Joel Cole, sum omanfyri og niðanfyri er avmyndaður á verkstaðnum á Háskúlanum í Hornabø í Havn, arbeiðir við eini sjáldsamari og spennandi framsýning, sum letur upp í Norðurlandahúsinum fríggjakvøldið 11. januar 2013. Joel, sum býr í Føroyum, er ættaður úr Minnesota. Hann hevur ferðast víða og kom av fyrstan tíð higar sum skiftisnæmingur. Tilfarið, sum hann brúkar í framsýningini, er úr Norðuramerika, Suðuramerika og Føroyum. Um framsýningina, sum letur upp í Norðurlandahúsinum í januar, sigur Joel soleiðis: Í nýggjastu verkunum seti eg mær fyri at kanna tey mynstur, sum vit leggja á tilveru og atferð okkara. Vit liva í fýrakantaðum kassum. Vit hyggja út úr hesum kassum gjøgnum fýrakantað hol. Vit arbeiða í fýrakantaðum bygningum. Vit eru umgyrd av beinum strikum, vinklum og fýrakantum. Og tá vit lýsa okkara tilveru í myndum, gera vit tað við at taka bíløt, sum eru sett saman av túsundtals smáum puntum, sum allir eru í litum. Mín spurningur er hesin: Um tær myndir vit dagl