Skip to main content

Posts

Avmyndingar í Milano

Í Milano eru nógvar myndir at avmynda. Gøtuseljarin hevur sannført eitt ferðafólk um at so er. Ein mynd er ein mynd. Men handan opnu kirkjudyrnar er heimsins kendasta mynd, tá vit ikki rokna Monu Lisu við. Upphavsmaðurin er hin sami, Leonardo da Vinci (1452-1519). Mona Lisa , sum nú sæst í Louvre í París, er ikki signerað, men Leonardo málaði hana í árunum 1503-1506. Sigst, at Leonardo vildi ikki lata lidna málningin frá sær, men bar Monu Lisu við sær, allastaðni har hann fór. Nakað undan, frá 1495-1498, málaði Leonardo Heilagu Kvøldmáltíðina um allan veggin, 8,80 metrar x 4,60 metrar, í matarsalinum í Santa Maria della Grazie í Milano. Vit keypa atgongumerki fyri yvir túsund krónur fyri fýra og fáa vegvísara við inn í kirkjuna, gjøgnum garðin og steðga í søguliga matarsalinum við gandakenda veggmálninginum. Í skugganum omanfyri og aftur niðanfyri minnir ferðaleiðarin, Valentina, okkum um á, at undir ongum umstøðum má Leonardo á vegginum avmyndast. Og voilà! Her er

Úr regni í sól

Úr føroyskum morgunregni flugu vit í dag við Atlantsflogi suður um Alpurnar og beint til Malpensaflogvøllin, hin størsta í italska fíggjarhøvuðsstaðnum, Milano, har norðuri í Lombardia. Omafyri er B+W polaroid filtur brúkt, meðan niðara myndin er púra filturleys yvir stórbýnum Milano. Vit taka tokið frá flogvøllinum til jarnbreytarmiðstøðina í Milano og so ein hýruvogn til húsini, vit hava leigað í eina viku fyri 160 krónur um dagin fyri hvønn. Í túninum síggjast ikki bara milanesarar, men eisini jødar og ein Vespa. Støðið, ella komforturin, endurspeglast í bíliga prísinum. Men umhvørvið er sum ein bygd mitt í býnum. Tað hevur eisini ein prís.  Og her eru húsini, har vit gista hesa vikuni mitt í Milano.

Mira Kvartettin í Steinprenti

Í kvøld klokkan 20:00 spælir Mira Kvartettin í Steinprenti á Skálatrøð í Havn. Limir í Mira Kvartettini eru Signe Madsen, violin, Birgitte Bærentzen Pihl, violin, Mina Fred, viola og Vincent Stadlmair, cello. Skráin hjá Mira Kvartettini í kvøld er: Kristian Blak (f.1947) ”Images” (String Quartet no. 2) (1987) Zoltán Kodály (1882-1967) from String Quartet no. 2, op.10 (1918) Allegro Andante Franz Schubert (1843-1907) String Quartet in d minor ”Der Tod und das Mädchen” Allegro Andante con moto Scherzo Allegro molto Presto Vælkomin!

Kring Vágar við Jósupi

Mikukvøldið 7. august varð boðað frá túri runt Vágoynna. Siglt varð av Sørvági klokkan seks, og eftir fýra tímar í dýrdarveðri runt Vágar varð í skýmingini um tíggjutíðina lagt inn í Mykinesi, har vit øll 70 fingu súpan og breyð við turrum og røstum kjøti og rullupylsu í hjallinum hjá Eddie og Helgu niðri við ánna mitt í bygdini. Á midnátt varð lagt frá landi aftur og siglt inn á Sørvág, har vit vóru frammi trý korter seinni. Gutti Petersen, lærari úr Bø, var vitandi og undirhaldandi frásøgumaður á allari ferðini. Kostnaðurin fyri sjey góðskutímar kring Vágar var 500,00 krónur fyri hvønn. Tað vil eg fegin gjalda. Og ráða øðrum til at gera tað sama, er veðrið til vildar. Tað er smápartafelagið Mykines hjá Tummasi Hendriksen í Sørvági, sum hevur sett nýggjan bát, Jósup VA 450, í Strandferðslurutuna til Mykinesar. Jósup, sum tekur 70 ferðafólk, er skjóttgangandi glastrevjabátur, ið eftir góðum hálvum tíma kann vera í Mykines. Gamla Súlan brúkti fimm korter. Tað eru mykines