar í fleiri bólkar. Fyrstu virðislønir vóru lætnar í 2009. Í dag eru 21 skúlabókaforløg í 21 londum limir í EEPG, sum varð sett á stovn í 1991. Við í kappingini í ár vóru 41 skúlabøkur úr 18 evropeiskum londum. “Vegna Føroyar skulu tit vera vælkomin at gerast limir í evropeiska samstarvinum sum egið land og skjóta upp nýggjar skúlabøkur, sum tit halda vera virðislønarverdar,” sigur danski Preben Späth, sum er formaður í felagsskapinum. Á myndini fær Ulv Petersen, ritstjóri hjá Norsk Gyldendal, virðislønina fyri bestu

Krabbabók nummar 100 í heintu

"Í dag fara vit á krabbaveiðu í týska økinum,” siga teir tríggir ritstjórarnir Turið Kjølbro, Lydia Didriksen og Marjun Ziskason, sum leita fram bøkur, ið eru hóskandi til ymsu torleikstigini í røðini við krabbabókum. Bókamessan í Frankfurt er eitt ‘must’, tá umræður at finna krabbabøkur, siga tær sum við ein munn. 90% av bókunum koma hiðani av messuni, har tey norðurlendsku forløgini eru høvuðsveitarar, tí teirra hugburður, evnisviðgerð  og ikki minst skúlaskipanir líkast mest okkara. “Men so eru tað ensku forløgini, sum til dømis Usborne, ið eru serliga áhugaverd, tí tey hava so nógvar góðar faktabøkur, sum til dømis hana um “Titanic”, sum føroyskir dreingir veruliga hava tikið til sín,” sigur Turið. “So møta vit starvsfeløgum, ið hava somu avbjóðingar sum vit, til dømis íslendski Námsgagnastovnurin, ið eisini fæst við lesifrøðiliga viðgerð av øllum tilfari á sama hátt, sum vit gera,” sigur Lydia. “Tá vit fáa bøkurnar, vit hava umbiðið á bókamessuni, lesa vit allar og h

Íslendskur áhugi fyri føroyskum undirvísingartilfari

Føroysk skúlabørn kenna íslendsku fuglasíðuna, sum liggur á Snar. Og nú fara íslendsk børn kanska skjótt at nýta føroyskar skúlabøkur. Á bókamessuni í Frankfurt var fundur millum Nám og íslendska systurstovnin Námsgagnastovnin. Fyri Nám møttu Niels Petersen, bókatoymisleiðari, og Gunvá Magnussen, ritstjóri, og fyri Námsganastovnin møttu Ingibjørg Ásgeirsdóttir, stjóri og Hafdís Finnbogadóttir, ritstjóri. ‘Vit hava samstarva í eina tíð og burturúr eru longu komin talgild telduspøl í lærugreinum sum støddfrøði, Fuglavevurin, sum sæst á Snar, og nakrar smærri bókaútgávur í náttúru og tøkni,´sigur Niels Petersen. Stórur áhugi var fyri nýggja føroyska tilfarinum til heimstaðarlæru. Bøkurnar eita “Grindalokkur” til fyrsta flokk, “Høgguslokkur” til annan flokk og “Eiturkoppur” til triðja flokk. Bøkurnar eru serstakar, tí tær eru bara í myndum og púra uttan tekst. Gunvá Dam og Ole Wich hava gjørt bøkurnar. Íslendski Námsgagnastovnurin var eisini áhugaður í nýggja føroyska lívfr

Bøkur hjá Bárði vekja áhuga í Frankfurt

‘Árliga bókamessan í Frankfurt hevur alt at týða fyri meg sum høvund og teknara í útheiminum,’ sigur Bárður Oskarsson við heimasíðuna hjá Námi. Bárður   er høvundur og teknari við fýra barnabókum, ið Bókadeild Føroya Lærarafelags gevur út. Forlagsstjórin Niels Jákup Thomsen sigur, at tað er einki at ivast í at tann bókin, sum seinastu árini er so nógv mest eftirspurd er hin fyrsta hjá Bárði, “Ein hundur, ein ketta og ein mús”, sum fyrstu ferð kom út í 2004. ‘Tað var ikki í mínum tonkum at verða týddur og raka ein fremmandan marknað,’ sigur Bárður í samrøðu við Nám í Frankfurt. ‘Mín ætlan var heldur ikki at gera eina avgjørt føroyska barnabók, men heldur eina bók, sum bjóðaði føroysku barnabókini av, tað vil siga at barnabókin í sniði og innihaldi, talar til eitt ávíst øki, sum kann vera Føroyar, men tó ikki er bundin at Føroyum. Barnabøkur eru ofta so lokalar og nema við viðurskifti sum tað kenda og trygga. Eg gangi eftir einum breiðari máli í mínum bókum, har vit eru leys av ment

Hetta er eitt ævintýraland!

‘Mindblowing,’ sigur Oyvør Dam Lassen, sum er bókavørður í Námi. Hon er fyrstu ferð á bókamessu í Frankfurt, ið hon metir sum eitt slaraffenland, tikið beint úr øllum ævintýrabókum. ‘Tað heilt serliga, er at síggja alt, sum hevur við bøkur at gera, á einum stað. Ikki minst at møta rithøvundum og forløgum, sum eg dagliga samstarvi við,’ sigur Oyvør í samrøðu við Nám í dag. ‘Her eru eisini prentarar, umsetarar, innbindarar og nýggj tøkni sum e-bøkur og talgild leitiamboð, stutt sagt alt, ið hevur við bøkur og bókasavnsyrkið í dag at gera. ‘Beint nú var eg á einum fyrilesturi, Navigating the Semantic Web, um at leita á netinum. Har lærdi eg um viðurskifti, sum eru nýggj og viðkomandi fyri allar bókavørðar og okkum í Námi, so vit kunnu gera okkara skrásetingararbeiði betri og effiktivari,’ sigur Oyvør. ‘Á bókamessuni fái eg eisini nýtt innlit í arbeiðið hjá okkara ritstjórum og hvussu arbeitt verður við bókum, bæði heima og í fremmandum londum. Sum heitið sigur, er hetta ein messa,

