Skip to main content

Posts

Myndlist í skúlanum

Konsentratiónin var góð, tá skipað varð fyri norðurlendskari ráðstevnu um myndlist í skúlanum í Steinprenti, har myndin er tikin. Lærari í hesum hølum við tí avbera góða og sentrala útsýninum, var Fríða Matras Brekku. Nám var við, tá Myndlistalærarafelagið skipaði fyri stórari norðurlendskari ráðstevnu fyri myndlistalærarar í Havn fyrr í vikuni. Um hundrað útlendskir lærarar vóru við og Nám rindaði fyri teir trettan føroysku lærararnar, sum høvdu teknað seg. Ráðstevnan varð hildin undir herrópinum “Kreativitetur og innovatión í myndaarbeiði hjá børnum og ungum”. Føroysk umboð í Nordisk Samråd, sum stendur fyri stevnuni, eru Poulina Poulsen, Gulla Mohr og Maja Sørensen. Meðan allir teir føroysku luttakararnir vóru kvinnur, var onkur útlendskur maður við í kreativa hópinum. Endamál við ráðstevnuni var, at luttakararnir skuldu fáa ástøðiliga vitan og handaligar førleikar, sum kunnu brúkast í undirvísing í lærugreinini myndlist við tí endamáli, at kveikja og menna kreativu og

Tankar afturvið plátuni On High

Fekk í kvøld plátuna On High frá Knúti Háberg Eysturstein, sum hevði lýst við lurtigildi í Sirkus í Havn. Tíggju sangir eru á plátuni, sum er reyð vinylpláta, fløga og download í bláum húsa, sum Uni Árting hevur gjørt. Knút eigur øll orð og løg, uttan í seinasta føri, har abbin, Knút E. Háberg, eigur lagið, Mær leingist at síggja staðin , sum er úr Songbók Guds Fólks. Grundupptøkur er gjørdar í húsunum hjá abbanum í Tórfinsgøtu 10 í Havn. Jens L. Thomsen hevur framleitt og ljóðblandað, og eisini lagt til rættis saman við Knúti. Útgevari er Tutl og útgavukonsert verður hóskvøldið klokkan 20 í Perluni í Tórsgøtu. Gjøgnum plátuna, og serliga við heitinum On High í huga, hómast ein leitan eftir og í støðum lovprísan av tí andaliga í gerandistilveruni, og plátan er týðuliga klødd í minnið av bretskum fólkarokkljóði úr sjeytiárunum. Plátan byrjar við sanginum The Road . Hóast nýtt og føroyskt, ber ljóðið í sær míni bestu minni av bretskum harmoni-rokki við gittara og vindandi kórsa

Lurtigildi hjá Knút

Veit ikki, um tað eru røturnar úr Leirvík, sum elva til orðaspølni sum Sólarkaffi og Lurtigildi . Men fyndugt er tað í báðum førum. Og vísir, hvussu musikalskt og liðiligt málið er, eins og tónastigin, sniðgávan og tøknin. Hvussu er og ikki, í kvøld var Lurtigildi fyri nýggju plátuni hjá Knúti Háberg Eysturstein On High í Sirkus í Havn. Hetta er triðja pláta frá hansara hond, og tá sagt verður pláta, er tað veruliga ein grammofonpláta av longplaying slagnum, sum krevur nál og plátuspælara. Hon er reyð, tung og tjúkk, løgd í húsa, sum aftur er í einum húsa við øllum tekstum og upplýsingum skrivaðum á við hond, nakað sum í Exile on Main Street hjá Rolling Stones í 1972, men akkurát so sum Uni Árting hevur greitt úr hondum til spildurnýggju Tutl útgávuna, sum verður framførd við orkestri og kórsangarum í Perluni hóskvøldið kl 20. Saman við vælpressaðu grammofonplátuni er bæði fløga og ókeypis MP3 download. Knút hevur sjálvur skrivað allar sangir, uttan lagið til Mær leingist at síg

