Skip to main content

Posts

Á fotoferð úr Amerika

So er Bill Schwab, ferðaleiðari, lendur í Føroyum og innskrivaður á Hotel Tórshavn. Sum sæst omanfyri, hyggur hann fegin út í føroyska ljósið, sum er hin besta søluvøra vit eiga, og tað púra ókeypis. Fotoferðin byrjaði í gjárkvøldið í Detroit, um Amsterdam til Keypmannahavnar og at enda í Vágum, har tveir leigubilar stóðu fyri teimum klokkan tvey í dag. Fotoferðin í Føroyum varir til 19. september og tey hava gjørt ein ferðablogg , sum tey dagliga fara at seta myndir og filmar á. Tey hava eisini ein Facebook profil , har nógv vinfólk fylgja við, eisini Jógvan á Dul. Í morgin fara tey til Kirkjubø og Tjørnuvíkar. Eg eigi ein sess í bussinum, sigur Bill. So í morgin fari eg at avspáka. Viðrar, taka vit eina felagsmynd framman fyri standmyndini av Nólsoyar Páll. Tey eru ógvuliga hugtikin av sýmbolikkinum við fugli, tjaldri og ravni. Í meðan seti eg eina mynd av fimm av ferðafólkunum í horninum á Hvonn um nátturatíð. Á ferðablogginum skriva tey soleiðis: Join 7 Photographers on

Seinasta sigarettin

Emil Juul Thomsen er deyður, 96 ára gamal. Í 2009, tá Havnin fylti hundrað, vóru Kinna Poulsen og eg og vitjaðu Emil, at velja millum teir mongu málningar av Steffan Danielsen (1922-1976), sum hann átti. Eftir at hava skoðað allar málningarnar inni hjá Emili 20. apríl 2009, vórðu seytjan málningar eftir Steffani valdir til framýningina Nólsoyarmálarin , sum lat upp á Látrinum á ovastevnu, 16. august 2009. Saman við John Dalsgarð gjørdi Kinna bók um Steffan, sum kom út sama heyst á forlagnum hjá Emil Juul Thomsen, Bókagarður. Borgarstjórin, Heðin Mortensen, endaði setanarrøðuna á Látrinum henda dag í 2009 við hesum orðum: Listamaðurin sjálvur hevur ikki verið millum okkum í 32 ár, og 28 ár eru liðin síðani myndir hjá Steffani Danielsen síðst vórðu sýndar fram. Men varðveitslan av málningum hansara hevur alla tíðini verið eitt hjartamál hjá Emil Juul Thomsen. Vegna Tórshavnar kommunu skal eg tí veita honum og hansara næstrafólkum, kanska serliga Bjørn og vert

Flaggfrøðingar

- Vit eru Føroya fremstu flaggfrøðingar, síðani havnarmenn og ikki minst B36'arar, siga teir báðir javnaldrarnir Halgeir í Dali, til vinstru, og Birgar Johannessen, til høgru, á Vaglinum í morgun. Halgeir er føddur 6. januar 1946. Hann er útbúgvin bygningsmálari í 1965 og fór tá at arbeiða hjá málarameistara í Havn. Frá 1969 til 2003 var hann í Málingahandlinum/Litaval, sum júst í hesum døgum hevur 50 ár á baki. Í 2003 varð Halgeir settur í starv í umsiting Løgtingsins sum húsavørður og er sostatt fremsti politiski flagghaldari, sum hann skemtandi sigur frammanfyri Tinghúsinum á Vaglinum í morgun. Birgar er føddur 16. juli 1946. - Eg gekk fýra ár í kommunuskúlanum og hálvt ár hjá Betty Arge, sigur Birgar og sigur frá starvsleiðini, sum byrjaði í 1957 í turkihúsinum hjá Carl á Lag yvir við Strond. - Vit lossaðu trolarar við saltfiski. Tóku lastalúkurnar av, tað var altíð fylt upp undir lúkurnar, og so arbeiddu vit smádreingir, einir fýra fimm, okkum niður í kjølin og koyrdu

Bárður um Marie Krøyer í Havnar Bio

Sunnudagin 23. september 2012 kl 18:00 verður Marie Krøyer , sum er nýggi filmurin hjá kenda danska leikstjóranum Bille August, sýndur í Havnar Bio. Tað er Birgitte Hjort Sørensen, omanfyri, ið hevur leiklutin sum Marie Krøyer. Hana kenna vit sum Katrine Fønsmark í sjónvarpsrøðini Borgen . Undan sýningini fer Bárður Jákupsson, listamaður, at siga frá um listakvinnuna Mariu Krøyer. Nýggi danski filmurin sigur dramatisku søguna um Mariu og kenda mannin, P.S. Krøyer, sum var stórur listamaður í Skagen. Unga Maria situr fyri, tá hann málar og tey verða gift í 1889. Eftir aldarskiftið møtir Maria svenska tónaskaldinum Hugo Alfvén, sum eftir eitt hendingaríkt tríkantsdrama verður seinni maður hennara. Marie Krøyer andaðist í einsemi 72 ára gomul í Stockholm. Kinna Poulsen skrivar á Listablogginum , at tá í tíðini var ikki lætt hjá kvinnum at koma sær uppí listaumhvørvið og verða tiknar í álvara, "men Marie Krøyer var viljasterk ung kvinna og foreldur hennara stuðlaðu henn

