Skip to main content

Posts

Innistongdur útlongsul

Einki er sum fríggjakvøld í sjónvarpi. Arbeiðsvikan er av, nátturðin er etin og flaggskipið hjá Kringvarpinum, Dagur og Vika, er farið aftur um bak. Beinini upp á borðið, nú er vikuskiftið byrjað. Síðan Saturday Night Fever kom fram í 1977 hevur verið tosað um weekend ættarliðið í nýggja brúkarasamfelagnum. Kappingar, stuttlig fólk, men eisini nærvera, sum livandi og organisk setir seg undir húðina. Hetta fríggjakvøld er danski X Fakturin so pura uttan kappingarelement. Eingin fer út og eingin kemur inn. Jú, hin aldrandi Riche og Seebach yngri koma inn. Soleiðis óforpliktandi. Ikki júst tilfar við biti í eitt up tempo fríggjakvøld. Karmurin og sjálvur dynamikkurin í X Faktor sendingini, snúningsásurin, er tankin um at vera beinleiðis. Tað krevur nærveru og atkvøðusamband beint til hyggjaran. Tá einki kappingarelement longur er í sendingini, er einki at savnast um. Soðið er so tunt í hesi sending at nú er hon deyðfødd, hvussu Sveinur so kýtir seg at raka hægstu tónar

Grønar bønir

Í dag, leygardagin 10. mars, verður sjáldsom og spennandi sjón í spildurnýggju Öströms Fabrikk á Skálatrøð í Havn. Undir spyrjandi heitinum Ert Tú Til Green? stendur Ole Wich fyri eini installatión við einum sixpack, sum skal setast í rammu, sum er tað eitt altar, við ljósastakum í neon frammanfyri. Her poserar Ole við sixpack um aksalarnar. Longst til høgru síggjast altarljósini og svarta ramman um brúkarastýrdu altartalvuna, the sixpack. Í henda blómsturkassa, niðanfyri, kunnu øll vitjandi planta eina grøna bøn. Uppskriftin sæst í frágreiðingini undir myndini av teim surrealistisku Buñuel stólunum við mold í. Klikk á myndina og hon verður størri. Tiltakið er skipað sum ein samanrenning av ymsum listarhættum, fólkum og framsýningum. Borðreitt er fyri einari serstakari listarligari uppliving, ið visualiserar dálkandi veruleikan, ið menniskjaættin stendur upp ímóti, siga fyrireikararnair á Facebookprofilinum . Og hvør veit, kanska fara naknir fiskar í mannahami at liggj

Ellivu krónur og tjúgu

Nú kostar liturin av bensini ellivu krónur og tjúgu. Fyri ein tanga, tað eru 63,89 litrar, kostaði bensinið í dag 715,57 krónur hjá Magn við Ringvegin á Hálsi í Havn. Eina løtu seinni koyrdi eg framvið skeltinum hjá Effo í Gundadali og uppdagaði at teirra bensin kostaði bara ellivu krónur og ellivu. Tað var sum Sørin. Eg kundi havt spart fimm krónur og fimmoghálvfjers. Grannin, Tróndur, upplýsir úr Aarhus, at har kostar liturin 13,48 krónur og úr Noregi sigur Jógvan Hugo at har er liturprísurin 15,49 norskar krónur, sum í løtuni eru ájavnt við føroyska ríkisdálan. Well, so er bara at stíga lættari á spitaran. Soleiðis eitir tað nú. Spitari, kobling og gir.

A Passion Called Salmon

Herfyri møtti eg systkinabarninum Jaspur Kruse til heimsfrumsýning av heimildarfilminum A Passion Called Salmon . Tað vóru Felagið Laksaskip, Aðalkunsulát Íslands, Listagluggin og North Atlantic Salmon Fund, sum bjóðaðu til film og ein bita í Norðurlandahúsinum. Jens Kristian Vang tók myndina av Jaspuri og mær. Orri Vigfússon greiddi í talu frá, at tá hann fyri 20 árum síðani kom til Føroya at keypa rættindini at veiða atlantarhavs laks, var Jaspur formaður í felagnum Laksaskip. Orri er ein meistari at siga søgur og vit kundu bara sagt 'the rest is history' kring alt Norðuratlantshav. Russarin Sasa Savic hevur tikið filmin, meðan hann í tvey ár hevur ferðast á Norðurkollinum. Við flugu, tráðu og myndatóli hevur hann leitað eftir villum atlantshavs laksi, wild Atlantic salmon . Bara fyri at kenna hann taka fluguna, halda í honum, viga hann og sleppa honum útí aftur. Ein uppliving uttan líka. Áirnar, har Savic fiskar og sigur frá um í filminum eru Yokanga á Kola hálvoynni

