Skip to main content

Posts

Geytin - føroyskt filmskvøld í Norðurlandahúsinum

Norðurlandahúsið sigur í tíðindaskrivið í kvøld, at týskvøldið 11. desember klokkan 19:30 verður høvi at síggja eitt úrval av føroyskum stuttfilmum í Norðurlandahúsinum, sum allir eru gjørdir seinastu tvey árini. Sum nakað heilt nýtt innan føroyska filmsframleiðslu, verða í ár lætnar tvær filmsviðislønir til bestu føroysku stuttfilmarnar. Tað er abbasonurin, David Geyti, og mamman, Astrid Andreassen, ið hava gjørt fyrstu føroysku filmsvirðislønina Geytan . Virðislønina »Geytin« á 25.000 krónur letur Norðurlandahúsið og er tað ein dómsnevnd, sum kemur at avgerða, hvør filmur fær virðislønina. Hin virðislønin er ein »Áskoðaravirðisløn« á 15.000 krónur, sum Tórshavnar Kommuna letur, og eins og heitið sipar til, eru tað áskoðarnir, sum fara at atkvøða um, hvør filmur fær hesa virðislønina. 

 Freistin at lata filmar inn var úti 1. desember og sigast má, at undirtøkan hevur verið góð, tí heili 15 stuttfilmar eru latnir inn til filmskvøldið. Ein dómsnevnd er sett at meta um innk

Amariel í Leikalund

Leygardagin 8. desember kl 16:00-18:00 hevur Amariel Norðoy (f.1945) fernisering í Leikalund í Klaksvík, har sørvingurin Holgar Jacobsen fer at syngja og spæla gittar. Amariel, sum er málari og grafikari, er føddur í Klaksvík og er útbúgvin skipasmiðjur. Árini 1977-83 tók hann útbúgving á Det Kongelige Danske Kunstakademi og var á grafiskum skeiði í Finnlandi í 1984. Amariel hevur sýnt fram ymsa staðni í Europa, USA og Japan. Her heima hevur hann prýtt skúlan í Porkeri, Lágargarð í Havn og Samuels kirkjuna í Keypmannahavn. Amariel hevur eisini prýtt ymisk tíðarrit og bøkur. Flestu myndirnar hjá Amariel eru frá uppvøkstrinum, Mikladalur og Kalsoyarfjørður. Afturvendandi myndaevni hjá Amariel Norðoy eru Skiftandi ljósið, Báturin og Útróðrarbørn. Um hetta evnið, Útróðarabørn, skrivar Bergur Jacobsen, prestur: “Vit andaðu sjóvarfall, mánan og mysing, høgætt og lágætt, og blankur fiskur á brúnni og á vektini hjá Mikkjal Petur, var ein trygd fyri morgindegnum. Vit sungu sálma

Søgan sveik

Var til sangleikin Audition sunnukvøldið 18. november. Tað eru skúlanæmingar í Havn, sum við støði í tónleiki hjá Tróndi Bogasyni og teksti hjá Dániali Hoydal, hava framført henda effektfulla leikin, sum varir tríggjar tímar, fyri fullum Norðurlandahúsi frá 16. november til í gjár, 4. desember. Og tá eg sigi framføra, so merkir tað alt frá pallsmíði og búnum til tónleik, dans og sjónleik. Framførslan, sum Annfinnur Heinesen stjórnar, er so framúr, at tú undrast og spyrt teg sjálvan, um heimliga fjøldin av ungfólki við góðum gávum, talentmassin , er endaleys. Showið er bara so framúr. Alt undir meistarligu hond Annfinns. Undir kønu hond Jóannesar Gaard hava vit risastóra pallin, sum Tekniski Skúli í Havn hevur evnað til, eins og búnar og smyrsl. Handverkið duga tey, og ikki minst tónleikin frá Musikkskúlanum, sum Hans Pauli Tórgarð stjórnaði og so dansin, sum Vígdis Hentze Olsen stóð fyri. Meistarligt show.  Av triðju røð helt eg tó, at stóra pallmyndin varð lítið ágangandi,

