Skip to main content

Posts

Vetrarmorgun í Skopun

Ingun í Skrivarastovu, framleiðari, hevur avmyndað filmslið og leikarar hjá Sakarisi Stórá í stovuni hjá abbanum, sum hann er uppkallaður eftir. Húsini eru við Áarbakkan í Skopun og í næstu húsum býr leikstjórin sjálvur, sum sæst aftastur við tekoppi og í hvítari troyggju. Kring borðið sita frá vinstru Miriam Gunnarsson, stillfotografur og assistentur, Helena Heðinsdóttir Jørgensen, annar høvuðsleikarin, Virginie Surdej, filmfotografur, Armgarð G. Mortensen, hin høvuðsleikarin og Rúni Friis Kjær, fotografassistentur. Ljósmaður er Rógvi Rasmussen og ljóðmaður er Jón McBirnie. Teir eru ikki á myndini. Eg havi fingið orð á Sakaris, nú bara ein upptøkudagur er eftir í sambandi við at filmurin  Vetrarmorgun er í gerð. Sakaris, í hvønn mun relaterar hesin nýggi filmurin seg til hin fyrra filmin 'Summarnátt'? Vetrarmorgun er ein nógv meira búgvin filmur enn Summarnátt . Hetta er ein daprari og ráari søga, sum allíkavæl er fortald við einum gjøgnumgangandi vakurleika. Vit fylg

Kapping um happing

Í hesum døgum er kapping um happing. Tú skalt lurta væl í útvarpinum hesa vikuna, at skilja munin á evropeiskari tónleikakapping og føroyskari fólkahapping. Á Facebook eru grannvaksnir lærarar, ið eisini hava klakt aðrar lærarar, ið happa, so tað stendur eftir í. Alment peika teir á ein, sum fær eyðknevnið høvuðshapparin á Læraraskúlanum. Git mær tað! Á sama fólksliga tingstaði, Facebook, fær mest lisni føroyski netstaður, Portalurin, ákoyringar fyri ikki at skriva landanøvn rætt. Kikarin kann stillast so vit straks finna orsøkina at peika í skúlagarðinum: Og straks er ein medkjakari, ið tekur evnið upp og kann hanga ikki bara eitt spjaldur, men fleiri spjarrandi spjøldur um krikan á rukkuni, innan hon verður kjølhála: Happing er vorðin ein føroysk fólkaítrótt, serliga fyri tilkomnar lærarar og fyrrverandi ungkommunistar í útlegd. Ivaleyst kenna teir seg allir sum rukkan umborð, nú eingin saknar teir eftir at múrurin fall og rættstaving í fjara heimlandinum livir s

Sjáldsamir bygningar

Meðan grasið grønkast og skuggar styttast, eru vit farin at fotografera sjáldsamar bygningar. Á arbeiðsplássinum fáast vit við tekst og myndir. Mest sum til stuttleika, men eisini fyri at kveikja fagurfrøðiliga sansin, og at gáa um fjald myndaevni, sum eru mitt fyri í gerandisdegnum, hava vit í frítíðini gjørt av at hava eina myndakapping. Egnar fotomyndir, sum lúka avtalaðu treytirnar, verða settar á veggin í matarstovuni, sum í dag sær soleiðis út: Yvirskriftin er  Myndir av sjáldsamum bygningum og treytirnar at vera við í myndakappingini eru hesar: Myndin skal vera av einum sjáldsamum bygningi í Føroyum. Sjáldsamt merkir, at avmyndaði bygningurin hevur dygdir ella eginleikar, sum í sjálvum sær hava varandi fagurfrøðiligt myndavirði, uttan á nakran hátt at skriva seg inn í almennar søgubøkur. Avmyndaði bygningurin skal ikki vera bústaður, men hava eina vinnuliga ella tænastuliga funktión. Bygningurin skal kunna avmyndast allur sum hann er, uttan at traðka meir enn

Ruddingardagur

Í dag varð lýst til ruddingardag í Tórsbyrgi, eins og í allari Tórshavnar kommunu. Augusta Mikkelsen, sum er nývald forkvinna í Eigarafelagnum, greiddi frá undir morgunmatinum klokkan 10, hvussu ruddast skuldi í økinum. Tórshavnar kommuna hevur lýst til myndakapping, har upp til fimm myndir frá degnum kunnu sendast inn í kappingini um ein trivnaðarpakka fyri 20.000 krónur. Hesar fimm myndirnar frá ruddingardegnum í Tórsbyrgi eru sendar inn:

