- Vilt tú verða reinsaður, spyr ungi prædikumaðurin út í tóma køkin, tá eg havi trilvað meg fram til kontaktina og tendrað Útvarpið. Eri júst komin inn um gáttina, og tað er myrkt og illfýsið uttanfyri. Tað er sunnukvøld og eg havi sæð finska filmin Reinsan í Norðurlandahúsinum. Tað er sum filmurin vil ikki steðga. Men meðan maðurin í Útvarpinum talar um eina óítøkiliga reinsan úr erva, so er finski kvinnufilmurin beint fram ítøkiligur og sker seg gjøgnum lag eftir lag av persónligari reinsan, meðan skiftandi despotar, fyrr Stalin og nú russiska mafian, seta estiska gerandisdagin í karm. Reinsan er søgan hjá Sofi Oksanen (f.1977), um tvær einsamar kvinnur í Estlandi, onnur ung, Zara, og hin gomul, Aliide, sum báðar eru plágaðar av sviki og ræðslu, og nú í berari desperasjón bíða eftir at rættvísin bankar á dyrnar og ger enda á teimum. Í so máta einki annarleiðis enn Clint Eastwood, Charles Bronson ella Bruce Willis undan teimum, bara við tí muni, at hetta eru kvinnur,