Skip to main content

Posts

Søgur í tónleiki hjá Teiti

Mánadagin 16. september kemur nýggja fløgan hjá Teiti. Hon hevur fingið heitið Story Music , Søgu Tónleikur. Fríggjadagin bjóðaði Teitur, Plan C Management, Arlo and Betty Recordings og Jónas Bloch altjóða pressufólki og tónleikarum innar í Studio Bloch í Fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn at hoyra sangirnar spældar undir heitinum 'a worldwide exclusive advance album playback, of teitur's forthcoming new album Story Music followed by a short solo set and drinks reception.' Her er Teitur við sangunum. Tíggju sangir, hvør við sínari søgu, eru á nýggju plátuni hjá Teiti. Hann eigur allar sjálvur og hevur eisini lagt til rættis. Tónleikararnir, kórsangarar og tíggju kvøðarar, sum vóru í býnum eitt kvøldið, eru allir føroyskir uttan í eina førinum, har meistarligi amerikanski Van Dyke Parks (f.1943) skrivaði til Teit og spurdi, um hann kundi sleppa at leggja til rættis eitt av løgunum á nýggju útgavuni, It's not funny anymore . Tann upptøkan er gjørd í Niðu

Ólavur og heimurin

Mikukvøldið ringdi Ólavur Hátún til mín og var púra forfardur av prátinum, sum akkurát hevði verið í Útvarpinum um atlasið og Málráðið, tí systurdóttirin, sum situr í Ráðnum, visti einki um nøvn og atlas. Nú síggi eg, at Ólavur vil kunna almenningin um samrøðuna okkara millum. Tað er í fínasta lagi, tí mín ætlan við at seta nýggja heimsatlasið hjá Námi í eina heild fyri fyrstu ferð, er júst hin sama. At kunna almenningin. Beinleiðis orsøkin er, at politikarar hava ført fram og útgreinað ymisk viðurskifti, sum tey ikki hava úr nevnda atlasi, tí tey hava ikki sæð tað og hava ikki verið á gátt hjá útgevaranum. Dagsskráin er ikki faktuell, men forførandi. Hvønn vegin veit eg ikki, tí hon er ikki av hesari verð og kann tí ikki verða máld í nakrari landafrøðiligari niðurfelling. Tað gav at bíta, tá formaðurin í mentanarnevnd Føroya Løgtings, í tveimum umførum setti samgongufelaganum, landstýrismanninum við mentamálum, so nógvar spurningar um hetta sama atlas, sum hann aldri hevði

Ljósbrot á Lützenstrøð

Við nýggjum poetiskum strokum, ljósum litum og fjálgum heitum sum Hitafláir, Grønalíð og Várdagur , er tað tó stóra verkið Í broti og gjálvi , sum fangar mín áhuga, tá eg gangi upp trappurnar og komi inn í hølini hjá Eyðuni av Reyni á Lützenstrøð 13. Nógv fólk vóru møtt til ferniseringina í hugnaligu og søguliga angandi hølunum, ið Eyðun nú brúkar sum arbeiðsstað. Á ólavsøku í fjørð var eisini framsýning í somu hølum. Eins og eg sjálvur gjørdi, nýttu fleiri høvið at avmynda nýggju, bjørtu litirnar hjá Eyðuni. Her er tað floksfelagin av Læraraskúlanum, Birgit Nattestad úr Miðvági, sum júst hevur verið á listaferð á oynni Kalimnos í Grikkalandi. Her inni málaði pápin, Ingálvur av Reyni (1920-2005), frá 1968, tá húsini, sum Palli Gregoriussen teknaði, vóru liðug, og til Ingálvur andaðist 84 ára gamal. 45 ár seinni er gólvið í starvsstovuni enn tað sama. Tjúkt av máling summstaðni og farvegur eftir myndafótum aðrastaðni, serliga undir vestvenda ervaljósinum. Reytt, gult o