Drive all night

Tá vit komu til Las Vegas 16. september varð filmurin Drive frumsýndur í biografunum. Ikki bara einum, men 2886 amerikanskum biografum. Og seinni í einum føroyskum, Havnar Bio. Hóast meir enn ein millión amerikanskir biografgangarar nýttu høvið at síggja filmin fyrsta vikuskiftið, høvdu vit annað at gera í Las Vegas. Men vit høvdu lagt til merkis flotta og tølandi brellbitan, trailaran, sum á størstu sjónvarpsrásunum lýsti filmin Drive við Ryan Gosling, omanfyri, í høvuðsleiklutinum. Heimafturkomin havi eg sæð filmin. Nú er tað so at Drive er ikki ein hvør sum helst filmur. Hetta er nýggjasti filmur hjá danska Nicolas Winding Refn (f.1970), ið varð kosin besti leikstjóri í Cannes í ár. Men hann hevur eisini harðrendu Pusher filmarnar í viðførinum. Og nýggi filmurin skrivar seg inn í eina røð av filmum um skjóttgangandi bilar á nátt, Gone in 60 Seconds frá 1974, sum Nicolas Cage gjørdi umaftur í 2000, The Fast and the Furious við Vin Diesel í 2001 og sum á sætta sinni fer at

Gutti 60 ár

Gutti Joensen, sum 4. oktober fylti 60, bjóðaði seinrapartin í dag til brunch úti á Argjum. Hugnaliga løtan var í hølunum hjá verkstaðinum Vón. Her var fult hús. Røður vórðu hildnar og sangir, yrktir til høvið, vórðu sungnir. Umframt familju og starvsfelagar, møttu mest sum allir grannar í Tórsbyrgi, har Gutti býr. Beiggi Gutta helt røðu og vegna Tórsbyrgi helt Hallbjørg Lamhauge, forkvinna í Eigarafelagnum, eisini røðu. Á niðaru myndini hómast hon í baksýni, meðan Gutti lurtar. Her er føðingardagsrøðan, sum Hallbjørg helt fyri Gutta í dag: Góði  Gutti! Eg vil vegna okkum øll í Tórsbyrgi ynskja tær hjartaliga tillukku við 60-ára føðingardegnum. Vit Tórsbúgvar reypa onkuntíð av, at tað er so deiligt í Tórsbyrgi. Vit siga, vit eru ein hugnalig bygd mitt í býnum ella mitt í høvuðsstaðnum. Eg kom at hugsa um hettar aftur, tá eg umhugsaði, hvat eg skuldi siga um Gutta í dag til føðingardagin. Tí eg haldi, at Gutti er ein býarmynd, ella bygdarmynd, í Tórsbyrgi. Eg havi altíð hugsað ta

Nógvar míl, enn fleiri kilometrar og ein amøba

3740,3 míl = 6019,42936 kilometrar. Soleiðis sigur roknimaskinan og kilometurteljarin, tá vit lótu bilin aftur til Hertz á flogvøllinum í Los Angeles í dag. Ferðin í USA er av og nú er bara heimferðin eftir. Úr Los Angeles gongur tað slag í slag, fyrst 5428,2 míl ella 8735,6 km til Heathrow í London og so 609 míl ella 980 km til Kastrup í Danmark, har Atlantsflog flýgur okkum 834 míl ella 1342 km heim til Føroya. MC Felagið plagar at siga at longsti teinur at koyra í Føroyum eru teir 112 km millum Viðareiði og Gásadal. Tí er tað ein serlig fragd hjá okkum, sum eru úr so lítlum landi, at leggja aðrar víddir undir seg á amerikansku vegunum. Í 35 dagar koyrdu vit gjøgnum Texas, New Mexico, Nevada og Kalifornia, gistu á 17 hotellum og skrivaðu 57 bloggar. Seinasti avstingari, innan vit lótu bilin aftur til Hertz, var inn í heimsins størsta plátuhandil, Amoeba, á Sunset Boulevard í Hollywood. Innkoyring beint av gøtuni og frí parkering í kjallaranum. Spurdi til stuttleika um nýtt frá

Rodeo Drive

Kanska er Rodeo Drive vakrasta gøta í USA. Tað velst sjálvandi um eygað, ið sær. Vit eru í hjartanum á Beverly Hills og fram við gøtuni eftir trimum blokkum, blocks, eru allir teir kendu mótahandlarnir, summir so kendir at teir ikki upplýsa navnið. Hesin sáldsami handil uttan navn, millum prangandi Gucci og Dior, festi so mikið í mín áhuga at eg fór til duravørin at spyrja ‘Excuse me, what is the name of this house?’ Hann smíltist og teskaði stavandi í oyra ‘P-R-A-D-A.’ Hinumegin er eitt hitt vakrasta hús eg kann hugsa mær. Tað er húsið hjá Chanel. Sólrun roynir eina reyða varrastift og duravørurin er eftir mær, tí her er ikki loyvt at fotografera. Javel, so siga vit tað. Mitt í tí vakra stingur amerikanska smakkloysi seg fram við nøvnum sum Juicy Couture, ið sær út sum ein kinky pink náttklubbi i Las Vegas, og Agent Provocateur, sum helst hevur verið við á Folsom Street Fair. Smakkloysi og klassisisma. Tað er USA. Tá tú hevur keypt teg um rygg er gott at hava trivalig