Jenny Johannessen, omanfyri, sum er bókmentanarligur samskipari hjá FarLit , boðar í tíðindaskrivi frá, at á hvørjum ári savnast forløg, agentar og áhugaði á altjóða bókamessum at keypa og selja rættindi og ikki minst at kunna seg um nýggjastu rák á bókmentapallinum. - Luttøka á messunum er eisini týdningarmikil miðil hjá forlagsumboðum at skapa sambond. Føroysku forløgini hava hvør sær javnan verið á slíkum bókamessum eitt nú í Frankfurt, Bologna og BogForum í Danmark, og í 2011 var ein samlað verkætlan sett í verk at gera føroyskar bókmentir sjónligari á altjóða bókamarknaðinum. Í 2012 var FarLit sett á stovn at taka sær av hesum arbeiði og farið varð til bókamessur í Göteborg og Frankfurt. Eftir samráðingar í samskipanarbólkinum er avgjørt, at FarLit aftur í ár skal umboða føroysku bókmentirnar uttanlands. Tískil verður FarLit at finna á bókamessunum í Göteborg og Frankfurt í heyst, har arbeitt verður bæði við at kunna um og selja bókarættindi, sigur bókmentanarligi samskipa