Nóllywood í Hornabø

Í morgin, sunnudag, verða tveir nýggir føroyskir stuttfilmar frumsýndir á Háskúlanum í Hornabø, har filmskeiðið Nóllywood hevur verið hesa vikuna. Tveir nýggir føroyskir stuttfilmar spurdust burtur úr. Ungu filmsspírarnir, sum eru millum 14 og 18 ár, gjørdu filmarnar PAIN''T  (Annika Dalsgaard) og EG  (Rógvi Langgaard). Báðir stuttfilmarnir verða sýndir á Háskúlanum í Hornabø sunnudagin. Eitt filmsvinnupolitiskt álit var herfyri handað vinnumálaráðharranum, Johan Dahl, har eitt av málunum var, at um tíggju ár skullu 50 fólk arbeiða við filmi, og at ein spælifilmur skal gerast um árið. Í tíðindaskrivi í dag, siga Martin og Trygvi, sum eru framleiðslustjórar á filminum EG, at fyri at røkka hesum máli, er neyðugt at skapa eitt grundarlag hjá ungum filmsspírum. Víðari siga teir í tíðindaskrivinum, at hetta hevur Klippfisk miðvíst virkað fyri síðani filmsverkstovan varð sett á stovn í 2004. Stóra tilgongdin av ungum og frískum kreftum til filmsfakið førdi við sær, at f

Hús, skip og hav

Tað er sum eg hoyri Havið sang yvir mær vøgguljóð , tá eg av skrivstovuni í morgun síggi tríggjar menn á tekjuni við Breiðablik í Stoffalág í Havn, meðan tríggir  reefers rulla á vágni. Ikki av tí slagnum, sum Bob Marley brúkti, men farmaskip við turrlast, kulda og kranum, og eitt av trimum sæst her liggja í Nólsoyarfirði og bíða eftir fongi. Næsta ár verður sangurin hjá Jákupi Dahl hundraðogtíggju ára gamal. Hann stóð fyrstu ferð á prenti í Tingakrossi í 1904. Men enn er havið tað sama og eins vítt um at fara, hóast landafrøðilig sambond og knýti eru munandi broytt. Í dag er einki skip eintýðugt og neyvan ber til at tosa um ein Aberdeen schooner einans .  Í dag er alt sett saman eins og plátur á tekjuni. Aftanfyri arbeiðsmenninar sæst norski Bahamabáturin Green Tromsø  hjá Green Reefers við skrivstovum í Bergen, Gdynia, Kaliningrad og Antwerpen. Teimum á baki eru Green Freezer og Novaya Zemlya og Green Karmøy á Kollafirði,   sigur fjarritandi farritið Ship Finder á snildfonin

Braindrain

Huxaði tað altíð. Braindrain er ein verðulig hóttan fyri ikki bara land og fólk, men eisini bøkur og fisk, og nú eisini fyri fátækramarkið hjá teim vinstrahallu. Tað siga tey ungu í heimsins heimliga vilja, frælsisvónini Huxa , ið ikki eru abbabørn hjá Enver Hoxha, men spírandi føroysk ungmenni, alt meðan gurkurnar vaksa sum tánegl, niðureftir. Men hetta man vera mest niðurgrógvna herróp norðanfyri Albania: - Óneyðugt við fátækramarkinum! Ja, eg eri so púra samdur. Fátækramakrið er so óneyðugt, at eg haldi vit skulu elimera tað. Taka tað burtur, so tað als ikki er til í nakrari skipan og ikki rakar ein tann einasta føroying, førur ella ei. Kollektivt samhaldsfesti, tað er eitt mál fyri einoghvønn í Hoxha. Enver. At lyfta føroyingin upp og framm um øll vistrahall mørk. Enver. Um hann so er í brúnari skjúrtu og hevur nasjonalsymbol á vegginum. Enver. Framá, huxandi Føroyar!

Ókeypis útlendingar

Á myndini skrivi eg meg inn hjá Google í Mountain View í California. Tað er ólavsøka og árið er 2008. Her kanst tú lesa ferðafrásøgnina . Heima í stovuni, fyrradagin, sá eg eina útlendska sending í einum útlendskum miðili, har ein long røð av spurningum um upphavsrætt vórðu settir, nú hetta sama amerikanska firma, Google, hevur skannað bøkur í fleiri ár, eisini ófáiligar føroyskar bøkur, sum føroyingar í øllum heiminum nú kunnu lesa. Eisini á teldli í Stranda skúla. Í dag hoyri eg ein landstýrismann siga, at hann hevur givið einum eins útlendskum firma, sum eingin rættuliga veit, hvat eitir og enn minni stendur fyri, øll einkarrættindi at bora í føroyska jørð og at eiga tað ferðslumynstur, sum harav stendur. Og eingin forðar honum. Og enn er Føroyakortið ikki yvirtikið mál í Innlendismálaráðnum, men liggur í eini skuffu á Rentemestervej í København. Hvussu veit landstýrismaðurin, hvar hann skal loyva útlendingum at bora? Ella hava útlendingarnir longu fingið eitt útlendsk kort frá l

Ársins grein?

