Skip to main content

Posts

Gjógv í sólsetri

Sólin stóð sterk og hvøss á filmsløriftinum við Gjógv í dag. Øll bygdin var ein náttúrubiografur í sterka seinrapartsljósinum. Í oktober í fjør var sýnið á sama biograflørifti hetta: Rusturin á skrellispannslokinum og í rukkublikkstekjuni á hjallinum spæla livandi millum veggja, og niðurfallin hoygghúsloft konstruera strammar grafiskar rípur upp móti reinu í luftini. Sama stranga grafiska litspæl er í bátadráttinum og trappunum oman og niðan í gjónni. Ovast í gjónni, omaná spælinum, sum dregur bátarnar niðan, hevur bygdaráðið gjørt eitt kaffipláss til ferðafólk. Við borðini er besta sýni yvir gjónna og bygdina. Setandi sólin teknar skuggan av myndamanninum mitt í bátinum niðri í gjónni.. Niðan frá kaffiplássinum ber til at ganga ein túr í hagan eftir eini uppmerkari gøtu og kanska enda í Ambadali. Vit fara ikki eftir hagagøtuni, men eftir gøtuni oman Bakka og út á lendingina, har brimið úr Djúpunum brýtur inn móti Flesjunum meðan Kallurin og Borgarin

Bara ikki her hjá okkum...

Tað var nú hugfarsligt, uppá tann feita mátan, sum tey siga í Útvarpinum, at hoyra hin altíð stuttliga stand up vertin í Degi og Viku tráspyrja formannin í Málráðnum um, hvussu Chile, Cabo Verde og Zimbabwe kunnu stavast á føroyskum. Eftir at hava fingið svarið, kemur annað breaking news innslagið í somu Degi og Viku. Tað er um fiskiloyvi úr Føroyum, suður í Kyrrahav og aftur til Føroya. Hugfarsliga staviroyndin í heimskunnleika, sum almannavarpið legði fyri við, er nú slept og sama redaktión hevur funnið tað minst føroyska heimskort, sum til er. Í reglugerð fyri Málráð stendur, hvussu ráð um mál kunnu fylgjast. Tey ráð hava beinleiðis adressu til Kringvarpið. Kringvarpið hevur einsini lógir at ganga eftir. Meir enn einaferð verður nevnt, at stovnurin hevur heilt serliga skyldu at hjúkla um móðurmálið. Míni ørindi eru ikki at siga nakað um at steina, tá ein býr í glashúsinum, sum kringvarpar. Nei, míni ørindi eru at spyrja, hví hevur Kringvarpið ikki eitt føroyskt heimskort?

Monaco di Baviera

Skuldi koyra frá Malpensaflogvøllinum í Milano gjøgnum Liktinstein og norður um markið til München í Týsklandi. Steðgaði við Comovatnið at fáa eina kalda limone, tá ein gulur skúlabussur rullar inn á plássið. Ein riðil av garterandi børnum, sum øll tosa italskt, stíga úr bussinum. Í bíðiraðnum við kioskina spyrja tey, hvaðani eg eri og hvar eg fari. - Eg skal til München, sigi eg og geri meg týðuligan. Tey ivast, so eg sigi á enskum Mjúnik, Olympics you know, Oktoberfest und alles, og eri um at gera eina óhøviska rørslu við fyltum lógvum framm fyri bringuna, men aftri meg, tá italska skúlafrøkunin hyggur upp úr protokollini, har hon hevur sett seg við kampingborðið, meðan Comovatnið blinkstrar í baksýni. Frøkunin blaðar upp í skúlaferðaætlanini og peikar við uppsettum hári og svørtum hornbrillum á triðstørsta týska býin, sum er beint fyri norðan, og sigur forloysandi italsku orðini: Monaco di Baviera! Børnini, sum eisini skulu hagar, tí heimbýur teirra, Verona, og Monaco

Nakin undir opnum himni

Íslendski myndlistamaðurin Helgi Þorgils Friðjónsson (f.1953) málað henda risa stóra oljumálningin í 1995. Heitið er Havsins fiskar , sum nakni maðurin í eins naknu náttúruni livir av í berliga Útnorðuri, meðan heimsins ljós verða kastað á hann. Fremst fyri eru teir fiskar, hann helst vil vísa, fuglurin og speglandi hendurnar eru í miðjuni og aftast, goymd burtur aftanfyri bleyta mannin, sum situr undir opnum himni og einki stað hevur at fjala seg í, eru havsins súgdjór. Edward Fuglø valdi henda málningin at mynda framsýningina Veiðimentan i Útnorðuri , sum Norðurlandahúsið skipaði fyri í 2001. Ein vælvald ikonografisk mynd, hóast grønlendingar hildu, at maðurin var nakað bleikur. Málningurin omanfyri lýsir okkara viðkvomu støðu, nú fremmandafólk koma higar og vilja hava okkum at steðga grindadrápi. Steðga vit ikki, so hanga tey okkum út sum teir blóðtostandi barbarar, sum tey ikki bara siga at vit eru, men eisini føra prógv fyri at vit veruliga eru. Prógvini eru myndir og filmstu

