Skip to main content

Posts

Jólini nærkast, bløðini fækkast

Sama dag sum eitt blað um Jólaborðhald varð borið í hvørt hús, bórust endaligu boðini um at Dimmalætting er ikki longur. 135 ára gamla Dimma gevur upp andan fyri einum vónleysum lýsingablaði í einum eins vónleysum Vikublaði, har handilssamrøður eru til vinstru og handilslýsingar til høgru, ella øvut. Tað eru einastu redaktionellu svingdyr á hesum blaði. Og ábyrgdarblaðstjórin var sjálvur frammi í fullum dagsljósi í farni viku við lítið dámliga hugtakinum horujournalistikkur . Gamaní skrivar hann ókeypis lýsingarblað við evarska smáum stavum á forsíðuni. Haldi, tað er ørkymlandi, at flestu fólk halda tíðindi vera best, tá tey eru ókeypis. Men tá keypstíðindini eru so lítið viðkomandi, at tey ikki fáa fólk at taka mappuna fram, so er okkurt galið. Okkurt, sum ikki er í samsvar ella eygnahædd við lesaran. Okkurt, sum er vilst úr tíðini. Júst hvat tað er, veit neyvan nakar. Men onkursvegna er ketan farin av journalistisku súkkluni í føroysku brekkuni. So púrasta. Ikki tí, Dimma hevur v

Eg eri næstur

Í næstum gevur Sprotin út nýtt yrkingasavn eftir Oddfríð Marna Rasmussen, sum Jan Egil Kristiansen avmyndaði omanfyri. Nýggja yrkingasavnið hevur fingið heitið Eg eri næstur . Her er fyrsta stakyrkingin úr savninum, sum væntandi kemur út um ein mánað. Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið. Fingið mína egnu grøv, áðrenn eg doyði. So kundi eg longu nú farið og sett niður ymiskt á leiðið. Eg hevði sett niður blómuleykir, og fyrireikað moldina til ta súrligu og beisku sevjuna úr mær. Eg hevði fingið krokus og tulipanur at vaksa og fyrireikað moldina til tann milda og droymandi angan úr innasta hjartakamari mínum. Sett niður eitt sindur av persillu, so maðkarnir kundu køvt tann herskna rákan av ósøgdum orðum. Eg hevði við vissu sett niður páskaliljur, og fyrireikað moldina til sál mína, til anda mín. Eg kundi hugsað mær at fingið mína egnu grøv at hildið. Fingið mín

Makrelur úr køksvindeyganum

Úr køksvindeyganum í dag sást ein stór makreltorva, kanska eini 50 tons, helst blanda við brislingi, sum fuglurin skjeyt seg eftir, dygst við land út fyri gamla Bukkevald yviri við Strond í Havn. Makrelurin er feitur og stórur hesa ársins tíð, vigar kanska væl meir enn 600 gram, sigur Ivan, ið er kønur í makreli, hvussu hann ferðast á fjørðinum og hvat hann dregur til sín. Eitt rættuligt makrelvað klos í klettin í okkara sjógvi. Í bókini Fiskar undir Føroyum  (Nám 2007) verður sagt soleiðis um Makrelin (Scomber scombrus): Stødd: Makrelur verður upp í umleið 66 cm, vanlig longd 30-40 cm. Dýpi: Hann er mest uppi í sjónum, gongur oftast í torvum. Um veturin er hann við botnin á 200-250 m dýpi. Litur: Bláligt yvirbrá um bakið. Umleið 30- 35 myrkt bláligar, næstan svartar, tvørrípur eru allan vegin aftur eftir bakinum. Ljósari bláligt ella grønligt er millum rípurnar. Blankur um síðurnar við einum farra av purpurliti. Undir búkinum er hann hvítur. Lýsing: Tjúkkastur er

Dagur við Løkin

Fríggjadagin var eg við Løkin í Runavík. Í skúlanum, bókasavninum og høllini, Løkshøll. Svend Højgaard, bókavørður, hevði lýst við tiltakinum ORÐloysing, sum er føroyskt nýyrði og tillaging av danska ORDskælv , sum er fýra fólk, ið vitja bókasøvn at lesa úr bókini  Det ser sort ud . Bókasavnið við Løkin er tiggjunda savnið, tey vitja. Við memorabila frá lokala málmanninum, Jens Martin Knudsen, og bókini um Mannin í topphúgvuni (Sprotin 2012) í baksýni, tekur Svend ímóti í opna og ljósa bókasavninum. Møttir eru 28 næmingar úr tíggjunda flokki, sum ganga á listabreyt hjá læraranum Noomi Reinert, til høgru niðanfyri. Serliga innboðin er danski Søren Lagoni, sum leggur teim 28 næmingunum á Listabreytini lag á, tá tey skulu gera heimligan stuttfilm, ikki longri enn tveir minuttir, um evnið at missa foreldur. Umboð fyri Beran og hjálparfólk, sum hava verið á skeiði hjá Klippfisk og annars fingist við film, eru eisini við í tiltakinum, sum byggir á einfalda tøkni við iPad.

