Skip to main content

Posts

Bjarne Werner Sørensen

Fríggjadagin lat upp framsýning í Steinprenti á Skálatrøð, ið fevnir um tíggju ára samstarv millum Bjarne Werner Sørensen og grafiska verkstaðin, har listamaðurin m.a. hevur gjørt tríggjar røðir av steinprentum. Bjarne er danskur listamaður, ið er ættaður úr Froðba, og er tískil eitt av teim útvið hálvthundrað listafólkunum, sum eru lýst í bókini Livandi list - 49 nútíðar føroysk listafólk (Inger Smærup Sørensen 2008). Hann er føddur í Danmark í 1960, útbúgvin á Det jyske Kunstakademi í Aarhus, árini 1981-1985 og starvast til dagligt í Keypmannahavn. Bjarne hevur sýnt fram kring allan heim og hevur eisini skipað fyri fleiri framsýningum í Føroyum. Síðan byrjanina hevur hann verið limur í Heystframsýningarbólkinum á Skipasmiðjuni og hevur gjørt teirra framsýningarkatalog á hvørjum ári. Í ár er eingin Heystframsýning, men henda framsýningin á Skálatrøð er opin til 17. november.   Í sambandi við framsýningina í Steinprenti er plakat gjørd og eitt snøgt katalog við

Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðurslønin

Jógvan Arge, formaður í Mentamálanevndini, bjóðaði vælkomin, tá Tórshavnar kommuna í dag handaði Mentanarvirðislønir M. A. Jacobsens og Barnamentanarheiðursløn Tórshavnar býráðs í Müllers Pakkhúsi eftir hesi skrá: Vísusangarin Kári P, ella Kári Leivsson, sum sjálvur fekk Mentanarvirðisløn M. A Jacobsens fyri fagrar bókmentir í 1995 og Mentanarvirðisløn Landsins í 2010, legði fyri við at syngja tveir sangir og aftur tveir, tá tiltakið endaði ein tíma seinni. Virðisløn M.A. Jacobsens fyri fagrar bókmentir 2012 verður latin Jóanesi Nielsen fyri skaldsøguna Brahmadellarnir frá 2011. Brahmadellarnir er ein postmodernað søgulig skaldsøga við nútíðini sum rammu. Gjølligt søguligt grundarlag gevur nútíðini kjølfestu. Tíð og rúm, veruleiki og fiktión, sjálvævisøga og tjóðarsøga eru fínliga vovin saman til eina avbjóðandi lesiuppliving, har kausaliteturin ikki fylgir tí skilvísi, vit eru von við. Á løttum, einskildum máli fær Jóanes lýst torskilda mannalyndið, eisini har tað víku

Framsýning í Steinprenti

Fríggjadagin kl 16:00 bjóðar Steinprent til framsýning við Bjarne Werner Sørensen. Framsýningin er sjáldsama heilskapað og samanhangandi. Tað yður og krýpur og livir í hesum steinprentunum, sum hava ikki so fáar líkheitir við tónlistaverk. Og kanska kunnu vit siga, at náttúran er til staðar í teimum á abstraktan hátt eins og eitt hugsjónarligt grundstøði undir organisku mynstrunum í hansara prentum. Í sambandi við framsýningina verður givið út eitt katalog við litmyndum av verkunum og av arbeiðnum í Steinprenti. Tekstin hevur Kinna Poulsen skrivað, hon skrivar m.a. um heitini á steinprentsrøðunum: Heitini á steinprentsrøðunum sipa í ein vissan mun til náttúrufyribrigdi, "Stenskygger" sipar eisini ítøkiliga til steinprentstøknið, meðan "Indfald" bæði kann snúgva seg um eitt hugskot og um tilvildarligar ljósglottar. Heitið á nýggjastu røðini "Domino" kundi bent á, at okkurt nýtt er í ferð við at henda, í øllum førum hevur domino einki sum so við náttú

Mentanarvika

Undir yvirskriftin "Livandi mentan, har vit koma hvørjum øðrum við" samskipar Brynhild Næs Petersen mentanarvikuna, sum byrjar í Fuglafirði týsdagin og heldur á til sunnudagin. Skráin er umfatandi og nógv fólk eru uppií, eisini Fritz. Í Pelagos við Havsbrún fyrireika tey framsýningin KUFFERT, har sonevndir kuffert-orginalar eru bodnir at luttaka á framsýningini. Fyrireikararnir siga, at einasta kravið er, at eitt kuffert onkursvegna skal vera partur av framsýnda lutinum. Kristina Joensen og Ole Wich eru millum tey, ið hava tikið av innbjóðingini. Hon við einum reyðum kufferti við spennandi bindingum, og hann við samansetta verkinum Uttanføri , sum í stødd er 80 x 80 x 295 cm. Verkið er ein danda, ið samstundis er ein roynd í javnvág. Beinanvegin kom mær til hugs standmyndina hjá Janusi Kamban av manni og konu í Sparikassagarðinum í Havn. Hvat hendir, um konan flytir seg, ella beint fram rýmir? Í førinum hjá Kamban dettur maðurin, sum eina og aleina hví

Little Boxes

Í dag lat Guðrið Poulsen, keramikari, upp framsýningina Little Boxes við nýggjum leirlistaverkum í matstovuni hjá Dugna á Hjalla í Havn. - Heitið er úr sanginum hjá Malvinu Reynolds frá 1962 og so eri eg eisini avvarandi, sigur Guðrið og greiðir frá, hví hon akkurát hevur biðið um júst hesi høli til hesa framsýningina. - Eg eri stak vælnøgd við bæði rúm og ljós til tílíka framsýning, sigur Guðrið, sum í 25 ár hevur rikið verkstaðin Leirlist í Varðagøtu 1 í Havn. - Uttan at taka støðu til ljótt ella pent, eru hetta byggilistarligar hugleiðingar, ið til dømis taka støði í stilladsunum uttan um Ebenezer og øðrum bygningum, tá teir verða umvældir og málaðir, ofast í mai mánað. Og so er tað spennið millum tað veika og sterka. Leirverkini eru í byrjanini lin og veik, men tá tey so eru glaseraði og brend, eru tey so sterk, at fólk kunnu sita á teimum, sum fotomyndin á vegginum niðanfyri vísir. Verkini snúgva seg um rúm, lutfall, kropp og keramikk. Um rúm, ein ikki sleppur in

Sól og regn úr Kirkjubø til Tjørnuvíkar

Ferðaleiðarin Bill Schwab skoðar út á vágna undir standmyndini av Nólsoyar Pálli í túninum á Hotel Tórshavn. Næstu eru Bryan Treen, Clay Lipsky, Barron Snyder, Andi Alexander, Jesse Alexander og Byron McNew. Í morgin er fjúrtandi september og undir tjaldrinum og ravninum fingu tey søguna um tann dagin í politiska kalendaranum. Úr Vágsbotni gingu vit út í Rættará at síggja stórhavalbeinini, sum eru um portrið í húsunum hjá Bauer. Byron avmyndar og Andi hevur eina stilla løtu, meðan hon nemur við hvalabeinini.     So ganga vit heim aftur til bilarnar á parkeringsplássinum, men hov, har er Jónas, sum bjóðar okkum inn í Studio Bloch, sum hann hevur inrættað í húsunum hjá Öström. Livandi og púra impromtu fortelur hann okkum um útgerðina og møguleikarnar her, beint við hav og haga, mitt í verðini og tó langt burturi frá øllum. Fólk eru púra burtur í hølunum og teim upptøkum, her eru gjørdar. Bryan, niðanfyri, er eisini ljóðteknikari og finnur ein Mini Mo