Skip to main content

Posts

Níggjundi desember

Níggjundi desember við frosti og nógvum vindi frá morgunstundini. Í Stoffalág verði eg mintur á vónleysa stríðið hjá smámanninum móti stórkapitalinum í jólamánaðinum í Havn. Eftir hálvum ári hevur Okkara handil givið upp andan. Nú er eingin sjálvstøðugur handil eftir í Havn og Katrina Christiansen er blivin fornminnissavn í Bringsnagøtu. Tað reina Disney. Í 2009, tá Havnin fylti 100, fekk eg hesa mynd av Halldóri Christiansen við petroleumspumpuna og diskin hjá Katrinu. Her uppi á Lützenstrøð er tó morgunbreyð og kaffi fyri starvsfeløgunum. So eru tað Námstíðindi um metsølubøkur, kristniritstjórnan og fundur um nýtt Føroyakort. Og klokkan fýra er tað kjak og ummæli av Moldvarpi Føroya í útvarpssendingini Útsýn hjá Kára Sólstein. Spennandi dagur hóast ringasta veður. Kanska mest tí at fólk eru so giraði til jólafrokost, sum Mentamálaráðið letur dyrnar upp fyri longu klokkan fimm. Maturin er frá Oddvør og eg havi frætt, at Dorit, sum sæst omanfyri í middagsljósi, verður borðstj

Áttandi desember

Áttandi desember og enn liggur kavin undir gráum himni. Einki sæst til middagssól, men kanska verða tað eini hvít jól í ár, hvør veit. Í dag byrjaði dagurin við kórsangi í karnappinum hjá Schrøder, tey rópa. Ein gáva á arbeiðsborðinum frá loyniliga jólavininum, sum sæst niðanfyri, síðani ritstjórnan av nýggjum kristnitilfari til fimta flokk og so er køkstørn, fyri seinastu ferð í ár. Og kanska seinasta ferð á hesum staði. Næsta ár flyta vit í Námi niðan á Hoyvíksvegin. Umframt alt tað vanliga er turrur fiskur, vatnmelón og eplasalat á borðinum, sum hómast omanfyri. Keypt í Miðlon, uttan at freistast at detta inn í Rúsuna. Einasta freisting á hasum leiðum er at innkeypskurvarnar eru so ovurhonds stórar, at eg og øll við mær freistast til at leggja meir enn ætlað í tær. Tað er soleiðis vit skapa meirvirði, sigst.

Sjeyndi desember

Sjeyndi desember og skiftandi sól. Eina løtu grátt og myrkt, næstu løtu litbjart og spælandi ljóst. Sæst hon, so stendur sólin lág og tá klokkan slær eitt, leggur hon seg í Kirkjubøreyn. Hesa løtu kundu eg hugsað mær at búð ovarlaga í Havn og sæð oman yvir allar tær kavataktu tekjurnar, sum liggja í løgum oman móti vágni og fevna tí sindri av ljósi, sum glampar av heimsins enda. Og tað varð ljós. Aftan fyri hegnið, har hjólsporini enda, stendur brendi runnurin hjá Rasmusi í kava. Kanska er Móses ikki so langt burturi í urtagarðinum, har middagssólin eina evarska løtu skapar ljómandi ljós. Innan gylta middagssólin kemur fram, liggur miðbýurin mest sum í sorta. Bert skrivstovugluggarnir bera boð um ljós og lív, meðan myrkt og deytt er í húsunum, har fólk búgva. Øll eru til arbeiðis at forrenta dýrtíðina í Havn. Nú brendi hann á við kava og helst verður Kingo einsata vónin, nú tað bara verður myrkari og myrkari í verðaldarinnar norðasta høvuðsstaði.

Sætti desember

Alt av náði. Gávuregn í postkassanum, sætta desember. Ein gávumildur lesari hevur fíggjað skanning, rættlestur, prenting og útbering av bókini hjá C.H. Spurgeon (1834-1892), sum Victor Danielsen (1894-1961) týddi og gav út á Nýggja Forlagnum í Fuglafiriði í 1951, Alt av náði. Í 1981 varð bókin endurprentað saman við Leirkerinum og nú geva hesi bæði forløgini bókina út á triðja sinni, hesuferð í 20.000 eintøkum og borin í hvørt hús í Føroyum. Soleiðis verður sagt úr postkassanum. Eitt klingadi bókaheiti, sum eg plagi at víðka við hesum orðum: restin sum uppiborðið. Alt av náði, og restin sum uppiborðið. Umframt náðina, sum alt árið streymar úr ymsum loynikrókum, hava vit hin fría viljan. Herfyri sendi ein Facebookvinur mær eitt ummæli av eini italskari matstovu á Blegdamsvej í Keypmannahavn. Ummælið stóð í avísini Information og tá eg klikti meg inn á teirra heimasíðu, sprakk eitt tilboð upp á skermin um at halda blaðið í fýra vikur, uttan kostnað. Eg tók av og nú kom danska fríggj

Fimti desember

So er fimti desember og middagssólin skínur lágt inn yvir Havnina, sum úr skrivstovuglugganum er rein og kavaklødd. Ein bjartur skái, innan hann aftur brennir á við stormi og heglingi í kvøld. Niður í trý kuldastig, sigur danska veðurforsøgnin.

