Skip to main content

Posts

Janus Kamban 100

Janus Kamban er føddur henda dag í Havn fyri hundrað árum síðani, 10. september í 1913. Hann andaðist í Havn 2. mai í 2009. Hann var myndahøggari og kendasta standmyndin, sum er úr bronsu, man vera Maður og kona, hon í Sparikassagarðinum við gongugøtuna í miðbýnum í Havn, millum gomlu Telefonstøðina, sum nú er Løgtingshús, og núverandi Eik. Gamli friðarligi garðurin er í dag ein sjáldsom visuell uppliving, við tekniskum installasjónum og eysturlendskum spæliøki og garðyrki við bambuslíknandi kantsteinum, so heildin er sum ólavsøka í fjareysturi. Men hóast henda visuella býarlarm í høvuðsstaðnum, stendur standmyndin enn og kann støðugt tulkast og siga áskoðaranum nakað nýtt, ikki bara um kynsleiklutir, men eisini um útsýni og nærsýni og um eina roynd í javnvág, balansu. Hvat hendir, um konan flytir seg? Hvør er til avlops í samfelagsmyndini? Hvør kann traðka eitt fet burturfrá, uttan at skalast, men hvat hendir tá við hinum partinum í parlagnum og listarligu javnvágsmyndini? Tað mun

Tvey eitt til Týskland

Í morgun kom týskurin á Havnina við Norrønu. Týskir bussar, føroyskir leigubilar og fultsett á øllum hotellum og øðrum gistingarhúsum. Teir tríggir Mario, Dirk og Wollo úr Eckernförde hava gjørt seg út við einum Norðurtýskum dregili. Teir siga at Føroyar fáa eitt mál, bara fyri undirhaldið, tí tað er ikki uttan týdning í fótbólti, tí tá eru øll glað, men Týskland vinnur, og tvey týsk mál eru nóg mikið, siga teir á fremmanda vøllinum í Gundadali í morgun, meðan sjónvarpsbilar og trukkar gera klárt til útselda dystin í morgin. - Mehmet Scholl fer at útvarpa og viðmerkja dystin, og hann kemur til Havnar í morgin, siga teir spentir og fara niðan í Kerjalon, tí vakturin rekur okkum av vøllinum. Nú má eg fara at lesa uppá, at vita hvør Scholl er.

7-9-13

So er alt sum fyrr. Gutti er á bønum, Bjarnvarður eisini, grasið er sligið, helst seinastu ferð í ár. Kaffi og Rót og Rútma á terassuni og eitt sindur av ruddingardegi. So er alt sum fyrr. Og skal nakar politikari gera hol í sjógv, so er í dag ein góðar dagur. Tað er sjeyndi í níggjunda í trettan. Í næstu viku verður fríggjadagur, tann trettandi. Tá er ov seint.

Tunfiskur í Vágsbotni

Nógv fólk var í Vágsbotni í morgun, har Hans Marius í Byrgi, stjóri í Sjógæti, skar upp ein norðuratlantiskan tunfisk, north atlantic bluefinned tuna , sum partrolararnir Stelkur og Heykur høvdu fingið, tá teir royndu eftir makreli. Tunfiskurin, sum vág 120 kilo, var ein av fleiri, sum komu í trolið. Eg fekk ein smakkbita, sum var mjúkur og mildur við góðum ráka, nakað sum turt tvøst, ið ikki er nær í námindi av at vera turt, ella roastbiff, sum er bleytur og reyður. Eisini hómaðist ein feril av turrum lambskjøti, sum enn ikki var turt. Men tað var kanska umhvørvið, sum elvdi til júst tann smakkin. Tað var Bergljót Debes Hentze í Morgunsendingin hjá Útvarpinum, sum kring alt landið hevði varpað ljós á henda fyrsta tunfiskin, sum varð skorin upp í Vágsbotni og seldur fyri hundrað krónur kilo. Uppmøtingin vitnaði um, at enn lurta nógv fólk eftir Útvarpinum, í hvussu er um morgunin. Hugaligt at uppliva undir gomlu Útvarpshúsunum á Bryggjubakka. Bókin Fiskar undir Føroyu

Løgmaður loysir Kára P úr starvi

Í dag boðar løgmaður, Kaj Leo Holm Johannesen , frá at hann hevur gjørt av at loysa Kára P. Højgaard úr embætinum sum landsstýrismaður í innlendismálum. Tí hava Høgni Mohr, journalistur, og Brian Samson, fotografur, sett landstýsimanninum stevnu í Vásbotni, sum sæst omanfyri. Samrøðan verður send í Degi og Viku í kvøld. Kári P. Højgaard er føddur 21. juli 1951 á Strondum og umboðar Sjálvstýrisflokkin. Núverandi samgonga millum Sambandsflokkin, Fólkaflokkin, Miðflokkin og Sjálvstýrisflokkin varð skipað 14. november 2011. Heimasíðan hjá Landstýrinum upplysir, at foreldur eru Meinhardt og Jenny Højgaard f. Poulsen, hjúnafelagi er Simona, dóttir Borghild og Anisetus Eliasen í Fuglafirði, børnini eru Maibritt, Jan, Anni, Bogi, Bárður og Heidi. Upplýst verður at Kári hevur realprógv av Glyvrum 1967 og hevur arbeitt sum sjómaður 1967-1971, frá 1. august 1971 sum avgreiðslupostboð og yvirpostboð frá 1976. Hann varð valdur Býráðslimur í Runavíkar kommunu í 1988 og hevur verið varamaður

