Rosa Birgitha Dal Christiansen í Tvørgøtu í Havn hevur gjørt heiðurslønirnar, sum Felagið Føroysk Miðlafólk lata ársins journalistiska avriki í fimm bólkum. Tvørgøta er mitt í Rabarbukvarterinum og tí er navnið á fyritøku hennara Rabarbuglas . - Tað eru tvær søgur um, hvar navnið Rabarbukvarterið hevur sín uppruna. Onnur søgan sigur, at staðið fyrr var so fátækt, at neyðugt var at eiga nógvar rabarbur fyri at fáa mat á borðið. Hin søgan sigur, at fólkini, ið búðu har, fingu so nógv børn, at ”tey nørdust sum rabarbur í góðari mold”, sigur Rosa Birgitha, sum er útlærd hárfríðkanarkvinna og pedagogur. Hon arbeiðir hálva tíð í einum barnagarði. Hon er gift, eigur fimm børn og er omma. Finnur Jensen skipaði fyri øllum tí praktiska í sambandi við tilnevningarnar. Tað var ikki sum at siga tað. Í onkrari teldu kundi okkurt uppskot ikki lesast og so var at tillaga og finna eitt nýtt format, hús úr húsi. Og til sjálva handanina var nógv tøkni, sum skuldi rigga. Nevndin í Felagnum Føroysk