Týdningarmikil filmur

- Tú ánar ikki hvussu lætnaður eg eri í huganum í morgun, sigur Sakaris Stóra, eftir at filmur hansara Vetrarmorgun varð frumsýndur í Bókasavninum á Sandi í gjárkvøldið. - Eg væntaði at blíva steinaður og hongdur eftir sýningina, men eg havi ongantíð fingið so góðan respons fyrr. Eg føldi at eg hevði gjørt ein týdningarmiklan film, sum fekk fólk at hugsa og at filmurin absolutt var alt stríðið vert. Nú gleði eg meg at sýna hann í Havn, og vónandi úti í tí stóru verð eisini, sigur Sakaris í morgun.

Stjørnurnar spæla á Sandi

Helena Heðinsdóttir Jørgensen, Sakaris Stórá, og Armgarð Gundursdóttir Mortensen á Bókasavninum á Sandi, har filmurin Vetrarmorgun varð frumsýndur fyri fullum húsum í kvøld klokkan 20. Sakaris er leikstjóri og tær báðar eru høvuðsleikarar í intesu og opinskáraðu nútíðarsøguni um vinalag millum tvær ungar kvinnur. Filmurin er fortaldur í framúr litspæli og í heila takið eru filmisk frásøgusnildi brúkt á ein meistarligan hátt, sum neyvan er sæð í føroyskum filmi áður. Umframt ljós og lit, er samanrenningin millum film og tónleik eisini serliga áhugaverd. Tónleikurin, ið er opin og rúmligur, bjóðar út á stórar víddir, meðan filmurin ofta dvølist í afturlatnum rúmum og umhvørvi. So stórur áhugi var fyri filminum, at tveir tímar seinni varð filmurin sýndur aftur fyri nýggjum gestum. Katrin Petersen, sum hevði lagt kvøldið til rættis, gav fyrst Jákupi Veyhe orðið at greiða frá um film og filmsgerð í einum landi við fáum pengum men nógvum talentum. Síðani komu Mikael Blak, sum hev

Grót í skúlan

Uni Árting, jarðfrøðingur í Jarðfeingi og trummusláari í 200, sýnir fram eina hill úr einum heilum skápi við føroyskum gróti og steinum til undirvísing fyri stór og smá. Í lærugreinini náttúru og tøkni hevur Nám skipað fyri tveimum fultteknaðum og væleydnaðum undirvísingarskeiðum, har Uni og starvsfelagin Lis Mortensen, náttúrulandafrøðingur, hava sagt frá um grót og steinar í Føroyum. Við nýggja føroyska skúlasavninum, sum Uni sýnir fram á myndini, lærdu skeiðsluttakararnir at eyðmerkja og navngeva grót- og steinsløg. Seinna dagin varð farið út at royna tað sama í føroysku náttúruni. Evni, ið vórðu viðgjørd, vóru føroyska fláarøðin, jarðfrøðisøgan, føroysk grót- og steinsløg, og støð, sum eru verd at vitja. Í tíðindaskrivi sigur Nám , at við hepni hava Lis og Uni givið lærarum vitan og amboð at kveikja áhugan hjá børnum og ungum fyri føroysku jarðfrøðini. Skeiðsluttakarar eru samdir um, at hetta hevur verið gjørt á ein spennandi og øðrvísi hátt, júst við lutum, amboðum, skri

Skálatrøð verður nýggi miðdepilin í Havnini

Spurdur, um nakrar greiðar ábendingar eru um staðseting av einum nýggjum føroyskum tjóðleikhúsi, vísur formaðurin Bjarni Wilhelm, deildarstjóri á Vitanardeildini í Mentamálaráðnum, á økið við Skálatrøð í Havn. Hann sigur, at tað hevur áður verið eitt ávíst samskifti millum Mentamálaráðið og Tórshavnar Kommunu um eitt hóskandi stað til eitt Tjóðleikhús, og har hevur Skálatrøð verið nevnt. - Okkara arbeiðssetningur sigur, at loysnin skal verða eitt glæsiligt býarmerki fyri høvuðsstaðin. Bjarni sæst omanfyri í hvítari skjúrtu. Við hansara høgru lið er Jóhan Petur Hentze, trivnaðarstjóri í Tórshavnar kommunu. Við í nevndini er eisini Mikael Viderø, fyrrverandi býararkitekur í Havn, so knýtið til Havnina er greitt. Spurdur um hvat tað merkir, tá nývalda nevndin í tíðindaskrivi sigur, at "eitt av høvuðsendamálinum er at gera umstøðurnar hjá yrkisleiklistini tíðarhóskandi", sigur formaðurin, at hetta ber ikki til at svara longu nú, men hetta fer byggiskráin at svara, tá ið hon er