Skip to main content

Posts

Á fotoferð úr Amerika

So er Bill Schwab, ferðaleiðari, lendur í Føroyum og innskrivaður á Hotel Tórshavn. Sum sæst omanfyri, hyggur hann fegin út í føroyska ljósið, sum er hin besta søluvøra vit eiga, og tað púra ókeypis. Fotoferðin byrjaði í gjárkvøldið í Detroit, um Amsterdam til Keypmannahavnar og at enda í Vágum, har tveir leigubilar stóðu fyri teimum klokkan tvey í dag. Fotoferðin í Føroyum varir til 19. september og tey hava gjørt ein ferðablogg , sum tey dagliga fara at seta myndir og filmar á. Tey hava eisini ein Facebook profil , har nógv vinfólk fylgja við, eisini Jógvan á Dul. Í morgin fara tey til Kirkjubø og Tjørnuvíkar. Eg eigi ein sess í bussinum, sigur Bill. So í morgin fari eg at avspáka. Viðrar, taka vit eina felagsmynd framman fyri standmyndini av Nólsoyar Páll. Tey eru ógvuliga hugtikin av sýmbolikkinum við fugli, tjaldri og ravni. Í meðan seti eg eina mynd av fimm av ferðafólkunum í horninum á Hvonn um nátturatíð. Á ferðablogginum skriva tey soleiðis: Join 7 Photographers on

Seinasta sigarettin

Emil Juul Thomsen er deyður, 96 ára gamal. Í 2009, tá Havnin fylti hundrað, vóru Kinna Poulsen og eg og vitjaðu Emil, at velja millum teir mongu málningar av Steffan Danielsen (1922-1976), sum hann átti. Eftir at hava skoðað allar málningarnar inni hjá Emili 20. apríl 2009, vórðu seytjan málningar eftir Steffani valdir til framýningina Nólsoyarmálarin , sum lat upp á Látrinum á ovastevnu, 16. august 2009. Saman við John Dalsgarð gjørdi Kinna bók um Steffan, sum kom út sama heyst á forlagnum hjá Emil Juul Thomsen, Bókagarður. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, endaði setanarrøðuna á Látrinum henda dag í 2009 við hesum orðum: Listamaðurin sjálvur hevur ikki verið millum okkum í 32 ár, og 28 ár eru liðin síðani myndir hjá Steffani Danielsen síðst vórðu sýndar fram. Men varðveitslan av málningum hansara hevur alla tíðini verið eitt hjartamál hjá Emil Juul Thomsen. Vegna Tórshavnar kommunu skal eg tí veita honum og hansara næstrafólkum, kanska serliga Bjørn og vert

Flaggfrøðingar

- Vit eru Føroya fremstu flaggfrøðingar, síðani havnarmenn og ikki minst B36'arar, siga teir báðir javnaldrarnir Halgeir í Dali, til vinstru, og Birgar Johannessen, til høgru, á Vaglinum í morgun. Halgeir er føddur 6. januar 1946. Hann er útbúgvin bygningsmálari í 1965 og fór tá at arbeiða hjá málarameistara í Havn. Frá 1969 til 2003 var hann í Málingahandlinum/Litaval, sum júst í hesum døgum hevur 50 ár á baki. Í 2003 varð Halgeir settur í starv í umsiting Løgtingsins sum húsavørður og er sostatt fremsti politiski flagghaldari, sum hann skemtandi sigur frammanfyri Tinghúsinum á Vaglinum í morgun. Birgar er føddur 16. juli 1946. - Eg gekk fýra ár í kommunuskúlanum og hálvt ár hjá Betty Arge, sigur Birgar og sigur frá starvsleiðini, sum byrjaði í 1957 í turkihúsinum hjá Carl á Lag yvir við Strond. - Vit lossaðu trolarar við saltfiski. Tóku lastalúkurnar av, tað var altíð fylt upp undir lúkurnar, og so arbeiddu vit smádreingir, einir fýra fimm, okkum niður í kjølin og koyrdu

Bárður um Marie Krøyer í Havnar Bio

Sunnudagin 23. september 2012 kl 18:00 verður Marie Krøyer , sum er nýggi filmurin hjá kenda danska leikstjóranum Bille August, sýndur í Havnar Bio. Tað er Birgitte Hjort Sørensen, omanfyri, ið hevur leiklutin sum Marie Krøyer. Hana kenna vit sum Katrine Fønsmark í sjónvarpsrøðini Borgen . Undan sýningini fer Bárður Jákupsson, listamaður, at siga frá um listakvinnuna Mariu Krøyer. Nýggi danski filmurin sigur dramatisku søguna um Mariu og kenda mannin, P.S. Krøyer, sum var stórur listamaður í Skagen. Unga Maria situr fyri, tá hann málar og tey verða gift í 1889. Eftir aldarskiftið møtir Maria svenska tónaskaldinum Hugo Alfvén, sum eftir eitt hendingaríkt tríkantsdrama verður seinni maður hennara. Marie Krøyer andaðist í einsemi 72 ára gomul í Stockholm. Kinna Poulsen skrivar á Listablogginum , at tá í tíðini var ikki lætt hjá kvinnum at koma sær uppí listaumhvørvið og verða tiknar í álvara, "men Marie Krøyer var viljasterk ung kvinna og foreldur hennara stuðlaðu henn

