Skip to main content

Posts

500 000 bøkur um jól

Tá stóra norðurlendska jólabókin hjá Bo Bedre kemur út í november, er høvundurin føroyskur. Tað er Elisabeth Kruse, omanfyri, sum rekur fyritøkuna Glotti , ið selur tekst, myndir og uppskriftir um sniðgeving til norðurlendsk bløð og altjóða forløg. Í Føroyum er sjáldsamt at bøkur verða prentaðar í stórum tali. Hægstu tøl eg kenni til úr gerandislívinum er 3000 eintøk. Úr andaliga lívinum upplýsti Sjúrður Højgaard herfyri, at hann hevði latið prenta 20 000 eintøk av Nýggja testamenti. Tað er tó lítið í mun til bókarúgvuna hjá Bo Bedre á jólum. Jólabókin hjá Bo Bedre verður prentað í 500 000 eintøkum, ein hálv millión jólabøkur. Helst er hetta hægsta upplagstal á danska bókamarknaðinum. Bo Bedre gevur árligu jólabókina út í Noregi, Svøríki, Finnlandi og Danmark, og forlagið Gyldendal hevur í ár keypt bókina til teirra haldarar. Bo Bedre er mest lisna danska tíðarritið. Blaðið kemur eina ferð um mánaðin og skrivar um innrætting, desein og handilsvørur til íbúðina. Skrásett

Summar í Tórsbyrgi

So er summar í Tórsbyrgi, eins og í øllum Suðurstreymi. Reyðbláu tulipanurnar standa stinnar og vagga við Nólsoynni og antennunum hjá Radioamatørunum í baksýni á bønum hjá Jens Peturi og Lýtt í nummar 5. Shahin Gaini í nummar 34 er farin at tøma gamla sandkassan, sum skal gerast til terassu við grill. Gamli sandurin verður í trillibør koyrdur á gøtuna aftanfyri húsini. Á bønum eru Anna og Selma í nummar 20 farnar at samla eina runda kúlu, ið sær út sum eitt rúmdarfar. Men nei, hetta er ovara helvtin av eini kompostkúlu. Við hvíta veggin er Álvur í nummar 24 farin at raka hoyggið saman á bønum, meðan dreingirnir hjá Eyðuni í grannahúsinum spæla bólt við hundinum Alu. Blómurnar spretta í hvørjari sprekku, her eru tað hjálpirøtur undur køksterassuni í nummar 18. Av bakkanum sæst oman á kampingplássið, har tveir íslendskir kampingvognar standa í sólskininum, hóst økið enn er arbeiðspláss.

Føroyar svartalistaðar

So er stóra norðuratlantiska Makrelkríggið brostið á. Norska Fiskarlage t hevur bannað og stongt Føroyar, sum eru settar á svartalista. Tað sæst svart uppá hvítt her: Allir hugsandi kagar, browsarar, eru brúktir í Føroyum og úrslitið er tað sama. Vit eru svartalistaði. Men í øðrum londum, eitt nú Danmark, ber til at siggja norsku krígsførandi heimasíðuna og lesa alt tað, sum har er at frætta. Og so er at minnast til, at fyrsta offur í kríggi er altíð sannleikin.

Tankar yvir eini hálvpiðaðari singelplátu

When I’m Dead And Gone sungu McGuinness Flint um sama mundi, sum Niels Juel Arge (1920-1995) sigldi oyggj úr oyggj at frætta um nøvn og hendingar. Í báðum førum framúr og tíðarrøtt avrik, plátan og ferðirnar, sum allar vóru festar á band við ordranum: “Klipp meg út!” Og so at klippa og seta saman til eina sending, ið øll savnaðust um. Føroyskt útvarpshandverk við nærlagni, sum gjørdi mun á samtiðarskránni í almannamiðilinum. Tíggju ár seinni, Í 1980’unum, var Jóhan Mortensen eisini framúr við nýskapandi sendingunum um Frítíð og Náttúru , har fuglalát og annað náttúruljóð fyri fyrstu ferð kom fram í almannamiðilinum. Guðsdoy, um tær ikki eru grivnar upp úr almannamoldini og settar á prime time skránna sunnudagar áðrenn tíðindini klokkan tvey. Í sjónvarpinum er eins og áður eingin Dagur og Vika í summar, nýskapandi og virðisløntu hóskvøldssendingarnar eru tiknar burtur, ja sjálvt 3-2 sendingin er postað til Sibiria í hægstu ítróttartíð, eins og guðstænasturnar. Eingir Oyggjaleikir