Árið er hálvrunnið, kalendarin hjá Nema sigur, at 183 dagar eru farnir av tí Harrans ári 2013 og nú eru bara 182 eftir. Tað er Syftunsøka og nú hellir undan. Við síðuna av Dimmu, sum hevur 16 síður um sjónvarp og fótbólt, lesi eg mánadagsblaðið hjá Sosialinum afturvið morgunkaffinum. Tvey bløð, Dimma og Sosialurin, á sama marknaði sama dag. Sosialurin hevur gjørt avtalu við systkinini Dánjal, journalist, og Onnu Kathrinu Højgaard, fotograf, um reportasjur, sum í akkurát hesum føri leitar eftir fátækramarkinum við støði í dagsaktuellu søguni hjá Sólrun Durhuus, 32 ára gomul, støk við tveimum børnum og tímalønt í Bónus í Havn. Eitt gott toymið við góðum teksti og góðum pressumyndum. Ein mánadagssøga við sosialum broddi, so væl skrivað, at tað er ein fragd at lesa. Ikki minst, tá Sólrun verður spurd, hvat hon brúkar uppá seg sjálva. - Nei, eg gangi sum hundur í sama skinni, sigur hon. Hugvekjandi at lesa observantan tekst, sum situr undir hvørjum orði, og aldri gloymir dynamikkin í ei

Agurkutíð(indi)

Meðan landið liggur í andalopi av møguligum ES-stongsli, fer flaggskipið, Dagur og Vika, í summarfrí, nú hundadagar nærkast og allir miðlar blíva stuttligir, tí teir raka the silly season, agurkutíðina. Fekk hug at tríva í skúlabókina Fjølmiðlar (2008), har eitt brot úr síðu 25 ber yvirskriftina omanfyri, Agurku(tíðindi) og er soljóðandi: Summartíðin er ikki hin besta til tíðindi. Løgtingið er í summarfrí og flestu starvsfólk, ið taka avgerðir, fara í feriu. Skúlanir eru tómir og loftmiðlarnir taka sendingar av skránni. Hjá teim journalistum, ið eru til arbeiðis um summarið, eru tí fá at spyrja og enn færri, ið tíma at lesa, lurta og hyggja. Sama er galdandi á jólum, men tað er bert um summarið, at hugtakið agurkutíðindi verður drigið fram. Tað vóru týsk handilsfólk, sum í 19. øld fóru at brúka hugtakið sauregurkenzeit, um ta tíðina á árinum, tá agurkin er búgvin. Umvegis danskt er orðið komið inn í føroyskt. Bretskir journalistar kalla hesa tíðin á árinum the Silly Sea

Frá Milano til Tórodd

Í dag havi eg sett mær fyri at tvinna saman Malpensa og Skálatrøð, ella heilt nágreiniliga størsta flogvøllin í Milano, har Atlantsflog setti seg fyrstu ferð, og tað fullsett, á middegi, og so framsýnignarhølini hjá Steinprenti í Havn, har Tóroddur Poulsen á fyrsta sinni sýnir fram oljumálningar seinarapartin. Frá Berlusconi til Tórodd og aftur eru 4335 og ein hálvur kilometur at flúgva, og 90 kilometrar at koyra í bili. Tað er  urban coolness  í trettan klokkutímar ein frídag á sumri. Heiman klokkan fimm, umborð á Atlantsflogi klokkan hálvgum átta og í Milano knappar tríggjar tímar seinni. Við á ferðini eru fleiri miðlafólk teirra millum Olivur Joensen frá Norðlýsinum. Umborð á Airbus flogfarinum hjá Atlantsflogi stendur fryntligi marknaðarleiðarin, Allan Skaalum, fyri okkum og bjóðar okkum vælkomin umborð á fullsetta flogfarið. Umborð hitti eg starvsfelagan Pól, sum sjálvur tólvti í góðum ferðalagi ger mentaferð til Norðuritalia í summar. Úr Milano er skjótt