Ikki dugi eg íslendskt, men við eitt sindur av vegleiðing, so ber ofta væl til at lesa tað, ið skrivað er. Blaða vit í yrkingasøvnunum hjá Poul F. Joensen (1898-1970), so lesa vit í endanum á seinasta ørindi í vøkru yrkingini Tú lýsti soleiðis: men sjólátist eg, er títt kæra navn seinasta orðið, eg nevni. Kanska er hetta vakrasta orðasavn, yrking, ella ljóð á íslendskum, sum vit eiga. Tað veldst sjálvandi um høvið og huglagið. Well, í morgun læs eg, at íslendingar í trimum aldursbólkum, hava kosið vakrasta orðið, sum eru í málinum. Úrslitið sæst á heimasíðuni hjá Ríkisútvarpinum, RÚV, har sendingin Kastljós síðani 24. september hevur fingið 8500 uppskot um vakrasta orðið, sum fólk so hava fingið høvi at atkvøða um. Úr trimum aldursbólkum hevur ein úrvalsnevnd tikið 30 orð og sett tey á heimasíðuna við tilmælinum, ella frágreiðigini, hjá onkrum teirra, ið sendu orðið inn. Eftir at 14.000 høvdu atkvøtt, er greitt at ljósmóðir er vakrasta orðið í elsta bólkinum, tað eru tey, sum