Einmansferðaráð úr Utah

Myndamaðurin omanfyri er Jon Armstrong úr Utah í USA. Her sæst hann á Tinganesi, har hann tekur myndir 9. juli í ár. Síðani hevur hann bloggað og upplivað landið í besta summarveðri. Jon er púra bitin av Føroyum. Í dag síggi eg, at hansara blogging um Føroyar fær hesa viðmerking frá vinfólki: 'You are a one-man tourism board for the Faroe Islands; I want to go!' Og tað man ikki verða av allari leið, at siga so, tí ferðamaðurin, ið var her saman við Matthew Workman, røkkur út til nógv fólk. Jon Armstrong hevur 250.000 followers á Facebook. Veit ikki um nakran einstakling ella felasskap, sum er so effektivur at náa út til so nógv fólk í einum boðum. Sig so tað at einstaklingurin ikki kann gera mun!

Toskur næstur

Herfyri sóu vit eskatologiska biograffilmin um Nóa . Men hesin ivasami filmur er nógv meira enn ein bíbliusøga. Til ber at síggja filmin og lesa søguna um Nóa sum eina áminning um burðardygd: og hav út við tær øll djór, sum hjá tær eru, alt hold, bæði fuglar og fenað og øll skriðkykt, sum skríða á jørðini, til tess at tey mega yðja á jørðini og nørast og fjølgast á foldum! Nú útlendingar koma higar at gera vart við sína ónøgd um blóðiga grindadrápið, sum í teirra landi ikki tekur seg væl út í 3D, hóast grindahagtølini neyvan nakrantíð koma í drepning, so er longu greitt, hvat veruliga álopsmálið hjá Greenpeace er. Tað er fiskurin í sjónum. Ja, fiskurin, sum hevur toskaskræðu, og so annar fiskur. Fiskur og fiskur. Myndin omanfyri er av Greenpeacebásinum á heimsins størstu bókamessu í Frankfurt í oktober í fjør. Postkortið, sum eg haldi í hondini, fer um allan heim og vísir nýggja málið hjá innsatsleiðaranum í altjóða felagsskapinum, sum er skynsamur, og higartil hevur latið e

Bilaskot í Norðoyggjum

Eins vakrar og Føroyar eru á fjøllum, eru tær úr bilinum. Við fyrimynd í hugtakinum mug shot , har løgreglan tekur myndir av brotsmonnum, fari eg at finna uppá car shot , at taka myndir úr bili av tí, sum strýkur framvið. Bilaskot , fari eg at kalla tað, ein sóskinsdag í august. Men hvat gera fýra jólamenn úti í Klaksvík, tveir á Stórubryggju og tveir umborð á Jákup B? Klaksvíkingar eru ofta framarlaga, men eitt hálvt ár eftir álmanakkanum, tað visti eg ikki. Grundandi yvir hetta greiða framtak í sjóvinnubýi nummar eitt, koyri eg út eftir Faktorsvegi móti gomlu Norðborg, har Einar Kárasson einaferð lempaði salt, har Sjónám er í dag. Ikki Sjógæti ella Sernám, men Sjónám. Kann verða, at tey, sum í so títt bjóða seg fram at nýbranda og eyðmerkja stovnar og fyritøkur í so títt, hava lætt spæl at vinna pengar. Í so títt. Men úr nýlagda túninum á Sjónámi sæst nú beint inn á fjørðuna og neystini, har vit plagdu at spæla fyri 50 árum síðani. Tað broytist so ikki. Minnið um fjørðuna í K

Ein kulturfasistur leitar eftir COVE í Føroyum

Í dag fari eg at uppfinna eitt nýtt orð, sum eg aldri havi brúkt á blogginum: Kulturfasistur . Ja, tú læs rætt kulturfasistur . Orsøkin er, at eg havi lisið heimasíðuna og allar slóðir hjá Pamelu Anderson í morgun. Haðani skrivar hon stuttorðar stríðstekstir fyri Paul Watson. Pornofrúgvin Anderson er uttan útbúgving, men er eitt hent amboð hjá Malibugrannunum at knýta okkum til japansku grindadrápsmenninar í Taijivíkini, sum blivu brúktir, eyðmýktir og mannminkaðir í Oscarvirðislønta filminum The Cove , sum eg ummælti her á blogginum undir yvirskriftini At drepa dýr í loyndum . Lesið og blívið klókari, allir tit føroyingar, sum í bestu meining vilja dialog, gestablídni og samstarv við kulturfasistar. Her síggja tit, hvørjum tit, og sum frá líður vit øll, eru uppi ímóti. Óskúlaði, men fullblóðskulturfasisturin, sum uttan kontekst ella aðra vitan, tekur støði í bókini og stórbæru fotoframsýningini hjá Regini W. Dalsgaard 2 minuttir , skrivar soleiðis í dag: At this moment the