Maðurin sum málar við ljósi

Innar í háloftað rúm, framvið naknum mannakroppum, stólum, gólvum og kendum andlitum, út í stór landsløg yvir tekjur, gjøgnum sprungur, á himni og í havið. Ljósið er altíð til staðar í málningunum hjá Torbirni Olsen, og spælir alráðandi leiklutin í framsýningini av verkum hjá listamanninum, sum letur upp í Listaglugganum hósdagin 8.mars klokkan 16. Tað er eins og alt byrjar og endar við ljósi í listini hjá Torbirni Olsen. Ljósið er snúningsdepilin og alt annað er bara til gjøgnum ljósið. Formar verða skaptir av ljósi. Litir verða skaptir av ljósi. Lív skapast av ljósið. Tí ljósið er ikki nakað passivt, sum fellur inn í myndina og spjaðist út yvir myndevnið. Ljósið er aktivt tað byggir upp og brýtur niður, velur til og frá. Skapar, umskapar og broytir. Torbjørn Olsen fær hervið gjørt nakað so óítøkiligt sum ljós til konkretan, berandi part av myndunum. Ikki sum ein demonstratión av ljósins eginleikum, ella ein lýsing av hvussu ljósið ávirkar okkara umhvørvið. Men meira sum

De syngende husbrødre

Eingir Kvøðuljómar uttan De Syngende Husmødre . Árini 1978-90 góvu tær út 8 LP plátur. Í 1983 vitjaðu tær í Føroyum 'og ble motatt som superstjerner' sigur Norsk pop- og rockleksikon (Vega 2005) Í sjónleiki og filmi tosa tey um typecasting , at velja ein ávísan sjónleikara, tí hann ella hon hóskar til akkurát henda leiklutin. Tað førir so við sær at onkur er, ið altíð fær leiklutin sum maður ella kona í húsinum, ella sum bandittur ella hetja í tí fiktiva umhvørvinum. Seinastu dagarnar hevur útvarpið verið frá hvønn morgun. Har eru javnt og samt kvinnur sum siga ymist um innari og ytri vælveru, heilsu og uppalingarlig viðurskifti. Ein morgunin, innan altjóða kvinnudagin, var nýggja forkvinnan í Javnstøðunevndi frammi og bleiv spurd um tað sama, børn og bleytu virðini. Aftur typcasting, men nú eisini skeiklað timing , tíðaráseting. Tí so er ongin samrøða sjálvan kvinnudagin, sum er í dag. Ístaðin tosar brúkaraumboðsmaðurin um løgnar lýsingar frá Atlanstflog og lurtarar sle

Bókaútsøla

Var á bókaútsølu í Riti og Ráki í SMS í dag og fekk hendur á fleiri yrkingasøvnum. Trý hjá Poul F. Joensen á forlagnum hjá Einari Joensen: Ramar risti hann rúnirnar (1967, 1988), Lívsins kvæði (1975) og Millum heims og heljar (1985), eina frá Sprotanum: Karsten Hoydal Grógvið og grøtt yrkingar og týðingar (2009), eina frá Mentunargrunni Studentafelagsins: Tróndur Olsen Her er dámligt í Føroyum um krossmessutíð (1992) og eina fakbók frá Fróðskapi: Firouz Gaini Miðlar, mentan og seinmodernitetur (2008). Stuttligt at lesa um seg sjálvan, teljandi rutubilar um Gjónna í Gøtugjógv mitt í 60'unum. Og so sjey donsk yrkingasøvn hjá Søren Ulrik Thomsen fyri 79,95 kr. tilsamans. Hann fer at arbeiða og sýna fram í Steinprenti í heyst saman við grafikaranum Claus Carstensen. Stórhending í ár. Ilskaðist tó so mikið inn á at yrkingasavnið eftir Chr. Matras, sum Bókadeild Føroya Lærarafelags gav út í 2004, var so ovurhonds dýrt, 350 kr, at eg legði tað aftur. Men nú síggi eg á netinum at

Fuglar á lofti

Frá Jens Kjeld Jensen í Nólsoy keypti eg um vikuskiftið eina útstappaða súlu, morus bassanus , at seta í fuglabergið á loftinum. Jens Kjeld er í ár í uppskoti at fáa norðurlendsku náttúru- og umhvørvisvirðislønina. Støkkur ein inn á gólvið hjá honum, kann ikki sigast annað enn at tað er honum væl unt at verða skotin upp. Tá ið Náttarravnssendingin fór í luftina í 1992, keypti eg ein kolasvartan ravn, corvus corax varius , frá honum. Í útvið tjúgu ár hevur ravnurin staðið á eini klótu, sum Jens Kjeld, ið upprunaliga er skipskokkur, evnaði til. Á fuglaloftinum er eisini ein brúnsprøklutur skúgvur, stercorarius skua , sum skýtir seg niður eftir vegginum, helst fyri at jagstra eina likku, til hon gerst í ørviti av flognum og spýr alt upp, so skúgvurin kann fáa sær tugda og hálvsodnaða føði. Soleiðis er í ósentimentalu náttúruni. Aftanfyri súluna í erva sæst málningurin Útsýni  hjá Tórbirni Olsen frá 2005 av Skipasmiðjuni og inn i Vágsbotn.

