Skip to main content

Posts

Per Arnoldi á Boðanesheiminum

Í morgun byrjaði danski listamaðurin Per Arnoldi (f.1941) at heingja 42 listaverk upp á Boðanesheiminum í Havn. Í gulum, bláum og reyðum við vertikalum og horisontalum linjum er savnandi heitið á dekoratiónini  Færøsk fantasi , sigur Per Arnoldi og pakkar út nøkur verk, meðan búfólk og starvsfólk viðmerkja og hjálpa til. Úr køkinum angar av kókaðum fiski, og ein urga hoyrist afturvið sálmasanginum hjá Hera presti, sum hevur savnað fólk til andakt í felagshøllini, har Bárður Jákupsson hevur prýtt veggirnar. Á gongini rættir Gunvør Peri ein gulan klút og myndlistarligi funktionaliteturin verður vendur og snaraður. - Tú ert tann fyrsta at síggja hetta, so eg vil hoyra tína meining, sigur Per og turkar við gulum eftir bláum og reyðum. Per Arnoldi tekur tummastokkin fram, mátar og doserar. Tey størru og myrkaru verkini hanga her úti móti Nólsoyarfirði, sum í gjár hevði eitt so hugtakandi ljós og skýformatiónir heilt niður í havið, sigur livandi listamaðurin, sum enn er spræk

Fær KOKS eina Michelin stjørnu?

Leif Sørensen, kokkur á matstovuni KOKS á Hotel Føroyum, greiðir danska rithøvundanum og gourmetjournalistinum Bent Christensen frá um matskránna, tá bókin KOKS varð løgd fram 2. desember 2012. Til høgru sæst Linda Herdalur, kona John Dahl vinnumálaráðharra. Niðanfyri signerar Bent Christensen stórfingnu bókina. Nú er aftur gastronomiskur spenningur í luftini, tí hósdagin verða Michelin stjørnur handaðar. Meðan flestu á okkara leiðum tosa um matstovur í Keypmannahavn, hevur danska tíðindastovan Ritzau spurt júst Bent Christensen, sum dagliga rekur Den Danske Spiseguide, og Jesper Uhrup Jensen, sum er ritstjóri á tíðarritinum Gastro, um matstovur á bygd og aðrastaðni í danska ríkinum. Báðir nevna Dragsholm Slot, Falsled Kro, Lieffroy á Fyn, Frederikshøj í Aarhus, Henne Kirkeby Kro norðanfyri Esbjerg og Ruths Hotel í Skagen. Men so kemur tað áhugaverda. Undir yvirskriftini Færøsk gourmet nevnir Bent Christensen, at 'Koks i Thorshavn på Færøerne fortjener en Michelin-stjern

Oman og niðan

Í gjár fór Enniberg fram við køksvindeyganum oman eftir Nólsoyarfirði, og í dag sást ein russari fara niðan eftir Nólsoyarfirði. Soleiðis siga tey í Havn. Visti eg ikki betur, so hevði eg sagt norður gjøgnum Nólsoyarfjørð og suður gjøgnum Nólsoyarfjørð. Men líka leggur sólin í. Hon skínir eina løtu, og so dregur fyri, fullfermdur ella ikki.

Filmur í Løgtinginum

Í dag, kvinnudagin, klokkan 9:30, er filmur á skránni í Føroya Løgtingi. Tað er Føroya einasti mentapolitikari, Gunvør Balle, sum á øðrum sinni reisir málið um ein filmsgrunn. Omanfyri sæst hon í práti við Anton Petersen um film og filmsgerð í Føroyum. Og eg veit, at alt filmsumhvørvið í Føroyum fylgir við hesum máli. Tó, mentamál eru tunga lyfta í einingi og enn tyngri í andstøðu. Vit vita frammanundan, hvat sagt hevur verið um øll skilagóð mál í Føroyum, sum einaferð vóru fólkavaldar, heilt av Tvøroyri og norður á Tinghúsvegin: "Samgongan arbeiðir við málinum!" Meðan vit forfard og í passivari fjarstøðu bara kunnu eygleiða fólkaræðisligu skeiklingina hjá núverandi samgongu, kunnu vit fegnast so mikið meir um dagsins uppskot hjá Gunvør Balle um filmsgrunn, sum er so ljóðandi: Løgtingsmál nr. 92/2012: Uppskot til samtyktar um at stovna Filmsgrunn. Uppskot til samtyktar: Løgtingið heitir á landsstýrið um at fyrireika og leggja fyri Løgtingið uppskot til løgtingslóg um