Tað hevur tókt

So er sangheftið tókt sum blinkstrandi app til midnáttarsangin á ólavsøku. Tórshavnar kommuna boðar í dag frá, at eins og undanfarin ár er Havnin miðdepil Føroya, og at teir báðar ólavsøkudagarnar, sunnudagin 28. og mánadagin 29. juli, eru Vaglið, Tórsgøta, Áarvegurin, Steinatún og Skálatrøð miðdeplarnir í miðdeplinum. So er tað líka sum sett í fokus, tá størsta fólkamongd Føroya savnast í Havnargøtum á midnátt ólavsøkudag at syngja í felag, sum var tað eitt fólk, eitt kyn og ein rødd. Ivaleyst hin besta løtan á olavsøku, hvørt ár. Sanghefti til midnáttarsangin eru eisini at fáa í Ráðhúsinum og í Býráðssalinum, meðan opið er ólavsøkudag kl 15:00-18:00, og skótar fara at býta sanghefti út á trappuni við Býráðssalin og við Tinghúsvøllin meðan sungið verður. Um appin kann brúkast at syngja úr skal so standa sína roynd á midnátt ólavsøkudag. Sum er, fái eg ikki tekstin at liggja tvørturum, so ein heil linja kann síggjast í senn. Tí verður tað heldur ivasamt, um eg tími at brúka appina á

Eyðun á Lützenstrøð

Í morgin klokkan 16:00 letur Eyðun av Reyni (f.1951) upp framsýning í egnari starvsstovu á Lützenstrøð 13, har pápin, Ingálvur av Reyni (1920-2005), sjálvur málaði. Til og við mánadagin 22. juli fer Eyðun at sýna fram 22 nýggjar málningar. Um Eyðun av Reyni, sigur íslendski listfrøðingurin Aðalsteinn Ingólfsson m.a. í bók um Eyðun: Listamálarin Eyðun av Reyni ber eins og ein kringur dansari eina andaverð við sær. Tá ið hann málar fyrstu strokini á løriftið, veit hann av sær sjálvum (...) at rútman, sum hann gevur seg undir, ber hann at enda út á eggina á einum vatnrættum býti, ið verður kallað miðdepil. Hesin miðdepil er ofta í skundi málaður við breiðum pensli gráur ella svartur, so at hann líkist einum svørtum holi ella einum veðurbardum veggi, sum gerst tann veruligi snúningsdepilin, verkini hjá Eyðuni snúgva seg um. Alt hitt í málninginum skipar seg rundan um henda miðdepil, soleiðis at økið niðanfyri brátt umskiftist til eina rokuta forgrund, sum er gjørd liðug við øgiligum

Heimurin fyri tær opin

Tvey kilo vigar heimurin, sum mín góði starvsfelagi, Árni Jacobsen samskipari, ber mær inn á borðið í dag. Tað sæst á vektini niðanfyri, har Romeo og Julia liggja týdd undir borðinum. Árni hevur margfaldað, xeroxed sum tey siga á enskum, føroyska forleggið til útgávuna, Heimurin - atlas til heim og skúla , sum Gramar hava gjørt prentklárt við støði í enska skúlaatlassinum Student World Atlas . Í dag skrivar Nám á heimasíðuni, at nógv umrødda atlasið fyri fyrstu ferð er savnað, so til ber at blaða í tí og at gera samanberingar. Sagt verður, at hóast mong hava eina meining um nýggja atlasið, hevur eingin sæð tað, uttan Málráðið. Men frá í dag er høvi at síggja ávegis útgávuna, sum fyrstu ferð er savnað. Nám sigur, at hóast summarfrí, ber til at koma inn á gólvið og blaða í útgávuni og á henda hátt kunna seg um landafrøðilig heiti og fyribrigdi í atlasinum. Tilboðið stendur eisini við tá summarfrítíðin er av og skúlagongdin byrjar aftur. So eg sigi bara sum Jens Pauli á

