Kring kanalirnar í milanska býarpartinum Naviglio er nógvur aktivitetur um kvøldarnar. Dagsins tilboð verða tillagað og kunngjørd, so hvørt klokkan líður. Frá at verða ein mildur og friðarligur býarpartur um dagin, verður Naviglio eitt ágangandi sølutorg av øllum hugsandi, fyrst og fremst mati og drekka á sonevndum aperitivos . Her koma mest ung lesandi at njóta ein eksotiskan bita, søtan ella beiskan. Um nátturðatíð gera tey klárt til happy hour , sum í Milano ikki merkir at drykkivørur verða bíligari, enn aðrar tíðir á degnum. Nei, frá klokkan seks til tíggju á kvøldi kanst tú aftur við eini dýrari øl eta so nógvar smárættir, tær lystir. Kappingin er ógvuliga hørð og byrjar við 7 evrum við niðasta reyða diskin. Happy hour á aperitivo er helst bílagsta loysnin at fáa mettuna i Milano, sum í aðrar mátar er ein dýrur býur við nógvum merkivørum og sjónliga ríkum kvinnuligum kundum úr Miðeysturi. Tær, og søkklædnar berarar við merkivørum, síggja vit í stóru