The Warlord speaks Danish

Fyrr plagdu tey at senda brøv úr Nigeria, har tey bóðu um bankakonti at flyta eina rúgvu av pengum, sum ein ríkmaður, ið nú var deyður, hevði latið eftir seg. Nigerian Warlords rópar onkur avsendarar av tílíkum brøvum, sum enn eru í umfari. Haldi tað munnu verða tíggju ár síðani eg fyrstu ferð sá tílíkt bræv í einum faxi, sum lendi á míni borði. Eg hevði beinanvegin skálkin við tí og svaraði: "Just fax me the dollars, flat and quick". Ikki bara eru brøvini til enn, tey verða eisini týdd til heimsins ymsu mál, sum í hesum føri danskt, ið tey av onkrari orsøk vita at eg lesi, so onkur man býta á. Og so verður eisini sagt í eini Googletýðing, at "Valget af at kontakte dig, er vakt fra den geografiske karakter af hvor du bor, navnlig på grund af følsomheden af ​​denne transaktion." Kanska er tað tí at teir høgu krígsharrar í Nigeria vita, at størsta skip, sum annað summar á rað hevur verið í føroyskum sjógvi, hevur heimstað í einum ivasomum Eystursjóvarbýi, har man

Dylan Dagur í Dag

Bob Dylan fær frælsisheiðursløn frá Obama forseta í mai í ár - Never trust a man with two names, segði Francis Ford Coppola í eini samrøðu við eitt filmsblað, ikki sørt speiandi. Robert Allen Zimmerman var kristna navn Bob Dylans, sum sambært Wikipedia eisini er kendur sum Elston Gunnn, Blind Boy Grunt, Bob Landy, Robert Milkwood Thomas, Tedham Porterhouse, Lucky/Boo Wilbury, Jack Frost og Sergei Petrov. Hetta er ikki bara eitt navn ella ein maður, hetta er ein legenda, ein varði, sum sagnir ganga um.   Eisini á føroyskum verða sangir hansara endurgivnir, til dømis á single plátuni Fylking neyðug/Kapitalurin (1973) og fleiri eru teir yrkjarar, sangarar og rokkbólkar, sum bekenna seg sum Dylanistar. Nýggjastu og yngstu, eg havi varnast við einum góðum broddi av Dylan, vóru gøtumenninir Boys in a Band . Hálva øld eftir at hann gav út fyrstu LP plátuna, Bob Dylan (1962), er hann størri enn nakrantíð. 71 ára gamal gevur hann út Tempest í Evropa í dag og í USA í morgin elli

Ferðafólk

Sumrarnar síggja vit javnan ferðafólk á sjógvi og landi. Førini kunnu vera ymisk í sniði og skapi, men tættast og flest eru tey á hásumri, síðst í juni, allan juli og kanska nakað út í august, um sama mundið sum skúlarnir hava summarfrí. Kann eisini henda at seglbátar, ið leggja nógv fyri, koma higar um miðjan mai, ávegis til Íslands og heilt til Grønlands. Mest umrødda far í hesum døgum er fjúrtan metrar langi tveymastraði pólski seglbáturin Rzeszowiak , sum kom í havsneyð á Føroya Banka. Her liggur hann við einari mastur, hin aftara er brotin, ytst úti undir Bakka í Havn. Tað fløðir og innanfyri liggur ein annar bátur við tveimum mastrum. So kunnu vit samanbera og síggja skaðan, pólski báturin fekk í ringa veðrinum, sum MRCC støðin lýsir soleiðis undir yvirskriftini SAR operation : On the 4th of September 2012 at 0638 UTC a Cospas Sarsat signal was received from the Polish Sailing vessel Rzeszowiak / Call Sign SPG 2941. The position given was 61 25.1 N, 009 41.9 W, which is som

Tá tindar slættast

Nú tveir metrar manglaðu av Slættaratindi og ferðamannaskipið Jewels of the Sea rendi í SEV-kaðalin um Leirvíksfjørð, kunnu vit gita, at havið er tveir metar hægri enn allar mátingar og forskriftir siga. Hvussu er og ikki, sum sæst omanfyri, so er nýggja Føroyakortið hjá Føroya Dátusavni straks rættað og Slættaratindur lækkaður við tveimum metrum til 880. Soleiðis fara árini við øllum. Antin slítist og mjølvast grótið, ella eru tað veðurlagsbroytingar, ið elva til so mikið av flóð, at stytri er niðan á tindarnar og skipini flóta hægri. Alt bendir á at vit mugu gera okkum út til at liva í einum støðugt meira broytiligum heimi.