Pro­portional Ver­rückt

Í Steinprenti á Skálatrøð í Havn ber í hesum døgum til at uppliva verðinslist. Tað er týski Andreas Schulenburg (f. 1975), sum er útbúgvin á Kunstakademinum í Keypmannahavn, ið sýnir 34 lutir fram undir týska heitinum  Pro­portional Ver­rückt , ella sum eitt týskt katalog frá 2008 sigur Alles ist Verkehrt , alt er skeivt. Og at alt er ørt og úti av proportiónum sæst beinanvegin, tú kemur inn í Steinprent. Tú heldur tað vera eina gøtulykt úr eini Tintin teknirøð, men so er tað eitt blóðgað skrúviblað á einari skrúvu, ella kanska einum seymi, sum stendur í gólvinum. Standmyndin, sum røkkur av gólvinum og upp undir loftið, er úr tøvdum tilfari. Fremst fyri á myndini omanfyri er tøvda standmyndin við danska heitinum Den erotiske bølge . Á vegginum aftanfyri er verkið Bloody Scratch  rullað niður á gólvið. Jan Andersson, sum er leiðari í grafiska verkstaðnum Steinprenti, bjóðar niðanfyri vælkomin og greiðir frá um framsýningina hjá Andreasi Schuleburg, sum á øðrum sinni vitjar

Plátur undir Barnalofti

Kristi himmalsferðardag fór eg á Spotify at spæla Seals & Crofts. Eina plátu, sum eg bara minnist frá Dora á Eiði fyri fjøruti árum síðani. Á plátuni vóru sangirnir Summer Breeze , Diamond Girl , Dust on my Saddle og Standing on a Mountain Top , sum teir plattdonsku Shu bi dua umsettu til Står på en alpetop . Plátuna spældu Dori og eg á loftinum hjá Andreu, Kjartan og Manna í 1973. Fjøruti ár seinni, henda sama Kristi himmalsferðardag, síggi eg eina mynd av Dora, til høgru niðanfyri, á Facebookprofilinum Gamlar myndir av Eiði . Er lívið verðuliga ein pláta, sum bara gongur í ring? Sum tá Lauryn Hill syngur Everything is Everything og gøtan er ein snarandi pláta, har nálin fer grøvandi ígjøgnum býin? Is God really a DJ? Og var tað ikki her, niðanfyri, at Antinis fangaði seyðatjóðarnar, uppi í hjallinum hjá abba á Barnalofti? Plátusavnið hjá Dora var cutting edge í 1973. David Bowie, Mott the Hoople og tað nýggjasta við Rolling Stones. Eitt hanagleiv harfrá átti Nik

Blanda bomm í 30 ár

So eru stundir at ynskja Norðurlandahúsinum hjartaliga til lukku við tríati ára degnum, sum er í dag. Áttandi stjórin, Sif Gunnarsdóttir, heilsar so hjartansfegin í 30 ára blusu framman fyri Norðurlandahúsinum, har Blue Coat spæla swing í mjørkanum á tekjuni. Húsið bleiv til við norðurlendskum stuðli í 1983 eftir uppskoti frá Erlendi Paturssyni í 1971. Torbjørn Olsen hevur málað Erlend, sum hongur í Dansistovuni í hesum døgum. Av fyrstan tíð hugsaði Erlendur um eitt sjónleikahús, men mangt broyttist, arkitektakapping varð fyriskipað og eg minnist at nordisturin og løgtingslimurin, Demmus Hentze, segði, at bara ein atkvøða var á muni, tá avgerðin varð tikin at byggja Norðurlandahúsið í Føroyum. Men so kom sólin fram. Húsið bleiv til stutt eftir at grannhúsini hjá Útvarpinum vórðu tikin í brúk, og onkuntíð havi eg hoyrt arkitektar kallað hesar báðar bygningarnar, sum báðir boðaðu frá nýggjum tíðum í Føroyum, the Beauty and the Beast . Hvør er hvør, er sjálvandi upp til ey

Markleys breiðist nú fyri tær fold...

Hóast Google hevur heimstað í tí landi, sum minst tekur undir við einum hugsaðum Palestina, so hava tey hjá Google stilla amerikansku leitimaskinuna at siga Palestine  har, sum fyrr varð sagt Palestinian territories . Eisini kanst tú velja Palestine (PS) sum byrjunarsíðu, eins og flestu okkara í Føroyum (FO) velja føroysku síðuna, sum sæst niðanfyri. Úti í heimi er annar parturin av Googlebrúkarum í øðini og hin parturin so hjartansfegin. Júmen, er politikkur í máli og ikki minni í leiting. Í framtíðini verða tað kanska ikki tær eindir, sum vit í dag kenna sum lond, ið fara at møtast í ST at góðkenna mørk og mál, men heldur fyritøkur sum Google. Ræðandi, men kanska bara gott, meðan vit uttan úrslit bíða eftir taktiskum politikarum og markleysum vápnaseljarum. Eftir hetta uppvask skeinki eg morgunkaffi í eitt Googlekrúss og fari at lurta eftir antikku fløguni  Framåt! För Palestinas befrielse , sum svenska marknaðarfyritøkan Border Music gav út í 2002.