Leif, matlistamaður

Sunnudagin varð bókin Koks løgd fram í samnevndu matstovuni á Hotel Føroyum. Á myndini omanfyri sæst meistarakokkurin Leif Sørensen greiða høvundanum Bent Christensen frá um seksrættaðu matskránna, sum nú byrjar og endar við at øll fáa bókina signeraða í hondina. Eisini Linda, sum sæst til høgru. Koks , sum er á føroyskum og enskum, er stór í vavi og telur 290 blaðsíður í sjáldsama vakrari permu. Bókin kann bæði sigast at verða matlistarlig, gastronomisk, og myndlistarlig, so góðar myndirnar úr føroysku náttúruni eru. Bókin tekur annars støði í arbeiðnum hjá Leif Sørensen í matstovuni Koks,  tí heitið á bókini. Í orðum og myndum verða djúpt heimligu og samstundis avgjørt altjóða avrikini hjá Leifi lýst, tær skiftandi árstíðirnar, tær mongu heimligu rávørðurnar og ikki minst føroyska matmentanin. Serliga sjáldsama haldi eg lýsingina av grindadrápi verða. Eins og hann var tað undir framløguni, er danski høvundurin, sum annars er ein harðrendur kritikkari, týðuliga og djúpt rør

Sing Your Heart Out, Country Boy

Sing Your Heart Out, Country Boy kallast ein bók við nýggjum og gomlum tekstum av country og americana slagnum. Hendan myndin av Ragnari í Vík kundi verið perman á næstu útgávuni á bókini. Vit eru í fjósinum Dixie í Havnardali, har Johan á Plógv var vertur, tá Countryklubbin, alias Smápartafelagið Kúfóður , møttist til jólaborðahald leygardagin. Aftanfyri, í horninum til høgru, sæst Oddbjørn Vágslíð. Sjálvt jólaborðhaldið var í hugnaligu og rúmligu Reiðstovuni uppiá. Men innan vit komu so langt, skuldu vit heilsa uppá rossini í ymsu boksunum í fjósinum niðriundir. Í túninum heilsar Heri upp á eitt teirra.   Johan greiðir frá um rossini í fjósinum, nøvn og hvør eigur. Sjálvur eigur hann Waylon , sum hann sýnir fram í boksini, ið enn er merkt Geronimo eftir einum eldri rossi, og ikki at gloyma indánarhøvdinganum. Fyri hundrað krónur hevur Heri, niðanfyri, keypt sær ein svartan indiánarajakka úr Kanada í endurnýtsluhandlinum Icthys , har ið Køkubúðin var fyrr. Nakað dýr

Fyrsti desember

So er fyrsti desember. Børnini lata fyrstu lúkuna upp í Útvarpinum og við Kingotónum millum skýggja lata veðurgudar upp fyri ljósi og ælingi, hvørt um annað. Føroyar eru eitt ljósanna paradís. Innan knappan tíma, millum níggju og tíggju í morgun, eru hesar myndir tiknar í Havn. Omanfyri av Kleynisvarða móti Kirkjubøreyni, og niðanfyri hevur ein grannakona snara barnavognin í túninum, so eitt hugfarsligt mynstur sæst í nýfalna kavanum, innan sólin rakar Tórsbyrgi. Millum hjólsporini síggjast smáu fótafetini. Í einum og sama myndasnari flyti eg frá nýføðingi í vogni til elli á stovni. Í ein beinan norðan sæst niður á tekjurnar á nýbygda Boðanesheiminum. Jólatræið er komið í Tórsbyrgi og Jens Petur er farin í hjallin eftir sagini, so træið passar niður í jólatræsfótin, sum er eins gamal og býlingurin. So er at tendra perurnar í reista jólatrænum millum svørtu hjallarnar, og hyggasíggj, nú kom sólin fram og rakti eisini Tórsbyrgi. Í skiftandi morgunljósinum eru m