Morgunsól í september

Eftir grimdarregn, storm og ódn, har alt skuldi surrast fast og grøna havaborðið vendast, sum sæst á myndini omanfyri, so vaknaði Havnin í morgun við sól av bláum himni. Einaferð vórðu Føroyar marknaðarførdar í Danmark undir heitinum Vejrgudernes tumleplads . Og tað er ikki av leið at skýra Føroyar so. Bert løgið at allir heimsins veðurfrøðingar, kropp á kroppi, ikki allir samlir eru fluttir higar og stórtrívast. Her manglar ein, ella tveir íverksetarar. Men ímeðan vit bíða eftir at veðrið verður føroyskt verkevni, kunnu vit njóta morgunsólina í september eina løtu. Myndin omanfyri, har grøna havaborðið er stormtryggjað og enn liggur á høvdinum, er tikin við iPhone. Myndirnar niðanfyri eru tiknar við Canon 50mm. Til ber at klikkja á myndirnar og fáa tær størri. Eftir at hava bjargað fólkunum av pólska seglbátinum Rzeszowiak , sum kom í havsneyð, tá masturin brotnaði í illveðrinum, leggur Brimil at við Eystaru bryggju. Sjúkrabilurin stendur á bryggjuni, útvarpsbilurin eisini. N

Bjørn er ein av sjey ráðharrum í Göteborg

Tað verður sum í ævintýrunum á bókamessuni í Göteborg. Sum í eini halgivísu verður talt upp í sjey, tá teir høgu harrar og kvinnur fara um grindina í messuhúsunum í svenska býnum hósdagin 27. september klokkan 11. Tað siga norðurlendsku fyrireikararnir í dag. Tey, ið møta á bókamessuni í Göteborg eru mentamálaráðharrarnir Anniken Huitfeldt úr Noregi, Lena Adelsohn Liljeroth úr Svøríki, Katrin Jakobsdottir úr Íslandi, Johan Ehn úr Álandi, Bjørn Kalsø úr Føroyum og norðurlendsku samstarvsmálaráðharrarnir Rigmor Aasrud úr Noregi og Manu Sareen úr Danmark. Norðurlendskar bókmentir eru evnið á bókamessuni í Göteborg ár, har eisini fjúrtan úrvaldar føroyskar bøkur verða við. Somu fjúrtan bøkur verða eisini sýndar fram á bókamessuni í Frankfurt 10.-14. oktober 2012. Talan er um seks skaldsøgur, eitt yrkingasavn, tvey stuttsøgusøvn, tvær barnabøkur og tríggjar akdemiskar bøkur. Brot úr bókunum verða endurgivin á enskum og týskum. Tær fjúrtan føroysku bøkurnar, sum verða sýndar

Spariráð í dýrtíð

So nærkast bensinprísurin tólv krónum fyri liturin. Heilt nágreiniliga ellivu krónur og hálvtrýss. Diesel er farið upp um tíggju krónur liturin. Dýrt er at koyra bil, ið brennur nógv. Og teir bilar, ið brenna lítið, eru ikki bíligir at keypa. Eftir eina skjóta samanbering millum føroyska og danska bilamarknaðin eru tað bara teir allar dýrastu bilarnir, ið eru lutfalsliga ódýrir at keypa í Føroyum. Teir havi eg ikki ráð at keypa allíkavæl. Teir smáu býbilarnir, ið brenna lítið, eru ógvuliga dýrir at keypa her í landinum. Dagsaktuelt dømi er at Suzuki Alto kostar 130.000 í Føroyum, meðan hann kostar 84.000 í Danmark. Hví so er, at føroyski myndugleikin tykist vilja hava okkum at keypa dýrastu bilar við útgerð, sum vit ikki hava brúk fyri, er óskiljandi. Men oljufelagið Magn hevur ovast á heimasíðuni í dag eina røð av spariráðum til tey, sum enn koyra privatbil: Spariráð frá Magn til bilin Siktið við ráðunum er, at tú skalt kunna koyra bil púra vanliga og kortini spara bensinútrei

Hvør er besti filmur?

