Skip to main content

Posts

Pundik, Krasnik og Heini

Við støði í donsku bókini Pundik & Krasnik og resten af verden , sum Kristeligt Dagblad gav út í heyst, hevði Heini í Skorini frálíkt prát á Hotel Føroyum í kvøld við teir báðar jødisku danirnar, 85 ára gamla Herbert Pundik og 41 ára gamla Martin Krasnik. Samansjóðað og skipað prát, heldur enn leysar einarøður, hvør í sína ætt. Frálíkt, at ein redaksjonell hond merktist á tiltakinum. Tað er sjáldsamt, og er sum við teim fáu góðu sendingunum, ið skilja seg burtur úr hinum grabsinum, tí tær taka lurtaran í álvara. Og her var fult hús av vælhýrdum og forvitnum lurtarum frá ytsta vinstravongi til fremst í Ebenezer. Pundik og Krasnik umboða hvør sítt jødiska ættarlið og hava markantar meiningar um ikki bara heilaga staðin hjá trimum heimsreligiónum, Jerúsalem, men eisini um kríggj og frið í allari verðini, tó mest í Miðeysturi, har Ísrael er snúningsásurin. Pínufullir og viðkomandi í egnum frásagnum, serliga tá Pundik fyri fyrstu ferð fekk at vita um eina føroyska gentu, sum tæ

Á, at vera ein veðrur

Hesin ramligi morgunveðrur stóð fyri okkum, tá vit møttu til arbeiðis í morgun. Heilt vist hin nýggi innkrevjarin hjá Leif Mohr, hinumegin vegin. Men týðiligt er, at hann er vilstur og heimleysur, skeivu megin hegnið. Tá er ikki lætt at laga sær vegin. Eitt mentanar-Clash ljóðar í veðrahøvdinum: Should I stay or should I go? Morgunsólin stavar á lokkandi vegin og eg havi fingið mær hálsprýði úr mentanargarðinum. Nú vil eg koma í stødið, eg fari yvir til Leif Mohr at gera rav í el-talvurnar, innan eg fari í Miðlon at bunkra. Men úr elektriska sjónarhorninum hjá Leif Mohr er hetta ein mentaveðrur, sum er rýmdur av heimabeitinum hinumegin vegin. Kanska er kavin settur so langt oman, at mentanin frystir og veðrarnir rýma av bási og trøð yvir í fjálga hitan og bjarta ljósið, hinumegin alt. Eg meini so við, búmerkið og trygdin fyri landsins mentan er jú veðrurin í aldargamla innsiglinum hjá løgmanni. Tað er sjón fyri søgn, gudar og veðrar. Nei, her rekast so nógvir

Steinbrá á vári

Kæru limir í Steinbrá, Nú er aftur tann góða tíðin yvir okkum, tá vit hvønn tann einasta dag fáa sjón fyri søgn hvussu ljósið vinnur á myrkrinum og hvussu náttúran spakuliga foldar seg út. Ljósið er eyðvitað eisini gott fyri myndlistina og vit kunnu gleða okkum um eina  lýsandi várskrá í Steinprenti av heilt serligari kalibur. Vit hava longu havt gleðina av í ár at skoða forkunnug verk hjá farnum listafólkum. Tekningar og skitsur hjá Tummasi Arge hava nú í nakrar vikur frøtt eina ørgrynnu av áhugaðum framsýningarvitjandi og áðrenn tað vóru forkunnugar fotomyndir hjá Ásmundi Poulsen á skránni, Forlagið Í Støplum gav út eitt fínt katalog í hesum sambandi, sum er at fáa í bókahandlunum. Í løtuni er framúrskarandi grafikarin Marius Olsen í holtur við at arbeiða uppá ein stein og tað er altíð serliga áhugavert, tá hann fer í gongd. Í Norðurbryggjuni í Keypmannahavn letur framsýningin Klaksvikaffærer við málningum og prentum hjá Claus Carstensen upp í dag klokkan fýra, har

Tróndur, Bill og tey

Fyri einum ári síðani hevði amerikanski fotografurin Bill Schwab aldri verið i Føroyum. Nú hevur hann verið tríggjar ferðir í Føroyum og hevur sett sær fyri, at vitja her tvær ferðir um árið, vár og heyst. Omanfyri sæst hann saman við Tróndi Paturssyni í Kirkjubø í dag. Eftir hugtakandi frágreiðingina í verkstaðnum hjá Tróndi, bjóðar Borgny ein drekkamunn og hugnaligt prát um tær sjey ferðirnar hjá Tróndi við írska høvundanum Tim Severin, og hennara egnu ferðir í Fjareysturi. Vit sita við borðið í stóru og heitu stovuni í spennandi húsum, sum eftir trimum árum vórðu bygd úr rekaviði, mest sibirskum og kanadiskum, í 1980'unum. Myndafólkini eru púra burtur í prátinum og skiftandi sýninum út yvir Hestsfjørð. Her skoða Bill og Ian, sum er úr San Francisco, eina náhvalatonn, sum Borgny fekk í Grønlandi. Hvørja fotoferð til Føroya hevur Bill í mesta lagi átta fólk við sær, so tey rúmast í einum VW Transporter, sum hann leigar og sjálvur koyrir kring landið eft

Píkarill, tað er vár!