Skelti í miðbýnum

Miðbýurin í Havn hevur í seinastuni fingið eitt sindur av lívi. Á Skálatrøð hendur ein rúgva, men kring Vaglið og oman eftir Áarvegnum hevur higartil verið steindeytt. Nú hendir eitt sindur. Skal ikki siga at eg eri so ovurhondsfegin um øll skeltini á hesum stutta teini, serlig ikki í Lagahúsunum, har Anfinn heldur á at harta Páll. Tað er líkasum ein harmasøga av teim mest bygdasligu. Í meðan forfellir kanska vakrasta hús í gøtuni. Men uppi á Vaglinum sást í dag hetta skeltið, "Ert tú til green?" Ein tvítuðug spælan við orðum, um ein vil vera umhvørvisvinarligur, ella bara til láturs. Til grin. Hugvekjandi, mitt í býarmyndini. Longur niðri er við somu tøkni, sproytumáling og dekkteyp, sett skelti yvir inngongdina til stásiligu, men hugnaligu matstovuna hjá Áarstovubrøðrunum. Hetta skelti haldi eg vera av allar leið, tí tað andar hvørki av søgu ella handverki. Bara spraymáling, her og nú. Knalla so á veggin. Sampakkar ikki við matskránna hjá Áarstovu, sum eg kenni hana. Og ta

ET er lendur í Kvívík

Theodor Olsen er prestur í Kvívík og býr á Kirkjuteigi. Hesin prestagarður er helst bygdur um somu tíð sum fyrsta kirkjan í bygdini, miðskeiðis í 19. øld. Theodor vísti runt í kirkjuni, nú filmurin E.T. skuldi sýnast undir heitinum kirkjubio. Umframt forvitnisliga standmynd av Stella Argus uttanfyri og urgu, altartalvur og ljós inn í kirkjuni, vísti prestur mær upp í tornið, har tvær klokkur eru. Størra og vanliga kirkjuklokkan er stoypt í 1974, men so er ein minni klokka, sum verður brúk til at kima við. Í forskriftini, sum sæst omanfyri, stendur at kimað verður høgtíðsaftan kl 17 til 18. Byrjað og endað verður við nøkrum ringisløgum. Hetta verður gjørt hvítusunnuaftan, jólaaftan, nýggjársaftan og páskaaftan. Henda klokka, sum kimað verður við, verður stýrd av einum motori í eini gamlari vaskimaskinu, sum Eivind Vilhelm, bispur, átti. Maskinan sæst niðanfyri. J. P. Gregoriussen, arkitektur, skrivar um núverandi kirkju í Kvívík í bókini Yngru Hválvkirkjurnar (1998), at “Pe

Hvøss sól

Eftir ruskveður og gjálvutan sjógv um fjørðin, er stilt í morgun. Frost og hvøss sól. Yviri við Strond verða vit mint á, at nú eru stundir at bíleggja ferðaseðilin í summar, tí Norröna er líkasum flutt inn í grastakta landslagið kring Skansan. Og so er tað summarferian, sum eg enn ikki havi hugsað um. Livst, so spyrst.

Bert er bókleyst bak

Í hesum døgum er føroysk bókaútsøla, har goymslur hava verið ruddaðar og tømdar, lesarum til fragd og skrivarum til frægd. Hetta er tíggjunda ferð, at skipað er fyri hesi stórútsølu. Meira enn 400 bøkur frá 40 forløgum eru at fáa fyri prísir heilt niður í fimtan krónur. Bøkur, sum føroyskir høvundar hava skrivað, og bøkur, ið eru týddar til føroyskt. Skaldsøgur, yrkisbókmentir, yrkingar, barnabøkur, ungdómsbøkur. Eitt bókaeldorado, haðani stórhál eru at fáa, siga tey sum skipa fyri. Og helst hava tey rætt. Frá týska Facebook vininum, Arne List, fekk eg hesar hugvekjandi bókamyndir, sum síggjast omanfyri og niðanfyri. Frá einum øðrum Facebookvini, Hildibrandi Davidsen í Tjørnuvík, fekk eg hesa klassisku skúlamynd, sum sæst niðanfyri. Hon er tikin í Tjørnuvíkar skúla í 1967. Sjálvur situr hann og kýtur seg at skriva, fremst fyri. Næmingarnir eru væl greiddir og í heimabundnum troyggjum, sum vanligt var á felagsmyndum frá hesari tíðini. Til høgru síggjast stóru gluggarnir, glarir,