Skip to main content

Posts

Reinsan eitt sunnukvøld

- Vilt tú verða reinsaður, spyr ungi prædikumaðurin út í tóma køkin, tá eg havi trilvað meg fram til kontaktina og tendrað Útvarpið. Eri júst komin inn um gáttina, og tað er myrkt og illfýsið uttanfyri. Tað er sunnukvøld og eg havi sæð finska filmin Reinsan í Norðurlandahúsinum. Tað er sum filmurin vil ikki steðga. Men meðan maðurin í Útvarpinum talar um eina óítøkiliga reinsan úr erva, so er finski kvinnufilmurin beint fram ítøkiligur og sker seg gjøgnum lag eftir lag av persónligari reinsan, meðan skiftandi despotar, fyrr Stalin og nú russiska mafian, seta estiska gerandisdagin í karm. Reinsan er søgan hjá Sofi Oksanen (f.1977), um tvær einsamar kvinnur í Estlandi, onnur ung, Zara, og hin gomul, Aliide, sum báðar eru plágaðar av sviki og ræðslu, og nú í berari desperasjón bíða eftir at rættvísin bankar á dyrnar og ger enda á teimum. Í so máta einki annarleiðis enn Clint Eastwood, Charles Bronson ella Bruce Willis undan teimum, bara við tí muni, at hetta eru kvinnur,

Eina norðuratlantiska tíðindastovu

Tine Pars. Foto: Leiff Josefsen Ein nýggj netborin tíðindastova í Noraøkinum við journalistum úr øllum Noralondunum eigur at verða sett á stovn. Tað sigur Tine Pars, omanfyri, úr eini sonevndari  tankasmiðju , har Føroyar eru umboðar. Sagt verður í einum nýggjum  riti , at norðuratlantiska tíðindatænastan eigur at hava eina fasta redaksjón og adressu í økinum. Hon skal standa fyri einum dagligum streymi av tíðindum, ið eru dagføringar úr øllum tí norðuratlantiska og arktiska økinum. Tey evnisøki, ið verða nevnd, eru vinnulív, politikkur og innovasjón. Sagt verður, at dagførandi tíðindini eiga at geva eina mynd av tí fjølbroytni, sum er í økinum, og at varpa eitt nágreint ljós á felags evni og at lýsa menningina í norði. Júst somu orð fullu mær í lut at siga fyri tíggju árum síðani, tá norðuratlantisk ráðstevna var í Hetlandi og framsýningin Veiðimentan í útnorðuri varð latin upp. Undir yvirskriftini Promoting cultural links across the North Atlantic  fullu ensku orðini soleiðis:

27.900 gestir á filmstevnu

Í tíðindaskrivi í dag siga báðir stjórarnir fyri árligu norðurlendsku filmstevnuni í Lübeck, Linde Fröhlich, omanfyri, og Christian Modersbach, at 27.900 gestir vitjaðu stevnuna. Hetta er tað mesta nakrantíð. Í enska tíðindaskrivinum siga tey bæði: “The total audience numbers of 27,900 have reached a new high level for the festival and mirror the audience enthusiasm for films from Scandinavia, the Baltic States and Schleswig-Holstein/Hamburg. We are very happy to have experienced such a successful festival with our guests and visitors. Our thanks go to all those who made this possible. Our sponsors and supporters accompany us with heart and hand and such fervent commitment that we confidently look forward to the next festival edition from 29. October to 2. November in 2014." Niðanfyri er Linde Fröhlich avmyndað niðanfyri Hotel Føroyar, har hon gisti í fjør, tá fyrsta Geytavirðisløn varð handa í Norðurlandahúsinum.

Tá verðin er í túninum

- Nei, sum verðin er stór, verður sagt i víðagitna ævintyrinum hjá H.C. Andersen um Hin ljóta dunnuungan . Og mamman heldur fyri, at hetta var einki. Tí verðin, hon røkkur langt yvir um urtagarðin, líka yvir í prestbøin. Men har havi eg ongantíð verið, sigur hon við undrandi ungarnar. Men onkuntíð er beint øvut av ævintýrinum, tí verðin verður so lítil, at tú kanst byrgja hana inni í heimliga túninum. Hetta kom mær til hugs, nú vit báðir, Sakaris, fóru umborð á ferjuna millum Puttgarden og Rødby í dag. Komnir uppá, renna vit okkum í svenska týðaran, Inge Knutsson, (f.1948), sum eg møtti fyri tjúgu árum síðani heima í túninum í Tórsbyrgi, har hann vitjaði Heðin Klein í Rithøvundafelagnum. Hann minnist enn hvørja løtu, tá hann kom innum og hoyrdi Three Cigarettes in an Ashtray við Patsy Cline. Umborð á ferjuni koma vit í prát, og hann flennir so hjartaliga, tá Sakaris sigur, at hann er úr Skopun. Tí, fyri stuttum koyrdi Inge Knutsson runt Sandoynna við einum bónda at síggja seyðahald

Virðislønir í Lübeck

So er filmstevnan í Lübeck komin at enda. Omanfyri síggjast tey, ið vunnu tær átta virðislønirnar, sum vórðu handaðar í Theater Lübeck. Í ár vóru tað filmar úr Svøríki, Noregi, Danmark og Estlandi, ið vunnu virðislønirnar. Størstu virðislønina, 12,5000 evrur, letur Nord Deutsche Rundfunk (NDR). Hon fer í ár í tveir partar. Annar filmurin, ið fær NDR virðislønina er hin norski  Jeg er din , sum Iram Haq (f.1976), ið er av pakistanskari ætt, hevur leikstjórnað. Hetta er fyrsti spælifilmur, hon hevur gjørt í fullari longd. Jeg er din er eisini norska uppskotið at fáa Oscarvirðisløn sum besti útlendski filmur. Her skorar Iram Haq seg gjøgnum mannfólkamúgvuna. Hin filmurin, ið eisini fekk høvuðsvirðislønina, er danski Nordvest sum Michael Noer (f.1978) leikstjórnaði. Teir báðir brøðurnir, Gustav Dyekjær Giese og Oscar Dyekjær Giese, ið hava høvuðsleiklutin í Nordvest , tóku ímóti virðislønini saman við leikstjóranum. Brøðurnir greiddu frá um filmin í hugaligum práti við Erha