Mánadagin 16. september kemur nýggja fløgan hjá Teiti. Hon hevur fingið heitið Story Music , Søgu Tónleikur. Fríggjadagin bjóðaði Teitur, Plan C Management, Arlo and Betty Recordings og Jónas Bloch altjóða pressufólki og tónleikarum innar í Studio Bloch í Fabrikkini hjá Öström á Skálatrøð í Havn at hoyra sangirnar spældar undir heitinum 'a worldwide exclusive advance album playback, of teitur's forthcoming new album Story Music followed by a short solo set and drinks reception.' Her er Teitur við sangunum. Tíggju sangir, hvør við sínari søgu, eru á nýggju plátuni hjá Teiti. Hann eigur allar sjálvur og hevur eisini lagt til rættis. Tónleikararnir, kórsangarar og tíggju kvøðarar, sum vóru í býnum eitt kvøldið, eru allir føroyskir uttan í eina førinum, har meistarligi amerikanski Van Dyke Parks (f.1943) skrivaði til Teit og spurdi, um hann kundi sleppa at leggja til rættis eitt av løgunum á nýggju útgavuni, It's not funny anymore . Tann upptøkan er gjørd í Niðu