Karisma í Götu

Fyri ólavsøku í 2009, tá konsertin við Múrin var í Kirkjubø, upplivdi eg fyri fyrstu ferð unga nýggja Eysturoyarbólkin Boys In A Band við Pæturi Zachariassen, omanfyri, á odda. Leygarkvøldið verður bólkurin aftur á skránni á G! Festivalinum í Gøtu. Undir yvirskriftini karisma við Múrin , skrivaði eg soleiðis fyri fýra árum síðani um henda frálíka bólk: Karisma strálaði av pallinum í Lágabø, tá Boys In A Band spældu og sungu leygarkvøldið. Stuttligt sjov við góðum dreiv. Og bráddliga broytti frontmaðurin Pætur perspektivið, tá hann leyp av pallinum og sang millum áhoyrararnar. Frálíkur bólkur við frálíkum tilfari og enn betri undirhaldi. Umframt Boys In A Band spæla hesir bólkar og einstaklingar á G!Festivalinum leygarkvøldið: Nephew (DK), Ásgeir Trausti (IS), Laid Back DK), Sanglötan við Eivör, Teitur og Konfekt, Hogni, Dánjal, Sakaris, The Absent Silver King, Lover Lover, Fredo (UK), Áðrenn Elvis, Karmakanonen (DK), Brynjólfur og Spælimenn. Harumframt er stórt bar

Festivaltíð, stavað við G!

So eru nýggj uppsløg í býnum. Tey eru greið og eintýðug og boða frá at ársins G! Festivalur byrjar hósdagin 18. juli og endar leygardagin 20. juli. Fyrsti G! Festivalur var hildin í Götu, stavað við Gøtu-ø, í 2002, árið eftir fyrstu Listastevnu Føroya, sum Norðurlandahúsið skipaði fyri úti um alt landið. Á heimasíðuni hjá festivalinum verður sagt, at: G! Festival var Föroya fyrsti veruligi uttandura tónleika-festivalur. Okkara mál er at broyta fortreytirnar fyri at fáast við tónleik í Föroyum og hvussu föroyingar fyrihalda seg til tónleik, tónleikatiltök og tónleikaligt virksemi til tað betra. Í kvøld hækkar prísurin á vikuskiftispassum, so nú er seinasta frest at halda seg til tað betra, at spara tveyhundrað krónur í mun til prísin við dyrnar. G! Festivalurin man teljast millum Føroya fyndugastu vørumerki, brands , serliga tá bókstavurin ö verður brúktur uttan íhald. Í nevndini fyri G! Festivalin eru Sigvör Laksá, sum er forkvinna, Hans Jákup Mikkelsen, sum er næstformaður

Matthew vitjar aftur

Á fimta sinni er amerikanski Matthew Workman aftur á vitjan í Føroyum. Hann er úr Oregon, har hann rekur The Faroe Islands Podcast við enskum frásagnum um Føroyar. Nýggjasta sending, sum er um ólavsøku, er nummar 180 í røðini. Í næstnýggjastu sendingini tosar Matthew við Jón Tyril um G! Festivalin, Johannes Patursson um bóndagarðin í Kirkjubø og fyrr hevur hann tosað við amerikanaran Joel Cole, sum býr í Føroyum, og við Jennifer Henke, sum helvt um helvt býr í San Francisco og í Fuglafirði. Umvegis Seattle, Keflavík og Reykjavík kom Matthew Workman til Føroya mikudagin. Í kvøld koma hann á gátt til døgurð og eg nýtti høvið at avmynda amerikanska ferðamannin framman fyri málninginum Útsýni (2006) hjá Torbirni Olsen. Útsýnið er av Vestaruvág og inn í Vágsbotn. Prátað varð langt og leingi um felags áhugamál hjá forvitnum amerikanarum og føroyingum. Serliga áhugaður er Matthew at fylgja við í, hvussu tað fer at ganga við teimum báðum tíðindaportalunum, sum eru farnir í nýggja kappin

Hvør vinnur?