Vár er í hondum, hóast summartíðin eftir klokkuni langt síðani er byrjað, blómurnar spretta og í morgin skulu píkadekkini av. Men nú legðist hann við kava, í hvussu er norðanfjørðs. Og uttanfyri dekksølur standa bilar á rað og bíða eftir at dekkini, sum í morgin verða ólóglig, skulu skiftast við summardekk, tí í sjáldsama nákvæmari kunngerð frá 2005 verður ásett, at "ikki er loyvt at nýta píkadekk í tíðarskeiðnum frá 1. mai til 15. oktober. Í píkadekkum er ikki loyvt at nýta rørpíkar, heilt spískar píkar ella píkar við fleiri tindum. Talið av píkum á hvørjum dekki má ikki víkja meiri enn 25 % í mun til tað hjólið, ið hevur flest píkar." So vita vit tað. Trý sløg av píkum, og allir bannaðir í morgin. Og nú er bara ein dagur eftir, at sleppa undan at verða tikin sum lógarbrótari á føroyskum várvegum av hesum ávum. Tað er sku' alvorligt, hetta knapt so várliga píkamálið. Nú fari eg at spæla Elvis. And the grass want pay no mind .

Helvtin fingu stuðul

Filmsgrunnur Norðurlandahúsins, sum hevur eina árliga játtan á 200.000 kr, varð settur á stovn í 2012 og er einasti møguleiki at fáa stuðul til føroyska filmsgerð. Higartil hevur áhugin fyri at gera filmar verið stórur. Fyrsta árið varð stuðul veittur ellivu filmsverkætlanum, og týsdagin 2. apríl, tá ið freistin var úti at søkja um stuðul, vóru fjúrtan umsóknir komnar inn við einari samlaðari umbøn á knappar 975.000 kr. Nevndin fyri Filmsgrunnin í Norðurlandahúsinum, sigur í tíðindaskrivi í dag, at hon hevur viðgjørt tær fjúrtan umsóknirnar, og hevur gjørt av at veita stuðul til sjey av teimum við einum samlaðum stuðli á 131.000 kr. Nevndin upplýsir, at tey, ið hava fingið stuðul eru: Sakaris Stórá, sum sæst omanfyri, kr. 40.000 til stuttfilm Katrin Ottarsdóttir, kr. 30.000 til novellufilm Dávur Djurhuus, kr. 20.000 til stuttfilm Gudmund H. Nielsen, kr. 20.000 til pilotverkætlan Marianna Mørkøre og Rannvá Káradóttir, kr. 10.000 til listafilm Annika á Lofti, kr. 8

Ikon og Silvurtráður

Í dag er Dýri Biðidagur og ikki færri enn tvær listaframsýningar lótu upp samstundis, onnur í Gallarí Stephansonshúsi og hin í Galerie Focus. Framman undan eru framsýningar í Steinprenti og Smiðjuni í Lítluvík. Báðar framsýningarnar, sum lótu upp í dag, savnaðu nakað av fólki. Gamaní eru gallaríini smá og fyllast skjótt, men gott hevði verið, um gjørt var, sum tá Listastevna var fyri tíggju árum síðani og fleiri framsýnignar lótu upp sama dag. Tá var ein tími ella so millum hvørja upplating og væl bar til. Býurin er ikki størri enn so, at ofta eru tað somu fólk, ið ganga til somu framsýningar. Gallarí Stephanssonshús hjá Ingvør Nolsøe, omanfyri, sýnir fram trettan nýggj verk hjá Zachariasi Heinesen. Kurator er Inger Smærup, sum hevur sett heitið Ikon á framsýningina og skrivar soleiðis í skránni: “Verkini hjá Zachariasi Heinesen eru ikki religiøs, men tey hava nakað annað, sum minnir um ikonir og tað er, at tey ikki eru myndlýsingar av veruleikanum, men speglingar av veru

KOKS er besta bókin

Bókin KOKS  um samnevndu matstovuna á Hotel Føroyum, hevur fingið virðisløn í Danmark frá Foreningen for Boghaandværk sum besta fakbók. Omanfyri skrivar høvundurin, Bent Christensen, í bókina, tá hon varð løgd fram á Hotel Føroyum 4. desember 2012. Niðanfyri er myndamaðurin, Claes Bech-Poulsen, avmyndaður við sama høvið, og niðri undir sæst brævið við boðunum um heiðurin. Sum skilst, er ætlanin at senda bókina KOKS út í heim til Stockholm, Frankfurt og Leipzig. Allar niðast sæst meistarakokkurin, Leif Sørensen, sum er kjarnin í bókini.