BBC á vitjan

Tað er ikki á hvørjum degi at bretska sjónvarpsstøðin BBC vitjar í Føroyum, og ein sjálvur sleppur til orðanna við kvittan og øllum. Eitt skotskt sjónvarpslið, sum telur fýra, hevur fylgt Evi Tausen úr Írlandi til Føroya. Vitjanin er partur av arbeiðinum hjá Ferðaráðnum at bjóða útlendskum fjølmiðlum til Føroya, sigur Súsanna Sørensen. Á myndini omanfyri og niðanfyri gera tey upptøkur til eina fýra tímar langa sending í heyst, tá tey fara at senda um countrytónleik í Thurso og Føroyum. Starvsfelagin, Rói Joensen, tók myndirnar á gongini í Námi, har skotski sjónvarpsverturin, Michael Douglas, eftir at hava prátað við Jákup Zachariassen og Kristian Blak, vildi hava at vita, hví og hvussu countrytónleikur kom til Føroya og bleiv so væl umtóktur, sum hann er, bæði á bygd og í bý. Her er mín grundgeving: In the fifties young people started to work and earn their own money. They listened to Radio Luxembourg and soon got to know every star of the day, and invested in turntables and recor

Fylking neyðug?

Í 1973 kom út ein varði í føroyskari tónleikasøgu. Tað var singleplátan "Nei til EEC", sum øðrumegin hevði sangin Fylking neyðug og hinumegin Kapitalurin . Tað er á hesi plátu, at vit hoyra ein fyrrverandi fiskasølustjóra sláa á trummu - móti EEC! Um tvey ár verður Føroya elsta arbeiðsmannafelag, Enigheden frá 1915, sum í 1932 skifti navn til Fylking , hundrað ár. Arbeiðsmannafelagið hevur sambært nummarleitaranum enn adressu í Valarabrekkuni, har sosialdemokratiska javnaðarvøggan stóð. Seinastu fáu dagarnar hava vit verið vitni til, at á Tvøroyri verður fólkaræðið stigbent í støðugt nýggjar ættir. Fyrsta er, at kapitalurin vil sleppa at byggja út í loyndum. Næsta er, at ein lógligur, skilagóður og fakliga konstruktivur kærari verður hongdur út av myndugleikanum. “Nú vita vit, hvør kærarin er” sigur lokali myndugleikin um hann. Borgarstjórin, sum bara væntaði sær eina nøs, verður flogin heim úr útlondum í leiguflogafari at fundast við Varðan, tá støðan er grei

Estetiskar loysnir á Tvøroyri

Omanfyri er útsiktin av søguliga seglihúsloftinum hjá T.F. Thomsen á Tvøroyri. Og niðanfyri síggjast hølini uttan, soleiðis sum tey eru endurgivin á heimasíðuni hjá Thomsen og teimum. Í gjár varnaðist eg at ein býráðslimur á Tvøroyri, Malla Dam, skrivar um støðuna har í býnum, sum býráðsformaðurin, Kristin Michelsen, kallar nýggja Klaksvíksstríðið. Í drúgvu greinini gevur býráðslimurin, Malla, eitt estetiskt boð uppá, hvussu støðan kann bjargast, soleiðis at báðir partar, gamalt og nýtt, kunnu liva lið um lið, sum yvirskriftin í greinini sigur. Loysnin er at: "Fasadan á frystigoymsluni kundi verið myndprýdd ella málað sum neystatekjur, sum vit hava sæð aðrastaðni í landinum, og kundi eisini skapa lívd og býarrúm fyri hugnaligum bryggjudansi, regattum, jóansøkutiltøkum og øðrum trivnaðarskapandi virksemi." Hetta var ein óvæntað pragmatisk og ikki sørt skemtilig vend at geva málinum. Eitt sindur paff, fór eg at leita í blogginum eftir Thomsen á Tvøroyri. Jú, fy

LeikREAD á Tjóðpallinum

15. og 16. mars bjóðar Leikarafelag Føroya til fyrsta READING festival á Tjóðpallinum. Í hesum sambandi skriva fyrireikararnir, Gunnvá Zachariasen og Kjartan Hansen, soleiðis í innbjóðandi tíðindaskrivi: Meðan dagarnir í 2013 gerast ljósari, fær nýggjur norðurlendskur READING-festivalur lív í hjartanum í Tórshavn. Festivalurin ber heitið LeikREAD og er úrslit av einum norðurlendskum samtaki, sum Leikarafelagið ger saman við grannalondum okkara. Fimm nýskrivað leikrit úr Norðurlondum eru vald út, týdd til føroyskt og verða pallsett sum Reading á Tjóðpalli Føroya vikuskiftið 15. og 16. mars 2013. Setanin er fríggjakvøldið kl 19:30 og skráin fyri leikritini er henda: Eingin møtir onkrum eftir Peter Asmussen (DK) fríggjakvøldið kl 20:00. Leikstjórn: Simon Boberg (DK). Leikarar: Páll Danielsen og Annika Johannessen Høsnarungarnir eftir Bragi Ólafsson (IS) fríggjakvøldið kl 21:30. Leikstjórn Leiv Arne Kjøllmoen (NO). Leikarar: Eyðun Johannesen, Súsanna Tórgarð, Erling Eysturoy