The Warlord speaks Danish

Fyrr plagdu tey at senda brøv úr Nigeria, har tey bóðu um bankakonti at flyta eina rúgvu av pengum, sum ein ríkmaður, ið nú var deyður, hevði latið eftir seg. Nigerian Warlords rópar onkur avsendarar av tílíkum brøvum, sum enn eru í umfari. Haldi tað munnu verða tíggju ár síðani eg fyrstu ferð sá tílíkt bræv í einum faxi, sum lendi á míni borði. Eg hevði beinanvegin skálkin við tí og svaraði: "Just fax me the dollars, flat and quick". Ikki bara eru brøvini til enn, tey verða eisini týdd til heimsins ymsu mál, sum í hesum føri danskt, ið tey av onkrari orsøk vita at eg lesi, so onkur man býta á. Og so verður eisini sagt í eini Googletýðing, at "Valget af at kontakte dig, er vakt fra den geografiske karakter af hvor du bor, navnlig på grund af følsomheden af ​​denne transaktion." Kanska er tað tí at teir høgu krígsharrar í Nigeria vita, at størsta skip, sum annað summar á rað hevur verið í føroyskum sjógvi, hevur heimstað í einum ivasomum Eystursjóvarbýi, har man

Dylan Dagur í Dag

Bob Dylan fær frælsisheiðursløn frá Obama forseta í mai í ár - Never trust a man with two names, segði Francis Ford Coppola í eini samrøðu við eitt filmsblað, ikki sørt speiandi. Robert Allen Zimmerman var kristna navn Bob Dylans, sum sambært Wikipedia eisini er kendur sum Elston Gunnn, Blind Boy Grunt, Bob Landy, Robert Milkwood Thomas, Tedham Porterhouse, Lucky/Boo Wilbury, Jack Frost og Sergei Petrov. Hetta er ikki bara eitt navn ella ein maður, hetta er ein legenda, ein varði, sum sagnir ganga um.   Eisini á føroyskum verða sangir hansara endurgivnir, til dømis á single plátuni Fylking neyðug/Kapitalurin (1973) og fleiri eru teir yrkjarar, sangarar og rokkbólkar, sum bekenna seg sum Dylanistar. Nýggjastu og yngstu, eg havi varnast við einum góðum broddi av Dylan, vóru gøtumenninir Boys in a Band . Hálva øld eftir at hann gav út fyrstu LP plátuna, Bob Dylan (1962), er hann størri enn nakrantíð. 71 ára gamal gevur hann út Tempest í Evropa í dag og í USA í morgin elli

Ferðafólk

Sumrarnar síggja vit javnan ferðafólk á sjógvi og landi. Førini kunnu vera ymisk í sniði og skapi, men tættast og flest eru tey á hásumri, síðst í juni, allan juli og kanska nakað út í august, um sama mundið sum skúlarnir hava summarfrí. Kann eisini henda at seglbátar, ið leggja nógv fyri, koma higar um miðjan mai, ávegis til Íslands og heilt til Grønlands. Mest umrødda far í hesum døgum er fjúrtan metrar langi tveymastraði pólski seglbáturin Rzeszowiak , sum kom í havsneyð á Føroya Banka. Her liggur hann við einari mastur, hin aftara er brotin, ytst úti undir Bakka í Havn. Tað fløðir og innanfyri liggur ein annar bátur við tveimum mastrum. So kunnu vit samanbera og síggja skaðan, pólski báturin fekk í ringa veðrinum, sum MRCC støðin lýsir soleiðis undir yvirskriftini SAR operation : On the 4th of September 2012 at 0638 UTC a Cospas Sarsat signal was received from the Polish Sailing vessel Rzeszowiak / Call Sign SPG 2941. The position given was 61 25.1 N, 009 41.9 W, which is som

Tá tindar slættast

Nú tveir metrar manglaðu av Slættaratindi og ferðamannaskipið Jewels of the Sea rendi í SEV-kaðalin um Leirvíksfjørð, kunnu vit gita, at havið er tveir metar hægri enn allar mátingar og forskriftir siga. Hvussu er og ikki, sum sæst omanfyri, so er nýggja Føroyakortið hjá Føroya Dátusavni straks rættað og Slættaratindur lækkaður við tveimum metrum til 880. Soleiðis fara árini við øllum. Antin slítist og mjølvast grótið, ella eru tað veðurlagsbroytingar, ið elva til so mikið av flóð, at stytri er niðan á tindarnar og skipini flóta hægri. Alt bendir á at vit mugu gera okkum út til at liva í einum støðugt meira broytiligum heimi.