Samkynd í almenna rúminum

Hóast Pride skúðgongan undan ólavsøku í fjør savnaði so nógv fólk sum aldri áður í almenna rúminum, eru fólk ymisk á máli um hvønn heimarætt tey, sum eru limir í felagsskapinum LGBT, eiga í samfelagnum. Við støði í eini oddagrein í størstu donsku avísini, Jyllands Posten, havi eg spurt Eiler Fagraklett, nevndarlim í LGBT Føroyar, hvat hann sigur til tað tolsemi, sum kemur til sjóndar í størsta prentaða danska miðilinum, og um tað var skeivt av kommununi í næststørsta danska býnum, Aarhus, at flagga og at stuðla einum gay-tiltaki, líkt tí, sum var í Havnargøtum í fjør summar og aftur er lýst at byrja ólavsøkuna í ár. - Ein og hvør, sum byrjar eitt lesarabræv, ella eina oddagrein við einum slag av ávaring um, at viðkomandi ikki er homofobiskur, ótolerantur o.s.fr., ger hetta sum oftast, tí at viðkomandi veit sera væl, at hann ella hon eru akkurát tað, sigur Eiler. - Oddagreinsskrivarin vil vera við, at kynslívið er privat og tí má tað goymast væl aftan fyri læstar dyr og ikk

Aktiv kommuna

Í morgun sóust skúlabørn við fløggum og dreglum í ovasta skúlagarðinum í Eysturskúlanum, sum í næmingatali er landsins størsti skúli. - Vit hava Norðurlandaleikir og fara niðan á Tórsbreyt, siga lærararnir Miriam Nolsøe Johannesen, við rópara og matpakka niðanfyri, og Jákup Eli Olsen, sum bæði hava ítrótt á tímatalvuni. Við í tiltakinum Norðurlandaleikir eru 96 næmingar úr fyrsta, øðrum og triða flokki og so tíggju lærarar, sum øll skulu savnast, innan gingið verður eftir Skúlavegi og niðan á Tórsbreyt. So er klárt at ganga út á vegin, har tey bleytu ferðandi í Havnargøtum møta ferðslu og hørðum bilum, hóast gøtan eitir Skúlagøta, sum skelti ovast til høgru sigur. Og ikki eitt orð um býarplanlegging á hesum sinni. So verður gingið í góðum lag eftir Skúlagøtu, Stoffalág, Fútalág og niðan á Háls. Og í Stoffalág skipa tey á Lagargarði fyri útferð fyri teim gomlu og niðri á Boðanesheiminum hava tey sett nýtt skelti upp við vegin. Eitt skelti, sum lýsir um nátti

Eg haldi føroyskt er vakurt

Ja, enntá øgiliga vakurt. Tað sigur Guðrið Hansdóttir (f.1980), sum er helvtin av nýggju elektro popp duettini Byrta , har Janus Rasmussen (f.1987) er hin helvtin. Hann brúkar orðini organiskt og groovy um tónleikin, sum í hesi samanrenning eru málandi ljóðmyndir, ið eins javnt kína Havnini og føroyskum lendi, sum undergroound syllunum við spegilin í Sirkus, alla tíðina á føroyskum. Guðrið, sum er kend við egnum útgavum á enskum, hevur skrivað nýggju føroysku sangirnar, sum 7. juni komu á føgu, ið fæst á iTunes og í Tutl. Janus spælir øll ljóðførini og hevur lagt til rættis. Fyrsta staklagið, Loyndarmál , sum kom fyrr í ár, hevur verið nógv spælt í Útvarpinum. Í felag eru tey frískasta lotið á føroyska rútmiska tónleikahválvinum beint nú. Hetta er eitt síðuprojekt hjá okkum báðum, sigur Janus, sum býr í Íslandi, har hann er partur av bólkinum Bloodgroup . Guðrið er uppvaksin á Argjum og Janus í Havn. Á Wikipedia sigur Guðrið, at tað var meðan hon var í Íslandi, at hon fó

Úr San Diego til Sørvágs

- Hetta er fantatiskt, sigur Eve Selis ovurfegin á Niðaravegi í Sørvági. Aftanfyri er sandurin og pallurin, har hon í kvøld skal syngja á Sørvágs Country- og Bluesfestivali. Hon er úr San Diego í California og saman við orkestrinum býr hon á hotellinum 62 Norður hesar dagarnar. Gittarleikarin Marc Intravaia er saman við henni á Niðaravegi, tí Útvarpið vil hava orð á Eve og hoyra nakrar sangir. Einki problem, sigur lívliga Eve Selis, sum hevur ferðast við hesum orkestri síðani 1998. Hon skrivar sangir saman við Marc og hevur júst givið út fløguna Family Tree , har hon eisini syngur Hallelujah hjá Leonoard Cohen. Elin í Stórustovu og Rúni Jákupsson tosa við hana á trappuni hjá Eik, sum er miðdepil fyri festivalin í Sørvági. Eve Selis hevur vunnið sjey virðiðslønir í heimbýnum San Diego innan roots tónleik. Ummælarin og tónleikarin John D’Agostino, sum eisini er úr San Diego, sigur at 'Eve Selis isn’t just a “singer” - she’s an emotion transducer who converts co