Skip to main content

Posts

Milano til gerandis og heilagt

Kring kanalirnar í milanska býarpartinum Naviglio er nógvur aktivitetur um kvøldarnar. Dagsins tilboð verða tillagað og kunngjørd, so hvørt klokkan líður. Frá at verða ein mildur og friðarligur býarpartur um dagin, verður Naviglio eitt ágangandi sølutorg av øllum hugsandi, fyrst og fremst mati og drekka á sonevndum aperitivos . Her koma mest ung lesandi at njóta ein eksotiskan bita, søtan ella beiskan. Um nátturðatíð gera tey klárt til happy hour , sum í Milano ikki merkir at drykkivørur verða bíligari, enn aðrar tíðir á degnum. Nei, frá klokkan seks til tíggju á kvøldi kanst tú aftur við eini dýrari øl eta so nógvar smárættir, tær lystir. Kappingin er ógvuliga hørð og byrjar við 7 evrum við niðasta reyða diskin. Happy hour á aperitivo  er helst bílagsta loysnin at fáa mettuna i Milano, sum í aðrar mátar er ein dýrur býur við nógvum merkivørum og sjónliga ríkum kvinnuligum kundum úr Miðeysturi. Tær, og søkklædnar berarar við merkivørum, síggja vit í stóru

Heitur dagur í Milano

Í litríka morgungarðinum í Abraham Lincolns gøtu er eins heitt og dagin fyri. Tað er drigið fyri í øllum húsum og eingin sæst á gøtuni. Hýruvognsførarin peikar á hitavisaran, sum sigur 32,5 stig og heldur fyri, at hetta er lítið av miklum. Í farnu viku var nógv heitari. Vit fáa okkum amerikanskt morgunkaffi. Kókaða vatnið sleppa vit sjálvi at stoyta í koppin, so styrkin passar. Afturvið fáa menninir Fernet Branca. Duomo kirkjan, sum gevur stóra miðbýartorginum navn, er um hornið. Í dagsljósinum stendur hon glitrandi bjørt fyri okkum, ein av heimsins størstu kirkjum við ótalligum spírum og standmyndum. Tað er heitt fyri bæði fólk og fæ á kirkjutorginum í Milano. Reint og kalt vatn er lukkutíð at fáa nógva staðni í býnum. Innanfyri kirkjudyrnar standa vígsluvatnsskálir til tey vitjandi. Og fyri nakrar evrur kann loyvi keypast at fotografera og síðani at tendra ljós undir Madonnumyndini. Uttalaga høgrumegin í kirkjuskipinum er ein kiosk, ið minn