Teir fimm biograffilmarnir, ið dystast um at verða bestir í Norðurlondum, eru valdir. Besti filmurin fær Norðurlendsku Filmsvirðislønina 2012 afturvið 350.000 donskum krónum í Helsingfors 31. oktober í ár. Tað eru dómsnevndir í øllum Norðurlondum, tó ikki Føroyum og teim sjálvstýrandi økjunum, ið hava valt filmarnar. Filmarnir eru Kovasikajuttu (Finnland), sum er um punkorkestrið Pertti Kurikan nimipäivät, har rørslutarnað spæla á ljóðførini. Altjóða filmsplakatin fyri finska filmin sæst ovast. Hinir filmarnir eru En kongelig affære (Danmark), omanfyri, sum Havnar Bio hevur vist fyrr í ár, Á annan veg (Ísland), niðanfyri, The Orheim Company (Noreg) og Play (Svøríki) longur niðri í hesum bloggi. Treylarar og brellbitar úr øllum fimm norðurlendsku filmunum síggjast her . Í Finnlandi verða allir fimm filmarnir vístir í døgunum 20.-30. september. Líknandi skipanir eru í hinum norðurlendsku høvuðsstøðunum, men ikki í sjálvstýrandi økjunum. Havnar Bio fer tó seinni í ár a

There's a Storm a Comin'

So er stormurin aftur yvir okkum. Og hann verður verri í morginárini, sigur Martin, ið er ein av veðurkønu grannunum. Timburmenninir, ið klæða, tekja og seta nýggj vindeygu í húsini hjá Gunnari í Tórsbyrgi 2, surrað arbeiðspallar og alt, sum er í nánd. Sum vøruvognurin hjá veitaranum sigur, eita vindeyguni Storm. Sølumaðurin sigur at "Storm vindeygað er okkara allarbesta. Vit hava ment tey saman við framleiðarinum og eru sannførd um, at hetta eru best egnaðu vindeygu til serføroysku viðurskiftini nakrantíð! Umframt at bjálvingin er hin besta á marknaðinum, so sleppur veður og vindur ikki framat, tí besløgini eru goymd innan í pakninginum." So er at vóna at alt fer at halda, meðan vit afturvið nýbakaðum pannukøkum spæla Richard Hawley There's a Storm a Comin' og sjónvarpið gongur, vónandi uttan streymslit í storminum.

Tórshavnar Marathon í altjóða bók

Tá fyrsti fundur um atlas var við Harper Collins í Glasgow í Skotlandi í januar 2011, sat ein ritstjóri við næsta borð og gjørdi eina bók um sjáldsom støð at renna marathon kring allan heim. Eg toygdi meg yvir á borðið og legði hon eitt visittkort við áskriftini "Tórshavnar Marathon in September". Tilvildarliga korridorprátið í opna skrivstovulandslagnum hevur nú borið ávøkst. Tíggjunda Tórshavnar Marathon, sum Bragdið skipar fyri í dag, sunnudagin 2. september kl 13:00, verður tikið við í altjóða marathon bókina hjá Harper Collins. Í brævi sigur ritstjórin soleiðis: Thank you very much for the information on the Torshavn Marathon. I have managed to include the race in the book and the information you supplied will be of use to us. Hopefully it will help to publicize the event and who knows, you may get some more competitors taking part from around the world. Nú er bókin, World’s Ultimate Running Races , kom út, risastór og vøkur, við eini applikatión til iPhone og

Frá útgjaldsskipan til kraftdepil

Fyrsti stjórin í Arbeiðsloysisskipanini, Tórgerð Nielsen, og núverandi stjórin, Ernst Jacobsen, møttust fríggjadagin í Norðurlandahúsinum at hátíðarhalda tjúgu ára dagin hjá Arbeiðsloysisskipanin. Fyrrapartin vóru partarnir á arbeiðsmarknaðinum, ið vara av skipanini, boðin við og seinrapartin var almenningurin, sum fær ágóðan av tænastuni, boðin við. Núverandi stýrisformaður Alfred Petersen var sum altíð í góðum lag, ikki minst tá hann hitti fyrrverandi forkvinnuna Karin Kjølbro. Søguligar myndir úr okkara egnu samtíð stóðu stillar eina løtu meðan Ingeborg Vinther og Tórgerð Nielsen gingu framvið, og skiftu orð um samfelagsligu viðurskiftini fyri tjúgu árum síðani. Tey skakandi viðurskifti, sum í turrum tølum á talgilda veggin vórðu lýst soleiðis: Meðan Ingeborg øll árini hevur verið stýrislimur, umboðandi privatar arbeiðstakarar, hevur Kartni Ravnsfjall verið umboð fyri almennu arbeiðstakararnar. Høgni í Stórustovu er hugskotsríki leiðarin á Tænastudeild