Fjórði desember

Middagssól í nýfalnum kava. Tað er annar sunnudagur í advent. Jólaligari verður tað neyvan, hóast Rudolf hevur sagt upp. Tað sigur Føroya Tele í eini sjáldsamari søgu um jólini, sum í ár eru komin í vanda. Ein fremmand story line , sum eg ikki hava hoyrt á føroyskum fyrr. Føroya Tele eigur øll okkara sambond við umheimin, so tey eiga at vita, hvat brýtur í klettin. Dagsins brennidepil, focal point, er tó guli skrellikonteynarin á gamla Bukkevald við síðuna av kampingplássinum yviri við Strond. Í hvíta kavanum er hann stuttligur, serliga tá brímið slær í klettin og brýtur. Gult móti hvítum brimi av grábláum havi.   

Leygardagur í Havn

Fyrsti leygardagur í desember var hendingaríkur í Havn. Ein stór fjøld gekk niðan á Vaglið at mótmæla politisku ætlanunum um at seta í gildi flatskatt, so øll rinda 40%, og at skatta eftirlønir beinanvegin sum tær verða settar á kontu hjá antin Lív ella Betri Pensjón. Nógv fólk og nógvir røðarar vóru komin saman at geva ljóð. Benjamin Petersen sang og spældi meðan teir í Gypsy Train høvdu kollveltingarliga nevan á lofti. Bestu røðuna helt Herálvur Jacobsen, formaður í Føroya Lærarafelag. Meðan røðan gekk, hómaðist løgmaður, Kaj Leo Holm Johannessen, koma niðan á Vaglið eftir Mylnugøtu í bláum termojakka. Við Útvarpið og Sjónvarpið segði hann at her var lítið fólk og mest sum einki úr Sandoynni. Eftir mótmælistiltakið, ið eg metti sum rættuliga fjølment, fór eg oman í Vágsbotn og niðan móti Jomfrubakken til gamla súkkluhandilin hjá André Andrésen, har Gunnar Dahl Olsen og Alfred Hummeland í dag lótu upp nýggjan súkkluhandil. Gunnar sýndi fram eina myndarøð, sum fyrrverandi súklarin

Triði desember

Veðrið er ikki yvirtikið mál. Og tey, ið hava fylgt við í útlendskum miðlum, sum siga, hvussu heimliga veðrið fer at vera í dag, munnu undrast, at veðurfrøðingar kunnu vera so ymiskir á máli um sama dag í sama lítla øki. Men fyri middag høvdu allir veðurfrøðingar longu havt rætt. Vejrgudernes tumleplads soleiðis vóru Føroyar marknaðarførdar í útlondum einaferð. Eitt vælvalt herróp. Og tey fara ikki at tróta á Vaglinum. Har fara flestu fakfeløg at savna fólk undir herrópinum Hertak Vaglið eftir útlendsku fyrimyndini Occupy Wall Street og øll hini torgini, har maktin miðsavnast. Men ilt er í Føroum at siga, hvar maktin miðsavnast, ella hvat føroysk makt er fyri nakað. Eg havi so verið á vali, men eins og øll tey eg kenni, havi eg ikki fingið tað, eg havi valt. Kenni ongan, ið hevur valt teir flokkar, sum nú hava valdið. Tí ætli eg mær oman á Vaglið at hoyra, um nakar neisti yvirhøvur er til í hesum fólki, sum rópar seg føroyingar, men hevur so trupult við at fáa valdið og tá tað e

Annar desember

So er annar desember og eg havi fyri fyrstu ferð sungið í kóri. Árni Jacobsen stjórnaði í karnappinum hjá Schrøter, sum tey siga her í grannalagnum á Lützenstrøð, millum Statskassan og húsini hjá Rasmusi í Sjóvinnubankanum, sum eisini hava karnapp. Húsini, vit halda til í, bygdi Schrøter á Skipafelagnum og innan Skúlabókagrunnurin, núverandi Nám, flutti inn higar, vóru Hagstovan og Pauli Ellefsen her. Starvsfelagin Gunvá Mortensen tók innanduramyndirnar av Karnappkórinum. Í gráanum uttanfyri sást ikki nógv til lágu middagssólina meðan Smyril legði út á vágna.

Fyrsti desember

So er fyrsti desember og fyrsti kavin er fallin.  Snön faller och vi med den , syngur Ulf Lundell Och går en stund på jorden , sum hann lakoniskt leggur afturat í einum øðrum sangi. Millum ælini stendur middagssólin lágt og eina løtu eru bilsporini grafisk list í almenna rúminum. Kavin fellur, sólin lækkar. Eitt snapshot úr skrivstovuglugganum.

Tak mynd av yvirskegginum

Mynd frá amerikansku heimasíðuni Climberism, sum vendir sær til fjallaklintrarar Tak mynd av yvirskegginum og stuðla Krabbameinsfelagnum. Í dag, mikudagin 30. movember, verður heitt á øll við yvirskeggi, at lata tað avmyndað. Hesi yvirskegg verða givin út í bók 9. desember og øll inntøkan fer óskerd til Krabbameinsfelagið. Movember, mánaðin, ið eisini verður kallaður november, líður nú móti endanum. Mong eru tey, ið hava undrast á øll yvirskeggini, sum vit menn hava latið vaksið í movember. Movemberrørslan byrjaði í Avstralia í 2003. Ætlanin er, at í movember lata vit menn yvirskeggið vaksa fyri at varpa ljós á og savna pening til stuðul og gransking í heilsutrupulleikum hjá monnum. Í ár verður peningurin savnaður inn til gransking í prostatakrabba. Mong lond í heiminum hava egna movemberrørslu, so er tó ikki í Føroyum. Tí hevur ongin skipað innsavning verið her. Fyri at hetta stóra arbeiðið, ið vit hava gjørt fyri at lata okkara yvirskegg vaksa, ikki skal fara fyri bakka, ver