Nú er latið upp fyri nýggja tíðindaportalinum, Info, ið skal kappast við hin gamla, sum bara verður róptur Portalurin, og er fyrsta síða hjá flestu teldubrúkarum í landinum. Eitt sjáldsamt fyribrigd í einum landi, sum aldri semist um nakað. Men um Portalin hjá Føroya Tele hava føroyingar verðið so ivaleysir, at teir umrøða hann í eintali og tað í bundnum formi, Portalurin, sum var hann eitt osvitaligt gjaldoyra. Nú hevur Føroya Tele slept honum og innihaldsligi veitarin, Miðlahúsið, hevur skapt ein nýggjan portal, Info. Hóskiligt heiti, sum tó málsliga ikki er so liðiligt at handfara, sum hitt fyrra. Støðan er nú, at tveir fittir beiggjar á bygd hava keypt gamla portalin undan Havnamonnum, so alt fór at klandrast. Teir eru ikki journalistar, men reka teldufyritøkuna Knassar og skulu forrenta eina risaupphædd, meðan Miðlahúsið hevur mist arbeiðsinntøkuna frá Føroya Tele. Báðir partar hava nakað at berjast fyri, og spennandi verður at síggja, hvør vinnur. Tí eins og í ítróttaverðini,

Børn Ábrahams hava mist mammuna

Í dag var seinasti arbeiðsdagur hjá okkara góða starvsfelaga Karinu Toftegaard. Myndin omanfyri, sum er úr nýggju kristnibókini til sætta flokk, talar fyri seg. Børn Ábrahams hava mist mammuna og vit drýpa høvur at missa ein so góðan og braneggjaðan starvsfelaga. Karina hevur staðið fyri sambandinum til Google Books og hevur ritstjórnað eina rúgvu, fyrst og fremst bøkur til lærugreinina kristni.  Karina hevur ein sjáldsama góðan radara og fangar alt, sum rørir seg á fakliga økinum, sum hon átekur sær at ritstjórna, í hesum føri kristni. Her er Karina á heimsins størstu bókamessu, í Frankfurt, í fyrrárið. Sum altíð eru tað kristnisøgurnar, ið hava hennara áhuga. Í dag er skrivstovan hjá Karinu tóm og veggirnir berir. Á borðini liggja royndarprent av nýggju bókini Kristni 6 og hon vísir mær eitt uppslag, sum er um jødatýning. Uppslagið, sum Hannis Egholm hevur umbrotið og teknað, er um Adolf Hitler, ið sannhjartaður heldur seg gera Guds gerning, tá hann miðvíst fer u

Robert Redford stuðlar Mike Day at lýsa grindadráp

Skotski filmsleikstjórin Mike Day avmyndaður við filsmtóli heima í stovuni hjá Kate Sanderson á ólavsøku í fjør, tá hann á fjórða sinni vitjaði í Føroyum. Nú fær hann stuðul frá Robert Redford at lýsa føroyskt grindadráp og dálking í havinum. Tá Robert Redford, fjórði frá vinstru, í 1981 savnaði vinfólk á bygd í Utah at skapa ordiligan film, sum var leysur av fjasinum í Hollywood, hevði hann neyvan kunnleika til súluveiðu á skotskum skerum og grindadráp á føroyskum firðum. Sum frá leið gjørdist útferðin hjá Redford og vinfólkum til eina skipaða filmstevnu, The Sundance Film Festival, og stovnin the Sundance Institute, sum letur stuðul til filmsgerð. Nú hevur tann parturin, sum fæst við heimildarfilm kunngjørt, at skotski filmsleikstjórin Mike Day er millum teirra, sum tilsamans fáa meiri enn 3 mió krónur, $550,000, sum eru £362,000, at gera heimildarfilm fyri. Tilsamans 29 verkætlanir eru um hesa upphæddina. Heimildarfilmurin, sum er um føroyskt grindadráp í spælifilmslongd, he