Fokus á Norðurlandahúsið

Smílandi stjórin í Norðurlandahúsinum, Sif Gunnarsdóttir, setur fokus á Norðurlandahúsið í hesum døgum. Tað ger hon við at senda eina snøgga og upplýsandi skrá í hvørt hús, har upplýst verður um virksemi og tiltøk í Norðurlandahúsinum restina av árinum. Men tað er ikki uttan spurningar. - Hava vit ein felags norðurlendskan samleika, spyr Norðurlandahúsið, sum í morgin, fríggjadagin klokkan fimm, letur upp eina nýggja framsýning við heitinum New Nordic . Framsýningin er partur av samnevndu arkitektaframsýningini, sum var á stóra danska savninum Louisiana í fjør. Í so máta eitt nýtt samstarv millum tveir spennandi stovnar, Norðurlandahúsið og Louisiana. Tá ummælti eg framsýningina New Nordic og sóknaðist eftir føroyskum arkitektum, at siga frá um búseting og bygging her í landinum eins og hinar grannalandatjóðirnar. Í samstarvi við Louisiana hevur Norðurlandahúsið nú eydnast at fáa ein part av framsýningin at sýna fram her, og tað riggar bara heilt væl. Úrva

Hallur í bretskum fakblaði

Í nýggjastu útgávuni av Country Music People verða Føroyar og føroyskur countrytónleikur umrødd. Tað er David Allan , ið skrivar um tilfar, hann hevur fingið sendandi frá Oddbirni Vágslíð í Klaksvík. - I'm delighted with the contents and will be mentioning you and the country scene in the Faroe Islands in the September edition of Country Muisic People, and by the way, Charley Pride told me how wonderful your hospitality was, sigur David Allan í heilsan til BirkBlogg. David Allan, sum hevur fasta síðu í størsta evropiska country-tíðarritinum,  Country Music People,  er alment kosin heiðursborgari í Nashville, Tennessee og hevur fingið heiðirslønir fyri at duga serliga væl at lýsa tónleik í útvarpi, sjónvarpi og á palli. Í hálva øld hevur David Allan verið millum kendastu røddir í bretskum sjónvarpi og útvarpi, frá piratútvarpi til BBC, Radio 2. ITV og Sky. Eyðkenda røddin er at hoyra í nýggju retro lýsingunum hjá BBC 2, tá tey lýsa fyri Seventies Season , sum fyrr vóru á BB

Tá fjórða samfelagsmaktin vaknar

Pressan er farin til arbeiðis eftir summarfrítíðina. Tað prógvaði kjakið eftir Dag og Viku í kvøld, har Liljan Weihe, tíðindaleiðari, tosaði við løgmann, Kaj Leo Holm Johannesen, og andstøðutingmann Høgna Hoydal. Tugda og tannlaða tunnilsmálið var evnið í væl fyrireikaða kjakinum, hóast leiklutirnir, the setting and casting , vóru nakað stirvnir og sjálvsagdir. Tykjast kundi í drúgvum løtum, at løgmaður varð einsamallur móti tveimum persónum í hesari orrustu, sum minti nógv um tá danski Krasnik nektaði og huðfletti sekteristiska landsmannin, Hedegaard , fyri opnum skermi og skerfløtum landi. Tað var eins pínligt og henda løta í Degi og Viku. Ikki minst tá løgmaður slapp at kasta andstøðutingliminum fyri at hann í orðsins rætta týdningi vildi krossfesta landstýrismannin í innlendismálum. Hetta ólátaða orðalag frá løgmanni varð ikki afturvíst ella aftursvarað og legði tí støði undir einum einsíðugum orðadrátti, ið mest var at meta sum jánkaslig júkan og einki annað. Frá løgmanni, um

Listasavn Føroya nýggja heimasíðu

Eftir at hava ligið deyð í eitt ár ella so, er heimasíðan hjá Listasavni Føroya endurreist, nú við undirheitinum savnið fyri føroyska list . Tað er felagið Menning hjá Kára Mikkelsen og soninum Hans, sum hevur gjørt nýggju síðuna, ið eins og hin undanfarna er á føroyskum, donskum og enskum. Útvald verk eftir seks føroysk listafólk verða drigin fram: Fyri árum síðani vóru ætlaninar nógvar og stórar at lýsa føroyska list og listafólk, deyð, sum livandi. Tann tiðin er farin. Tað er at vóna at núverandi forritan og snið fara at hilnast væl, og at avmarkaða tilfarið verður munadygt, og vónandi munandi víðkað, í kunningini um einasta listaliga tjóðarsavn okkara og tað, sum har verður sýnt fram og havt á goymslu. Fyrsta framsýning, sum verður lýst á nýggju heimasíðuni, hevur heitið Lættleiki og líðing , har Bárður Oskarsson sýnir fram frá 30. august til 6. september 2013. Bárð avmyndaði eg í Stepahnsonshúsum 25. mai í ár, tá hann læt upp framsýningina Yvir borð . Í sambandi